Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 215 - 10. november 2004 Nr. 215 - 10. november 2004 7 Fremsta farmaflogfelagið fríggjar til føroyingar Vinnumálaráðið viðmælir Danska flogfelagið Danish Air Transport hevur søkt Vinnu- málaráðið um loyvi at flúgva millum Dan- mark og Føroyar. DAT er fremsta farmaflogfelagið í Danmark, sigur stjór- in í felagnum FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Stendur tað til leiðsluna í danska flogfelagnum Dan- ish Air Transport, DAT, verður Atlantsflog ikki leingi einsamalt á rutuni millum Danmark og Før- oyar. DAT hevur søkt Vinnumálaráðið um loyvi at flúgva á leiðini. Jesper Rungholm, stjóri í DAT, váttar fyri Sosialin- um, at felagið hevur eina umsókn um loyvi at flúgva liggjandi hjá Vinnumála- ráðnum, og at bíðað verður eftir svari frá landsstýris- manninum. Ætlanin er í fyrsta umfari at flúgva við ferðafólki um jóltíðir, sigur Jesper Rung- holm. Síðan er flogfarið, ætlanin er at brúka, leigað út til fram móti páskum. Tá er so ætlanin at fara aftur at flúgva til Føroya, sigur hann. Flogfarið, sum DAT ætlar at brúka á Føroyaleiðini, er av slagnum ATR 72 og tekur 66 ferðafólk, greiðir stjórin í felagnum frá. Felagið hevur fyrr flogið til Føroya. Tað var í sam- band við oljuleitingina undir Føroyum, tá felagið hevði sáttmála við eitt av leitifeløgunum um at flýta arbeiðsfólk millum Aber- deen og Vágar. Tá varð flogið við einum minni flogfari, ATR 42, sum tekur 46 ferðafólk, sigur Jesper Rungholm. Hann sigur, at tey hava eisini hugsað um farma- flúgving, nú tey hava lagt umsókn til Vinnumála- ráðið. – Eg kann siga, at vit eru fremsta danska flogfelagið, tá tosað verður um farma- flúgving, sigur hann. Vit hava góðar royndir á tí øk- inum. Eisini við posti. Talan er um rímiliga nýtt propelflogfar, sum ætlanin er at flúgva til Føroya við, sigur Jesper Rungholm. Tað fer at taka longri tíð, enn tað tekur við jetflog- førum. Men tað metir hann ikki hava ta stóru ávirkan- ina á hugin hjá ferðafólki at nýta teirra felag. – Vit hava royndir við at flúgva langt við hesum flogførunum. Eitt nú flugu vit nógv til Dubrovnik sein- asta summar. Tað var ein túrur, sum tók umleið fýra tímar. Men fólk fingu góða tænastu umborð, og tað hildu tey viga væl upp í móti tíðini, tey sótu í flog- farinum, sigur hann. Hann sigur, at tey hava mett tíðina, ferðin til Føroya tekur, til góðar tríggjar tímar. Ella umleið ein tíma longri, enn eitt nú Atlantsflog brúkar. Jesper Rungholm sigur seg hava frætt, at nevndar- formaðurin í Atlantsflog skal hava sagt, at hann ikki heldur tað vera rætt, at eitt felag, sum ætlar at kappast við Atlantsflog, bert skal flúgva partar av árinum. Tað átti heldur at verið so, at flogið var alt árið, so fel- agið soleiðis tók sín part av sleipinum, sum hann tók til. Til hetta sigur Jesper Runghom, at ætlan teirra júst er at flúgva regluliga. At steðgur verður millum jól og páskir, kemst bert av, at tá er ATR72 flogfarið, sum nýtast skal á Føroya- rutuni, leigað út. Men á páskum er tað aftur tókt og fer tá at flúgva regluliga til Føroya, um loyvi fæst til tess, sigur hann. Vinnumálaráðið við- gjørdi á fundi týs- morgunin umsóknina frá Danish Air Trans- port um at sleppa at flúgva til Føroya. Vinnumálaráðið hev- ur onga viðmerking, sum er tað sama sum viðmæli, og letur nú umsóknina til danska ferðslumálaráðið at játta