Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 215 - 10. november 2004 Nr. 215 - 10. november 2004 9 Ein umfatandi betr- ing av Føroysku Al- tjóða Skipaskránni (FAS) er eftir øllum at døma á veg og fyri fyrstu ferð fyriliggur í Føroyum ein kanning av hvørji ynski altjóða handilsflotin hevur í sambandi við skipa- skráseting Býi Tyril Fyri at standa seg í alsamt harðnandi altjóða kapping krevst nógv meira enn hvat tann longu kolldømda FAS (Føroyska Altjóða Skipa- skráin) frá 1992 megnar, bæði av greiðum fyrimun- um at bjóða altjóða reiðarí- unum og av greiðari stra- tegi fyri hvat slag av altjóða skipaskráseting okkara skal vera. Hevur tað ligið lut- falsliga leingi í luftini at verandi skipan má bøtast fyri at føroyingar skulu fáa nakað burtur úr at lata handilsskip skráseta seg hjá okkum, so bendir eisini mangt á at nú er okkurt nýtt í væntu. Hetta stendur greitt aftan á eina ráðstevnu um altjóða skipaskráseting sum Skeiðsdeildin á Føroya Sjó- mansskúla fyriskipaði fríggjadagin 29. oktober. Ráðstevnan eydnaðist væl, soleiðis at skilja at fitt av fólki møttu upp til nakrar fyrilestrar sum høvdu nógv ítøkiligt innihald, og fingu frá tveimum landsstýris- monnum greið lyftir og ábendingar um at arbeiðið við at menna okkara altjóða skipaskráseting er komið væl áleiðis og verður tikið í størsta álvara. Talan er um ein sera stór- an altjóða marknað, sum mong meta átti at verið nat- úrligur heimavøllur fyri føroyingar. Sambært upp- lýsingar sigla tilsamans góð 30.000 skip á heimsins høvum og umleið helvtin av hesum skipum eru skrá- sett undir fremmandum flaggi, og enn meira tá talan er um stór skip. Men flestu royndir við al- tjóða skipaskrásetingum hava víst seg at miseydnast, eftir øllum at døma av tí or- søk at avvarðandi myndug- leikar ikki innsíggja hvørji krøvini til raksturin av eini altjóða skipaskrá í veru- leikanum eru. Vitan fyriliggur »Í 1992 fingu vit ta so- kallaðu FAS-skipanina,« staðfestu fyrireikararnir frá Føroya Sjómansskúla, Kristin Rasmussen og Sjúrður Guðjónsson, í ein- um uppleggi til ráðstevn- una. »Henda skipan hevur tó ikki virkað lokkandi uppá útlendskar reiðarar, og tí eru at kalla eingi út- lendsk skip í hesi skráset- ing. Spurningurin er so um vit áttu at slept ætlanini um at fáa útlendskar reiðarar hendavegin – ella um vit skuldu lagt á annan bógv og gjørt eina skipaskráset- ing og skattaskipan eftir kundans tørvi í kapping við aðrar skrásetingar.« Júst so. Tað var hetta sum ráðstevnan í Nóatúni snúði seg um. Fyrstur at røða, aftan á at sjómansskúlastjórin Hans Jóhannes á Brúgv hevði boðið øllum at vera væl- komin, var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiski- og sjóvinnumálum. Honum næstur Óli Hans H. Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum; síðani Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggja- málum; so Kristin Rasmus- sen, sjómansskúlalærari; og seinast Jan Frits Hansen, undirstjóri í Dansk Rederi- forening. At enda var so orðaskifti í umleið ein tíma. Samanum tikið eru mong samd um at Føroyar hava stórar møguleikar at gera seg galdandi innan altjóða skipaskráseting, um ein meira nøktandi ætlan hes- um viðvíkjandi verður løgd. Báðir landsstýris- menninir upplýstu undir ráðstevnuni at ítøkiligar ný- skipanir eru á veg; hetta kom frá bæði fíggjarmála- ráðharranum, hvat viðvíkur einari tonsaskattaskipan, og frá fiski- og sjóvinnumála- ráðharranum, hvat viðvíkur sjálvari lógini um FAS. Sum nakað ið leingi hevur verið eftirlýst, men sum má sigast at vera grundleggj- andi, er nú gjørd ein kann- ing av hvørji krøv