Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 215 - 10. november 2004 Nr. 215 - 10. november 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Leygardagin 6. november var hugna- løta á Føroya Sjó- mansskúla í samband við at Óli Olsen signeraði nýggju bók- ina »Sigling og út- búgving II«. Hetta er seinna bókin, ið hann hevur skrivað um sigling og útbúgving í Føroyum MÓTTØKA Myndir: Magnus Gunnarsson Hugnaløtan byrjaði við, at Óli Olsen beyð øllum at vera vælkomin. Hann helt eisini røðu, har hann segði frá ymiskum áhugaverdum upplivingum, bæði meðan hann sigldi úti og í arbeiðinum at savna tilfar til bøkurnar, hann hevur skrivað. Hann segði m.a. frá hvussu hann fann konu sína. Tað var soleiðis, at tá Óli varð liðugur við skipsfør- araútbúgving sína í 1973, fór hann út at sigla við 50.000 tons stóra farma- skipinum »Olivia Mærsk« hja reiðarínum A. P. Møller. Hann fór umborð í Rotter- dam. Tá teir komu til Japan, mynstraði Aase, ið seinni gjørdist kona hansara, sum stewardessa við skipinum. Tey komu at kennast har umborð, giftust og búsett- ust í Danmark, hiðani Aase er ættað. Í 1979 fluttu tey til Før- oya, og Óli fór á lærara- skúla í 1983. Í 1987 gjørd- ist hann lærari á Føroya Sjómansskúla. Aase og Óli búgva á Argjum, tey eiga tvær vaksnar døtur, sum í løtuni eru í Danmark í lestrar- ørindum. Hilmar Kass, fyrrverandi sjómansskúlalærari, helt ein sera áhugaverda røðu, har hann m.a. segði frá hvussu umstøðurnar vóru, tá hann byrjaði á stýrimans- skúlanum í Havn í 1948. Einastu amboðini lærararn- ir høvdu vóru sekstantur og kumpass. Hann segði eisini frá menningini av skúlan- um fram til dagin í dag. Hilmar Kass var lærari á Føroya Sjómansskúla frá 1969 til 1994. Nógv fólk vóru komin saman á Sjómansskúlanum hendan dagin, nógvir uppi- lagstir stýrimenn og skipar- ar og nógv teirra, sum hava havt við Sjómansskúlan at gera. Stórur áhugi var fyri nýggju bókini »Sigling og útbúgving II«, sum kom út hendan dagin, og Óli sign- eraði. Óli fann konu sína í Japan Aase Bømler Olsen og Óli Olsen. Tey møttust umboð á farmaskipinum Oliviu Mærsk í 1973, har Óli var stýrimaður og hon stewardessa Óli Olsen legði fram bókina »Sigling og útbúgving II«. Hann segði í røðu síni m.a. frá ymiskum áhugaverdum upplivingum meðan hann sigldi úti Stórur áhugi var fyri nýggju bókini, sum Óli signeraði. Her eru tað Daniel Johan Poulsen, fyrrverandi stjóri á Sjómansskúlan- um, Christian Poulsen, lærari á skúlanum, og Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, sum vilja hava eina autograf Hilmar Kass, fyrrverandi sjómansskúlalærari, helt ein sera áhugaverda røðu Tveir fyrrverandi sjómansskúlanæmingar, brøðurnir Benjamin og John Joensen, og Jákup Andreas Arge, sum hevur hjálpt til við myndum til bókina. Aftan fyri síggjast Sonja og Jens Vilheln Danielsen Tórbjørn Poulsen, fyrrverandi landsstýrismaður, og Jóannes Skaale, fyrrverandi lærari á Sjómansskúlanum Kristian Meitil við harmoniku og Andras Danielsen við gittara spældu á hugnaløtuni NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 10. oktober. Luther. Sjálvandi ikki komin í álmanakkarnar sum halgimenni, men dagurin er í luthersku kirkjuni settur sum minningardagur hansara. Hann varð borin í heim 10. november 1483 í Eisleben í Týsklandi. Síðan greinin um sjey systkin, ið vóru og vitjaðu yngsta beiggja teirra, Poul, sum fylti 60 ár, stóð í Sosialinum, (nr. 212 frá 5. november 2004), er eitt ískoyti komið, um at tey 8 systkini eisini áttu eina hálvsystir, Elisabeth, sum doyði í 1985. Frágreiðingin er tann at pápi Poul, Jens Olsen, giftist við Elisabeth Pouls- en av Eiði, og fingu tey oman fyri nevndu Elisabeth saman. Hon fekk sama navn sum mamman, ið doyði á barsilssong, tá hon varð fødd. Hendan Elisabeth giftist við Arna Johansen av Tvør- oyri, har tey búsettust. Tey fingu níggju børn saman. Elisabeth doyði í 1985, 63 