ella nokta FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Umsóknin frá danska flog- felagnum Danish Air Transport hevur verið til viðgerðar í Vinnumálaráðn- um. Hon er send danska ferðslumálaráðnum uttan viðmekringar. Tað merkir í stuttum, at Vinnumálaráðið viðmælir, at felagið sleppur at flúgva á Føroyarutuni, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður. Hann sigur, at Vinnu- málaráðið á fundi týsmorg- unin viðgjørdi umsóknina og hevði einki at viðmerkja til ta frágreiðing, felagið hevur lagt við umsóknini. Men Vinnumálaráðið kann bert gera tilmæli. Avgerðin um loyvi liggur hjá danska feðrslumálaráðnum, og hagar er umsóknin nú send saman við viðmæli frá Vinnumálaráðnum. Bjarni Djurholm sigur, at hann væntar, at Ferðslu- málaráðið fer at ganga um- sóknini á møti,og at DAT helst fer at flúgva longu fyri jól. Hann sigur, at hann hevur skilt umsóknina soleiðis, sum at felagið fer at hava ein steðg til páskar, tá flog- farið aftur verður tókt, og so verður flogið áhaldandi. Umsóknin og tann frágreið- ing, sum við lá, snúði seg um flúgving í eitt ár, sigur hann. Gongur danska ferðslumálaráðið umsóknini hjá DAT á møti, fær Atlantsflog væntandi kapping um ferðafólkini longu til jólar Mynd: Álvur Haraldsen Danska flogfelagið Danish Air Transport, DAT, hevur fyrr flogið til Føroya. Tað var í samband við oljuleitingina undir Føroyum. Men tá við minni flogfari, enn ætlanin nú er at nýta Mynd: Edvard Joensen Eingin vápn til Somalia Gongst, sum Løgtingið ætlar, verður bannað før- oyingum eitt nú at selja afrikanska landinum, Somalia, vápn. Í løtuni liggur eitt lógar- uppskot í Tinginum, sum leggur upp til handilslig revsitiltøk móti Somalia. Ætlandi verður uppskotið endaliga samtykt miku- dagin. Fyrsta grein í upp- skotinum sigur m.a., at tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Somaliu vápn og hernaðarútbúnað umframt ein og hvønn líknandi út- búnað. Eisini er bannað at selja lóður, hernaðarakfør og hernaðarútgerð, hálv- hernaðarliga útgerð og eykalutir til nevndu hesar lutir. Tað er danska uttan- ríkisráðið, sum umvegis ríkisumboðsmannin í Før- oyum hevur heitt á Løg- mansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk ímóti Somaliu, samsvar- andi eini samtykt hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða, skrivar heimasíðan hjá Sparikassanum. Or- søkin til revsutiltøkini er drúgva vápnaða stríðið í afrikanska landinum. Langt til líkaløn Heimasíðan hjá Vinnu- húsinum veit at siga, at lønirnar hjá kvinnum og monnum í Portugal, Belgia, Italia og Australia liggja tættari at hvørjum øðrum enn í Norðanlond- um. Danmark er tó frammanfyri Frankaríki, Grikkaland, Spanien og Ný Sæland, meðan Svø- ríki og Finnland koma væl longri niðri á yvir- litinum. Sambært sosiologiinum, Catherine Hakim, skyld- ast ein partur av muninum – og tann lutfalsliga vána- liga støðan hjá norð- anlondum – tann "kvinnu- vinarliga" familjupolitikk- in. Við at gera skipanir, har kvinnur fáa barsilsfar- loyvið, umsorganardagar og taka farloyvi, verða tær afturúrsigldar í lønakapp- ingini á arbeiðsmarknað- inum. Hetta er høvuðs- orsøkin til tann stóra mun- in. "Fyri at fáa succes skalt tú fokusera upp á sítt arbeiði, og færri kvinnir enn menn gera tað. Tí kappast fleiri menn um tey bestu størvini", sigur Catherine Hakim. Tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Jóhan