og ynskir reiðarar í ymiskum londum hava í sambandi við altjóða skipaskráseting; í sama høpi fyriliggur ídag ein útgreinað strategi, út frá føroyskum fyritreytum, sum hevði kunnað verðið brúkt sum partur av einum útgangs- støði tá tað í næstum skal stingast út í kortið hvat før- oyingar ætla við altjóða skipaskrá. Persónurin aftan fyri hetta er eingin minni enn stjórin á Skipaeftirlit- inum, Óli Hans H. Olsen. Strategisk fløgg »Tá ráðstevnan er av, fari eg saman við landsstýris- manninum í fíggjarmálum at taka samanum og seta hol á eina ætlan fyri hvussu arbeiðið kann leggjast til rættis frameftir,« segði Bjørn Kalsø í sínum inn- leggi, sum snúði seg um hvørjar ætlanir Landsstýrið hevur í sambandi við at fáa útlendsk reiðaravirkir at skráseta teirra skip í tí før- oysku altjóða skipaskránni. Hann segði eisini millum annað at samstarvið millum Skipaeftirlitið og Skipa- skrásetingina er ment í seinastuni og møguliga skal mennast enn meira. »Vit fara at lurta eftir teimum við royndum innan altjóða skipaskráseting og lata teirra royndir og egin- leikar koma okkum til fyri- muns og harvið hjálpa okk- um at røkka eini niður- støðu. Fiskimálaráðið hev- ur ásannað at altjóða skipa- skráseting og skipaeftirlit er tengt at hvørjum øðrum, og Skipaeftirlitið og Skipa- skrásetingin hava sostatt havt eitt sera tætt samstarv tað síðsta árið, og møguliga fer hetta samstarv at verða styrkt enn meira í fram- tíðini.« Bjørn Kalsø segði at enda í sínari framløgu at »ein lokkandi føroysk altjóða skipaskrá« kemur at hava »stóran týdning fyri sam- felagið sum heild« og lovaði positiva politiska viðgerð, samstundis sum hann frødd- ist um ráðstevnuna. »Tað er hugaligt at Sjó- mansskúlin av sínum ein- tingum fer undir eitt átak sum hetta… (…) samstund- is sum ein lokkandi føroysk altjóða skipaskrá eisini kemur at hava stóran týdn- ing fyri samfelagið sum heild. Spurningurin er í mínum hugaheimi so áhugaverdur at hann eigur at viðgerast út í æsir – sjálv- andi í einum positivum anda.« Stjórin á Skipaeftirlitin- um, Óli Hans H. Olsen, hevur í fleiri ár arbeitt við spurninginum um hvørjar fyritreytirnar eru fyri einari væleydnaðari altjóða skipa- skráseting. Frammanundan útbúgvin sum skipsførari, varð hann fyri einum ári síðani liðugur við eina út- búgving sum Executive Master of Business Ad- ministration í shipping og logistikki. Hansara Master ritgerð viðgjørdi eina al- tjóða skipaskráseting í Før- oyum, og til sítt innlegg á ráðstevnuni tók hann tann partin ið snýr seg um tey krøvini ið verða sett Skipa- eftirlitinum í mun til eina kvalitetsskráseting; haraft- urat tók hann við ta markn- aðarkanning hann gjørdi í hesum sambandi. »Nógv lond hava roynt at gera seg galdandi innan skipaskráseting,« staðfesti Óli Hans H. Olsen, »men tað eydnast hjá teimum fægstu. Nógv av londunum geva sær ikki far um hvørji krøv raksturin av eini al- tjóða skipaskrá setir. Hetta er sum oftast høvuðsorsøkin til at royndin við skipaskrá- seting miseydnast. Í farnum árum er skipaídnaðurin vorðin alt meira globaliser- aður, og tað verður meira og meira eyðsýnt at reiðarar velja ikki egið nationalt flagg til skip síni longur. Val av flaggi er vorðið ein stra- tegisk avgerð, á sama hátt sum einhvør onnur fíggjar- lig strategisk avgerð ið verð- ur tikin av reiðaranum.« »1. januar 2003 vórðu 30228 skip skrásett í øllum heiminum, 15649 av teim- um vórðu skrásett í landin- um har eigarin býr, meðan 14579 skip vórðu skrásett undir fremmandum flaggi. Tá hugt verður eftir deyð- vektini hjá somu skipum, eru 63,4 prosent av henni skrásett undir fremmandum flaggi. Sostatt eru tað fyri tað mesta tey stóru skipini ið verða skrásett uttanfyri landið har eigarin býr.