Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 215 - 10. november 2004 Nr. 215 - 10. november 2004 11 Sólvit Simonsen Fyri umleið tveimum árum síðani gjørdi núverandi samgonga – Javnaðarflokk- urin og Sambandsflokkur- in, undanfarnu samgongu til grin, tí teir skuldu seta eykagjald á køkur og soda- vatn. Hvat hendir nú? Jú, nú somu menn eru komnir framat, duga teir ikki at finna uppá nakað annað enn tað, sum teir spottaðu hinar við. Her má orðatakið sannast, »tann, sum gravar eina grøv til ein annan, dettur oftast í hana sjálv- ur«. Her eru tvær føroyskar fyritøkur, sum hava nøkur fólk í arbeiði runt landið og nú skulu tær týnast, hvat tá. Tá ið tað er forgift, tær selja, hví so ikki steðga bara heilt, so er friður av teimum báðum føroysku arbeiðsplássunum. Tað mátti borið til at funnið upp á okkurt annað viðvíkjandi milliónunum, ið skulu skaffast. Nú í heystið er komið og slaktingartíðin upp á tað fagrasta, eru sjónvarp, út- varp og bløð full av lýsing- um, ið selja útlendskt seyðakjøt, sera áhugavert at vera bóndi og noyðast at standa og nikka til hvønn smádrong um at fáa teir at keypa eitt krov frá sær. Hatta er bara eitt dømi. Tað mátti borið til heldur at sett gjald á útlendskar vør- ur og latið tær føroysku vørurnar blivið stuðlaðar við einum minni gjaldi, soleiðis at okkurt ber til at finna uppá hjá einum før- oyingi. Skinnini, ið nú skuldu avskipast, nú liggja tey. Spennandi fyri tann, sum roynir okkurt. Tað er av størsta týdningi fyri arbeiðsplássini, at fiskaarbeiði á landi verður varðveitt. Hetta munnu flestøll vera samd um. Tað er tí sera áhugavert, at landsstýrið nú ætlar at leggja fram tann sokallaða fiskapakkan, ið hevur til endamáls at tryggja, at meira fiskur kemur uppá land í Føroyum. Harvið verða arbeiðs- pláss tryggjað og kanska enntá flutt til Føroya. Fiskurin á Føroyagrunninum er ogn Føroya fólks. Tað kann tí ikki vra rætt, at markanaðar- kreftirnar ráða púra frítt á hesum øki. Her má so mikið av stýring til, at øll samfelagslig fyrilit verða tryggjað. Eitt hitt mest týðandi fyrilitið er spurningurin um at tryggja arbeiðsplássini. Sum støðan er júst nú, so veksur arbeiðsloysið og vandi er fyri, at vit enda í veruligum bú- skapartrupulleikum, hóast einki bendir á, at vit eru á veg ímóti kreppu. Tað er tí skilagott og ábyrgdarfult, at landsstýrið fer inn í hetta mál nú. Fiskapakkin fevnir um nakrar heilt grundleggj- andi broytingar. Ein av hesum er kravið um, at allur fiskur, boðin út á uppboðsølu frá 1. apríl at rokna, skal støddarskiljast. Fyri upsan er hetta tó ikki galdandi fyrr enn 1. september 2005. Hetta dámar av góðum grundum fiska- seljarunum t.v.s. reiðarunum illa. Men her hjálpir lítið at stríðast ímóti, tí støddarskiljng er ein fortreyt fyri, at fiskur á uppboðssølu kann koma føroyskum arbeiðsplássum til góðar. Tað má vera ein troyst fyri fiskaseljararnar, at landsstýrið leggur upp til, at vinnan sjálv skal semjast um, hvussu skipanin við støddarskilj- ingini skal skipast í framtíðini. Ein onnur ætlað broyting er, at tað í framtíðini skal verða loyvt útlendingum at bjóða uppá fisk í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar. Hetta fer at seta størri krøv til føroysku fiskakeypar- arnar, men fer uttan iva sum frá líðar at gagna vinnuni og serstakliga skipasíðuni. Tað hevur leingi verið bíðað í spenningi eftir einum útspæli um fiskin frá landsstýrinum. Nú er út- spælið so komið og lagt fram á sera áhuga- verdari fiskivinnuráðstevnu, sum Føroya Banki hevur skipað fyri. Hetta er eitt frálíkt initiativ frá bankanum og verður hetta vónandi eitt afturvenndandi tiltak. Talan er eisini um tvey álvarsom mál nevniliga um arbeiðsplássini og so um botnlinjuna hjá fiskivinnuni. Bæði hesi hanga saman og politisku myndugleikarnir hava hóast alt tos um marknaðarkreftir