Dahl, undrast stórliga á, hvussu eitt nú FAS-skipanin hjá farmaflotanum, minstalønin hjá sjó- monnum og neyta- stuðul sleppa gjøgn- um nálareyga hjá umsitingini, meðan stuðul til rækjuvinn- una verður mettur at stríða við altjóða lóg RÆKJUVINNAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í Degi og viku mánakvøld- ið kom undan kavi, at ætl- anin hjá landsstýrinum at veita rækjuvinnuni stuðul við afturbering av skatti er fyribils sett á síðulinjuna. Uppskotið hjá landsstýr- inum um skattaafturbering til rækjuflotan er beinleiðis í stríð við reglugerðirnar hjá altjóða handilsfelagskapur- in, World Trade Organisa- tion ella WTO, sum hevur greiðar ásetingar um, at tað er ikki loyvt at geva ávísum vinnum framíhjárætt. Tá greiðar ásetingar eru í Stýrisskipanarlógini og Heimastýrislógini um, at føroysk lóggáva ikki skal stríða við altjóða lóggávu, hevur uttanlandsdeildin á Løgmansskrivstovuni boð- að landsstýrinum frá, at uppskotið um stuðul til rækjuvinnuna ikki kann setast í verk í verandi líki. Undarlig støða Sambandsflokkurin hevur gingið á odda fyri at veita føroyska rækjuflotanum stuðul, og flokkurin eigur hugskotið um eina afturber- ing av skatti til rækjuvinn- una. Fyrrverandi landsstýr- ismaðurin í fiskivinnumál- um og tinglimur Sam- bandsfloksins, Jóhan Dahl, situr fullkomiliga spyrj- andi, eftir at hann hevur hoyrt niðurstøðuna hjá utt- anlandsdeildini á Løg- mansskrivstovuni. – Hetta er ein ótrúliga undarlig støða. Vit hava í dag eina rúgvu av stuðul- skipanum, sum geva ávís- um vinnum ein framíhjá- rætt. Her hugsi eg um FAS skipanina hjá farmaflotan- um, minstuløn hjá sjó- monnum, fóður- og neyta- stuðul, flutningsstuðul til feskfiskaflotan. Vit vassa í líknandi stuðulsskipanum, sum ætlanin er at veita rækjuvinnuni, og tí er tað løgið, at rækjuvinnan verð- ur revsað sum einasta vinna, heldur Jóhan Dahl. Fyrrverandi landsstýris- maðurin í fiskivinnumálum vísir á, at tað er rættiliga margháttligt, at eingin í umsitingini hevur talað at, fyrr enn nú, tí uppskotið um stuðul til rækjuflotan er eldri enn eitt ára gamal, men kortini hevur hvørki orð ella ei verið at hoyrt um, at uppskotið er eitt brot á altjóða lóg. – Tá vit vóru í andstøðu løgdu vit sama uppskot fram í løgtinginum, og tá varð uppskotið góðtikið á Løgtingsskrivstovuni, men nú er støðan brádliga ein onnur, sigur Jóhan Dahl Kvotur í Barentshavinum Tingmaður Sambands- floksins slær fast, at Sam- bandsflokkurin ætlar ikki at sita hendur í favn, eftir nið- urstøðuna hjá uttanlands- deildini. Jóhan Dahl sigur, at Sambandsflokkurin fer at leggja nógv fyri at halda lyftið, sum rækjuvinnan hevur fingið frá landsstýr- inum um eina hjálpandi hond komandi tvey árini. – Vit fara at krevja av samgonguni, at hon finnur eina loysn. Eg dugi ikki í løtuni at siga ítøkiliga, hvat fyri loysn talan verður um, men tað verður ein loysn í málinum, sigur hann. Jóhan Dahl vísir á møgu- leikan hjá rækjuvinnuni at fáa ein part av býtiskvotun- um hjá fjarðfiskiflotanum í Barentshavinum. – Ein partur av fjarfiski- flotanum í Barentshavinum fær síni veiðirættindi við hjálp av býtiskvotum, sum hava eitt virði á 500.000 krónur um árið. Rækju- vinnan hevur sjálv vunnið sær síni rættindi, men hon sleppur kortini ikki upp í part í Barentshavinum. Sjálvandi skal rækjuvinnan fáa ein part av býtiskvotun- um í Barentshavinum, so