« Sleppa undan skatti Munur er eisini á skipaská- seting og skipaskráseting, vísti Óli Hans H. Olsen víðari á. »Tvey høvuðssløg av skipaskráum eru: afturlatnar skipaskrásetingar og opnar skipaskrásetingar. Tær fyrru seta strong krøv til eigara- viðurskifti og manningar á skipum; lond sum Japan og USA hava afturlatnar skrá- setingar. Tær opnu skipa- Nýggjar vónir til føroyska altjóða skipaskráseting skrásetingarnar loyva reið- arum at skráseta síni skip undir einum og hvørjum flaggi, uttan mun til tjóð- skap. Skipið og reiðarin skulu einans lúka treytirnar fyri skráseting. Krøv verða ikki sett til tjóðskap hjá manningini, men um før- leika. Tær opnu skipaskrá- setingarnar arbeiða meira ella minni á altjóða grundar- lag og eru nógv ávirkaðar av kappingar kreftunum í ídn- aðinum. Opnar skipaskrá- setingar kunnu býtast sund- ur í trý sløg: hentleikafløgg, ætlandi hentleikafløgg og altjóða skipaskrásetingar. Opnar skipaskrásetingar fáa sersømdir viðvíkjandi skatti og avgjøldum.« Hugtakið ‘óheftur ídnað- ur’ hevur onkuntíð verið brúkt um skipaskráseting; hetta sigur nakað um hvussu sjóvinnan kann verða viðfarin øðrvísi enn annar ídnaður í landinum vegna tær serligu kapping- arumstøðurnar hendan vinna hevur. »Hentleikafløgg hava sum høvuðsendamál at bjóða reiðarum kappingar- førar skrásetingartreytir og harvið við avgjøldum for- vinna pening til flaggstatin. Treytirnar eru sera ymiskar, men allar stíla ímóti at geva reiðarum lagaligar treytir, undir hesum at teir ið eiga skipini ikki nýtast at vera borgarar í landinum har skip teirra eru skrásett. Hent- leikafløgg verða ofta knýtt at londum har lítið og onki eftirlit er við skipum og onki nationalt lógarverk er sum regulerar trygdina. Her kunnu nevnast lond sum Cambodia, Panama, Tonga oyggjarnar o.o. Sokallað substandard skip eru sum oftast skrásett undir onkrum av hentleikafløggunum. Hentleikafløgg hava verið brúkt í fleiri hundrað ár í sjóferðslusøguni, og orsøk- irnar til at tey hava verið brúkt, hava verið sera ymiskar. Ætlandi hentleikafløgg líkjast nógv hentleikaskrá- setingunum, við at tey bjóða somu fíggjarligu fyrimunir sum hentleikafløggini. Flaggstatir uttan fullveldi sum reka sjálvstøðugar skipaskrásetingar, eru eitt nú Bermuda (UK), Isle of Man (UK) og Kerguelen (Frakland). Ætlandi hent- leikafløgg eru tjóðskap- arfløgg sum brúka lógar- verkið hjá landinum tey hoyra til, men bjóða fíggjar- ligar fyrimunir til reiðarar sum skráseta síni skip í teirra skrásetingum. Onkur av hesum londunum bjóða reiðarum eitt nú fíggjarligar og løgfrøðiligar tænastur, fyri at fáa inntøkur til sam- felagið tann vegin. Haraftur- at er skattafrælsi í hesum londum, ið av OECD verða nevnd ‘tax havens’. Av altjóða skipaskráset- ingum kunnu nevnast NIS, DIS og aðrar. Skipini í hes- um skrásetingunum fáa ásetingar um strangar tekn- iskar reglugerðir, og eru ofta mannað við fólki úr flaggstatinum; hinvegin hava tey loyvi til at verða mannað við útlendingum. Skipini í hesum skráseting- unum fáa sersømdir í mun til skipini í vanligu skráset- unum, við at tey í ávísum førum sleppa bíligari ella heilt undan at gjalda skatt, ella koma undir serskatta- skipan. Slakað verður í manningarkrøvum soleiðis at manningar ið lúka al- tjóða minstukrøv til før- leika, sleppa at manna tey. Orsøkin til at altjóða skrá- setingarnar verða settar í verk, er at hesar kunnu forða fyri at skip sum eru í vanligu skrásetingunum verða sett undir annað flagg av reiðaranum, fyri at ger- ast meira kappingarfør.