ábyrgd- ina av báðum. DAGSINS MEINING Sosialurin Fiskapakki VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Heri Tróndheim Argir Nú stundar heilt væl til býráðsval. Flestu valevnini gera sítt til at siga okkum veljarum frá, hvat tey vilja arbeiða fyri, um tey verða vald. Og tað er púra í lagi. Eg stúrsaði við nú eitt kvøldið, eg koyrdi aftan á einum bussi hjá bussleið- ini. Eitt valevni hjá fólka- flokkinum var vakurt og væl avmyndað á bakrútin- um, og slagorðið fyri valið hjá flokkinum stóð prentað við týðiligum støvum: Tórshavn fyrst og fremst. Eg má siga, at eg varð heilt undarliga við, at fólk, sum bjóða seg fram sum valevni, kunnu hava verið so tankaleys við orðingini. Vit tosa um Føroya størstu kommunu, og ikki er sjón- arringurin víðari enn Havn- in. Okkum dámar væl Havn- ina, hon er okkara høvuðs- staður, ein hugnaligur býur, sum dregur at sær. Men til eitt býráðsval, har tólv bygdir ella øki eru við í somu kommunu, hevði eg væntað eitt lítið sindur av umtanka. Veljarar til bý- ráðsvalið í Tórshavnar kommunu eru fólk úr Nólsoy, av Argjum, av Hvítanesi, úr Hoyvík, úr Kollafirði, úr Kirkjubø, av Velbastað, úr Norðradali, úr Syðradali og úr Kaldbak, úr Koltri og úr Hesti. Og so brúka slagorðið "Tórs- havn fyrst og fremst" Tit máttu hugsað, hvussu vána- lig orðing hetta er og havt víðari sjónarring, enn hetta sigur. Meina tit við hesum, at vit hugsa um Havnina fyrst og fremst, og so koma hini plássini aftaná, um fíggjarligur møguleiki er? Staðanøvnini ella bygda- nøvnini hvørva ikki við eini kommunusamanlegg- ing. Eg veit væl, at tit siga, tit eru býráðslimir fyri alla kommununa, og meina tað eisini. Men so kundu tit havt brúkt slagorðið "Tórshavnar kommuna fyrst og fremst." Hetta er ov vánaligt og ikki um- hugsað. Tit særa ein ómeta- liga stóran part av borgar- unum í kommununi. Sama er ofta við tíðinda- miðlunum. Tað tykist vera ótrúliga tungt at læra seg at siga og skriva Tórshavnar kommuna heldur enn Havnin. Barnaansingin í Havn, skúlarnir í Havn, eldrarøktin í Havn, har tað eigur at verða sagt og skriv- að í Tórshavnar kommunu. Ein kommunusamanlegg- ing merkir ikki annað, enn at vit hava lagt fyrisitingina av tveimum ella fleiri kommunum saman í eina fyrisiting. Bygdirnar og býirnir liggja framvegis í sama staði og bera síni nøvn. So góðu fólk, lærið tykkum hetta, og eg ynski eitt gott val fyri øll í Tórs- havnar kommunu. Havnin ella Tórshavnar kommuna Avgjaldspolitikkur TÍÐINDASKRIV Felagið Peningastovnar Í sambandi við ætlanirnar um at leggja Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya saman leysgav Landsbank- in tann 30. í farna mánað eitt tíðindaskriv, har Lands- bankin tekur til orða ímóti hesum ætlanum. Undir vanligum umstøð- um er hetta neyvan eitt kjak, sum privatu peninga- stovnarnir áttu at kent trongd til at luttikið í. Av tí at peningastovnarnir eru ein partur av baklandi Landsbankans (saman við tryggingarfeløgunum til- nevna peningastovnarnir ein av limunum í umsjónar- ráði Landsbankans), og tíðindaskrivið inniheldur eina røð av útsagnum, sum kunnu hava við sær mis- skiljingar av viðurskiftum peningastovnanna, hava vit kortini ynskt at gera ein- stakar viðmerkingar til tíðindaskrivið. Landsstýrið (Gjald-stov- an) kann eins væl sjálv plasera gjaldføri sítt Landsbankin ger galdandi, at av tí at politisku mynd- ugleikarnir kunnu setast undir trýst, um hvar og hvussu tiltaksgjaldførið skal plaserast, eigur henda uppgáva at verða røkt av einum fakligum stovni utt- an fyri málsræðið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Peningastovnarnir meta hesa framseting undrunar- verda. Tað má tó metast óhugsandi, at peninga- stovnarnir royna at ávirka gjaldførisplaseringar lands- stýrissins við trýsti, og líka óhugsandi er, at landsstýrið letur seg trýsta. Og hvør er annars