hon við fleiri kvotum fær møguleika at klára seg komandi árini, heldur fyrr- verandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Endurskoða skipanina Jóhan Dahl metir eisini tað er av stórum týdningi, at vit fara at kanna allar stuðuls- skipanirnar, tí tað ber snøgt sagt ikki til, at ávísar stuð- ulsskipanir verða mettar at verða ólógligar, meðan aðrar sleppa gjøgnum nála- reyga. – Eg meti hatta vera ein stóran trupulleika, og ein trupulleika sum skal loysast. Vit mugu alt fyri eitt kanna um verandi stuðulsskipanir eru í tráð við altjóða lóg ella ikki, heldur hann. Hongur snøgt sagt ikki saman Vit vassa í líknandi stuðulss- kipanum, sum ætlanin er at veita rækjuvinnuni, og tí er tað løgið, at rækjuvinnan verður revsað sum einasta vinna, heldur Jóhan Dahl. Mynd: savnsmynd Grein 55 í Stýriskipanarlógini. Løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, hevur ikki gildi, um a)hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond, b)hon gongur ímóti millumtjóðasátt- mála, Danmørk hevur gjørt við onnur lond, og sum eisini fevnir um Føroyar ” Tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, John Johannessen, fæst ikki at siga, at hann er fegin um, at ætlanin at veita rækju- vinnuni stuðul er fyribils slept. – Eg haldi meg bara til fakta í málinum, sum er, at tað er brot á WTO-reglur at vit veita stuðul, sigur javnaðartingmaðurin RÆKJUVINNAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Løgtingslimurin hjá Javn- aðarflokkinum, John Jo- hannessen, hevur fleiri ferðir givið til kennar, at hann metir ikki tað rætt av tí almenna at veita kreppu- raktu rækjuvinnuni stuðul. Ungi tingmaðurin er sann- førdur um, at vinnan eigur at klára seg sjálv uttan al- mennan stuðul. Javnaðar- flokkurin hevur gingið í fleiri bólkum, tá spurning- urin um stuðul til rækju- vinnuna hevur verið um- røddur í flokkinum. Spurdur um niðurstøðan hjá uttanlandsdeildini, at rækjustuðulin stríðir við altjóða lóg, kemur væl við persónliga, svarar John Jo- hannessen, at tað ger tað ikki beinleiðis. – Eg haldi tað er skeivt at veita stuðul til vinnulívið, tí tá fer tráanin hjá vinnuni at klára seg sjálva burtur. Tú kanst ikki beinleiðis siga, at eg fegnist um niðurstøðuna, tí tað er ikki vist, at stuðul ikki kann veitast á annan hátt. Eg haldi meg bara til fakta í málinum, sum er, at tað er brot á WTO-reglur vit veita stuðul til rækjuvinn- una, sigur javnaðartingmað- urin John Johannessen. Spurdur, hvørja ætlan Javnaðarflokkurin hevur fyri at hjálpa rækjuvinnuni, svarar tingmaðurin, at málið er ikki enn viðgjørt innan- hýsis í flokkinum, og tí ber ikki til at siga, hvørja støðu flokkurin hevur í málinum. Keypa kvotur Ætlanin hjá landsstýrinum var at veita rækjuvinnuni í alt 20 mió krónur í stuðli komandi tvey árini, men henda ætlan er fyribils slept. John Johannessen heldur, at ein skilagóð loysn kundi verið at givið rækjuvinnuni ein part av býtiskvotunum í Barentshavinum. – Vit eiga at býta res- soursurnar betur. Á hvørjum ári gera vit eitt stórt býti í kvotum Barentshavinum, tó uttan at rækjuvinnan fær nakran part. Møguliga áttu vit at lagt okkum eftir at givið nakað hesum býtinum til rækjuflotan. Eg haldi tað nógv skilabetri at hjálpa rækjuvinnuni við at geva henni fleiri kvotur enn at geva vinnuni beinleiðis rakstrarstuðul, heldur hann. Jokarin heldur seg til fakta C M Y K 7 6