« Á hvíta lista Hvat lógarverki viðvíkur, vísti Óli Hans H. Olsen millum annað á at altjóða konventiónir verða gjørdar fyri at harmonisera reglur fyri skip og sjómenn í tí globaliseraðu sjóvinnuni; fyri at fáa sett altjóða regl- urnar í verk, er neyðugt at stjórnin í flagglandinum ratifiserar konventiónirnar. »Hóast fleiri flagglond gera reglur ið líkjast krøvum í konventiónunum, verða hesar reglur ikki roknaðar við av fleiri orsøkum. Týdningarmesta orsøkin er at harmonisering av altjóða regluverkinum ikki er veruleiki. ILO konventiónir- nar vísa til allar sjómenninar umborð; tað ber ikki til at gera mun á sjómonnum, tá tær verða fylgdar. Til tess at lúka krøvin sum kvalitetsskráseting skal flagglandið hava orku til at seta í verk altjóða reglugerðir og skipa fyri at flaggið liggur á hvíta lista í hagtølunum hjá Port State Control; eisini má flagg- landið tryggja at skipini sigla trygt; harafturat má flagglandið hava orku til at skipa fyri at Sjóvinnubrøv ið verða útgivin av flagg- statinum lúka STCW stan- dardir, og at útlendskar manningar á skipunum lúka krøvini til førleika; eisini má landið hava greiðar mannagongdir ið tryggja at skipið lýkur altjóða krøv, áðrenn tað verður skrásett; tað má tryggja sær at ogn- arviðurskiftini eru greið; tað má fylgja standardun- um í STCW konventiónini; og tað má ratifisera IMO og ILO konventiónir. Og fyri at kunna fylgja við og fáa ávirkan á regluverkið, er neyðugt at flagglandið lut- tekur í altjóða tjakinum um ásetan av reglum.« Bárður Nielsen, fíggjar- málaráðharri, greiddi í sínari framløgu millum ann- að frá tí ætlaðu tonsaskipan sum væntandi í næstum fær politiska viðgerð. »Samanumtikið kann sigast at ein tonsaskatta- skipan er neyðug, og ver- andi FAS skipan má broyt- ast; vit skulu samanlagt hava kappingarførar reglur, og endamálið er at skapa virksemi - so koma inntøk- urnar!« Kristin Rasmussen frá Sjómansskúlanum vísti í sínari framløgu á at sjó- vinna, ólíkt fiskivinnu, er í veruleikanum ein tænastu- vinna, og at globaliseringin í løtuni gevur føroyingum eitt serligt høvi til at menna og marknaðarføra eina al- tjóða skipaskráseting. »Tað serliga við einari tænastuvinnu er jú at hon krevur lítla ella onga rá- vøru,« segði hann, »hartil kemur at nógvir medarbeið- arar eru beinleiðis í kontakt við kundan, nógvar avgerðir verða tiknar í samstarvi við kundan, og atferðin hjá medarbeiðarunum ímóti kundanum er ein partur av veitingini.« Tann seinasta framløgan var tann hjá Jan Frits Han- sen frá Danmarks Rederi- forening. Hann greiddi í stuttum frá um ta sera væl eydnaðu donsku sjóvinn- una, og um hvørji krøv reiðarar seta til lóggávuna í einum landi sum vil taka lut í altjóða kappingini um skráseting av skipum. »Fyritreytirnar snúgva seg í stuttum um kapping- arførar reglur, stabilar karmar, heilhugaða langtíð- ar ætlan, og dupultskatta- avtalur.« Bárður Nielsen, landsstýrismaður í sjóvinnu- og fiskivinnumálum, lovaði positiva viðgerð av málinum um aljtóða skipaskráseting Foto: Jens Kristian Vang Eg hevði sett prís upp á um tit hövdu kunnað funnið eina arkivmynd av einum stórum farma- skipi, tangaskipi ella líknandi] Útlitini fyri eina kappingarføra føroyska altjóða skipaskráseting tykjast bjartari, nú málið eftir øllum at døma er komið aftur á dagsskrá hjá Landsstýrinum Fleiri kend andlit vóru at síggja á ráðstevnuni um altjóða skipaskráseting; í miðjuni Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri á Føroya Sjómansskúla Foto: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8