avleiðingin av fram- seting Landsbankans? Skulu so øll, sum ráða yvir yvirskotsgjaldføri, lata Landsbankanum hetta at plasera? Tað er neyvan ein- ans landsstýrið, sum í so fall kann verða sett undir trýst? Føroyar eru ikki ein sjálvstøðugur kredittmarknaður Landsbankin ger galdandi, at í Føroyum er ein sjálv- støðugur kredittmarknaður (og at tað tí er høpi í, at Landsbankin ger metingar av vøkstrinum í útlánum hjá føroyskum peninga- stovnum sammett við vøksturin í bruttotjóðar- úrtøkuni). Landsbankin førir fram - og hetta vekur undran millum peninga- stovnarnar - at hann hevur heildareftirlit við fíggjar- stovnunum, og at hann hev- ur til uppgávu at hava eyg- uni við samlaðu lánsveit- anini í samfelagnum, og at hann sostatt í góðari tíð kann virka við til at fyri- byrgja búskaparkreppum. Her ger Landsbankin seg sekan í eini misskiljing. Føroyski peninga- og láns- marknaðurin er partur av danska peninga- og láns- marknaðinum og hevur ver- ið tað, síðani vit í Føroyum - ógvuliga skilagott - tóku av allar bindingar á pen- ingaflytingingum millum lond, og tóku av serligu reglurnar fyri rentuskatt. Tað hevði við sær van- lukkuligar avleiðingar fyri búskapin, at Føroyar í 1980-unum við serligum skattareglum fyrigyklaðu sær ein serføroyskan pen- inga- og útlánsmarknað. Hesa roynd eiga vit ikki at gera aftur. Tað er sostatt einki høpi í, tá Landsbankin sigur, at gongdin í útlánum hjá føroyskum peningastovn- um lýsir gongdina í saml- aðu lánsupptøkuni í Føroy- um. Føroyingar kunnu eftir vild taka upp lán hjá út- lendskum peningastovnum. At hetta kemur fyri í stóran mun vita tey, sum bara hava eitt vet av innliti í peninga- og útlánsmarknaðin. Tað hevði tí verið ógvu- liga órímiligt - og púra utt- an virknað - um Lands- bankin kom til ta niður- støðu, at útlánsvøksturin í Føroyum var ov stórur, og myndugleikarnir tí áløgdu føroyskum peningastovn- um avmarkingar, meðan útlendskir peningastovnar ótarnaðir kundu hildið fram við útlánsvirksemi sínum í Føroyum. Er dupult eftirlit við peningastovnunum sett á stovn? Peningastovnarnir halda tað vera av stórum týdningi at fáa avgjørt, um eftirlitið við føroysku peningastovnun- um verður framt av Fíggj- areftirlitinum, Landsbanka Føroya ella Fíggjareftirlit- inum og Landsbanka Før- oya í felag. Tað er neyðugt hjá okkum at vita, hvønn veg vit skulu venda antenn- um okkara. Landsbankin er ikki ein tjóðbanki Landsbanki Føroya førir annars fram, at tað hevði verið í andsøgn til altjóða gongdina at tryggja tjóð- bankum (miðbankum) størri sjálvstøðu, um Landsbankin varð niður- lagdur sum sjálvstøðugur stovnur. Landsbanki Føroya er ikki ein tjóðbanki. Tað er einans høpi í einum tjóð- banka, um avvarðandi land hevur egið gjaldoyra. Egið gjaldoyra er ein fyritreyt fyri - við broytingum í gjaldoyrakursinum - at hava møguleika at ávirka kappingarevnini mótvegis øðrum londum. Egið gjald- oyra er somuleiðis ein fyri- treyt fyri at hava møguleika at broyta rentustigið og har- við ávirka konjunkturarnar. Danmarks Nationalbank, ikki Landsbanki Føroya, kann ávirka peninga- mongdina. Talan er um sisyfosarbeiði, tá Lands- bankin setur sær fyri at ávirka gjaldførið í Føroyum við annaðhvørt at flyta al- menna gjaldførið til ella úr landinum. Føroysku pen- ingastovnarnir, sum eru fullgildir luttakarar á danska peningamarknaðin- um, kunnu skjótari enn snarljósið flyta líka nógvan, og meira, pening øvugtan veg. - - - - - - - - - Landsbanki Føroya hevur stutt og greitt ikki neyðugu amboðini til at hava møgu- leika at ávirka rentuna ella at føra penga- og gjald- oyrapolitikk. At Lands- bankin orsakað av mangl- andi øðrum, og betri, upp- gávum hevur sett sær fyri at hava eftirlit við føroysku peningastovnunum er ikki bara undrunarvert, tað er eisini óneyðugt. Landsbankin og peningastovnarnir C M Y K 11 10