ára gomul. Jens giftist upp aftur við Josefinu Matras, ið var ættað frá Gjógv. Hon var mamma til tey átta systkini á myndini. Í dag, 10. nov. 2004, verður Tekniski Skúlin í Tórshavn 70 ár. Tað var Havnar Handverksmeistarafel ag, sum tók stig til at seta skúlan á stovn tann 10. november 1934. Í hesum sambandi verður móttøka á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin TÍÐINDASKRIV Millum teirra sum tóku stig til skúlan vóru Vilhelm Nielsen, smiðjumeistari, og Johannes Simonsen, múr- arameistari. Fyrsti fyristøðumaður var Johannes Simonsen, og Vilhelm Nielsen var fyrsti stýrisformaður. Í 1935 var skúlin stats- góðkendur, og rindaði stat- urin 40 prosent til rakst- urin. Áhugavert er at nevna í hesum »samanleggingar- tíðum«, at í 1945 bjóðaði Tórshavnar býráð Tekniska Skúlanum í Tórshavn hús- ini hjá V.B.V. til undirvís- ingarbrúk. Treytin var tó, at har skuldi eisini Føroya Studentaskúli fáa húsrúmd. Sostatt kann sigast at spírin til »Skúladepilsætlanina« helst var »kjølfest« longu tá, fyri knøppum 60 árum síðani. Í dag eru umleið 200 ársnæmingar á skúlanum. Av tí at ein stórur partur av næmingunum eru lærling- ar, sum partvís eru á læru- plássinum og partvís eru í skúla, hava umleið 500 lærlingar og næmingar til- knýti til skúlan. Umleið 70 fólk starvast á Tekniska Skúlanum í Tórs- havn, og svarar hetta til um- leið 55 ársverk. Tekniski Skúlin í Tórs- havn er sum kunnugt ein av teimum trimum skúlunum, sum í framtíðini skal húsast í Skúladeplinum við Marknagilsvegin, og sær Egon Øregaard, skúlastjóri, hetta sum eina sera fram- komna hugsan við nógvum møguleikum fyri teimum ungu sum í framtíðini hava ætlanir um at fáa sær eina útbúgving í Føroyum. Somuleiðis eru stórir møguleikar hjá høvuðs- staðarkommununi at fáa eitt virkið skúla og útbúgv- ingarumhvørvi í høvuðs- staðnum, har eisini mentan- arlívið kann fáa bestu karmar at virka undir. Mikudagin 10. november frá kl. 15-17 verður almenn móttøka á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin, har m.a. landsstýrismaðurin í Mentamálum kemur at bera fram eina heilsan. Eisini verður eitt snotuligt 70 ára føðingardagsrit lagt fram undir móttøkuni. Myndirn- ar eru úr føðingardagsrit- inum. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á 80 ára føðingardegnum 17. oktober. Takk fyri gávur, blómur, fjarrit og heilsanir. Leivur Joensen Sandavági Malmberg Simonsen Sørvágur andaðist á Landssjúkrahúsinum 6. november, 84 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikudagin 10. november kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju hósdagin 11. november kl. 13.30. Familjunnar vegna Herborg, Karin, Mikkjal, Daniella og Esmar Tey, ið vilja minnast Malmberg, kunnu lata einkju- grunninum eina peningagávu, konto í peningastovnunum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Turid Maria Hansen Tórshavn ættað úr Klaksvík doyði og varð jarðað. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Lágargarði. Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar. Tøkk fyri blómur og kransar, og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Elsa, Asbjørn og Páll Eisini ein hálvsystir Átta systkin avmyndað saman fyri fyrstu ferð nakrantíð: Frá vinstru: Jákup Matras Olsen, Trongisvágur, Jastrid Drag- sten, Keypmannahavn, Maria Eliasson, Keypmannahavn, Poul Olsen, Rødbyhavn, Óli Jákup Olsen, Trongisvágur, Cederfelt Olsen, Tvøroyri, Solveig Lowe, Darlington, England og Tórolvur Mohr Olsen, Sandur Elisabeth Johansen var hálvsystir til hini átta á myndini Tekniski Skúlin í Tórshavn 70 ár: Hátíðarhald á Skúlaheiminum Fíliskúlin byrjaði í leigaðum hølum í Jekaragøtu. Á myndini er tríggir av stýrislimunum, f.v.: Leif Mohr, Absalon Eysturoy og Helgi Øster Fyrsta verkliga undirvísingin var innan hárfríðkan. Hendan undirvísingin byrjaði í kjallaranum á skúlaheiminum í Konga- gøtu C M Y K 13 12