Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 10. november 2004 15 14 Nr. 215 - 10. november 2004 Nakið, húðleyst, van- vart og sóttreinsað fyri estetiskar neyð- semjur. Lukturin á Meiarínum nú um dagarnar er ikki fyri fínar nasar, men finn teg í honum, og tú verður ikki so lítið klókari, tá tú hittir Elling og Kjell Bjarna og og teirra vinfólk SJÓNLEIKUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Riing! ... Riiing! ... Riiiing!! Hjarta dukar í bringuni, sveittutu hendurnar knýt- ast, so knúgvarnir gerast kritahvítir. Elling stendur sum nelgdur í gólvið og starir at telefonini. Hann er um at bresta í grát, tað er nú ella ongantíð. Bara eitt fet afturat yvir móti telefonini, bara eitt ... Men gakk - dirvið svíkur Elling, sum ikki einaferð fyrr. Orðini hjá Janu frá Almanna- stovuni mala í høvdinum og gera hann í ørviti: "Minst til, klárar avtalur, fastar rammur, út at hitta fólk, annars rúka tit lúkst inn aftur á stovnin." Og tað má ikki henda, tí so fær Kjell Bjarni ong- antíð eitt lítið, og so sleppur Elling ikki at mála stovuna appelsingula. Sovorðnir møguleikar mugu ikki gleppa teimum av hondum júst nú, teir hava fingið sína egnu leiligheit og skulu meldast inn í virkelig- heitina. Smáu frávikini Leiklistarliga er tað neyvan nakar ivi um, at tað eru teir báðir Hans Torgarð og Bárður Persson í leiklutun- um sum ávikavist Elling og Kjell Bjarni, sum eiga nýggja leikin hjá Grímu við sínum frálíka spæli. Hóast Elling og Kjell Bjarni inn ímillum orða seg á ein sera skilagóðan hátt, so ivast tú sum áskoðari ongantíð í, at teir eru øðrvísi - at okkurt er, sum fer at geva teimum trupulleikar úti í virkelig- heitini. Og tað er ikki tí gongulag, rødd, hábrøgd ella andlitsútrykk eru so ógvusliga býttislig ella láturlig. Gamaní, tá Bárður Persson fer í einum lopi eftir pallinum í sínum reyvasíðu joggingbuksum inn í køkin, har hann stend- ur og dukar høvdið móti skápshurðini ella byrjar at skumpa okkurt etandi inn í munnin - tá veist tú, at okkurt er við Kjell Bjarna, sum tað ikki er hjá van- ligum fólkum. Men slík herðindi eru ikki tað, sum eyðkennir spælið ella per- sónarnar. Heldur eru tað smáu men støðugu frávik- ini í mátanum at tosa, svara aftur, forvitnast og undrast, sum skapa persónarnar og gera teir so sannførandi. So vítt eg dugi at síggja, liggur størsta avbjóðingin í leiklutinum sum Elling í at finna júst tað røttu saman- setingina av góðvarni og in- tellektuellum ovlæti, og samanumtikið eydnast tað Hans Torgarð at finna javn- vágina. Samstundis er hann í allar mátar so ófimisligur, kantuntur og pínligur, at tú kreppur tærnar í skóðnum, men eg má viðganga, at tað tók mær eina løtu, áðrenn eg rættiliga fekk livað meg inn í hansara leiklut. Hetta kom uttan iva av teimum brotunum, har Elling bara hálvavegna traðkar út úr leiklutinum sum Elling og vendir sær til áskoðarnar at greiða frá onkrum í for- tíðini, ella hví hann til dømis lýgur so illa fyri Kjell Bjarna. Hesi brotini órógvaðu inntrykkið av Elling, tí í næstu løtu er hann aftur tann Elling, sum kanska meir enn Kjell Bjarni hevur brúk fyri øll- um lygnunum. "Fortel meir Elling. Eg skíti á, um tað er lygn!", rópar tann ovurspenti Kjell Bjarni og fer beint inn beint inn í hjarta hjá áskoð- arnum - bæði tí Bárður Persson sær út til at kenna seg so væl í leiklutinum, og tí tilveran hjá Kjell Bjarna tykist at vera so vælsignaða einføld. Gev honum okkurt at reparera og fóðra hann við eitt sindur av mati og lygnum um sex, so kann hann ikki ynskja sær meir av lívinum.. Og tó - pínda úttrykkið í andlitinum, tá hann spyr Elling, um tað passar, at tað er nakað upp- reklamerað fjas at mogga, gevur illgruna um, at okk- urt stingur djúpri í hesum eyðagóða buldribassanum. Hann er ein skaddur lítil drongur, fangaður í einum vaksnum kroppi, eins og Elling er fangaður í sínum neurosum, men hvørgin teirra hava nakrastaðni at flýggja. Projekt ‘virkeligheit’ Uttan mun til, hvussu fegin Elling, Kjell Bjarni ella Jana vilja realisera projekt "Elling og Kjell Bjarni í virkeligheitini", so verður ætlanin ein hvørvisjón. Kjell Bjarni megnar eitt nú ongantíð at brúka telefon- ina til annað enn at sita passivt og lurta, meðan ein kvinnrødd stunar í hinum endanum á sex-linjuni. Og hóast tað til endan eydnast teimum at fara til handils, út at eta og hitta fólk, so vera teir í besta føri verandi náðileyst fangaðir í einum sosialum ongamannlandi, uttan at nakar kann forklára teimum hví á ein hátt, so teir skilja tað. Einasta brotið í leikinum, har ein triði persónur er saman við Elling og Kjell Bjarna, og øll framvegis eru á jøvnum føti í eini nøkun- lunda normalari gerandis- støðu, er, tá teir báðir hava bjóðað Randi inn at eta døg- ur. Men tað slepst ikki und- an, at hetta er eitt selskap, sum við sínum ósaman- hangandi práti og primitiva humori og málburði rópar til himmals av "undirklassa" í okkara eygum - ikki júst tað, Jana ella vit onnur vónaðu, at Elling og Kjell Bjarni fóru at finna. Vanvart Og hvat um tað? Hvat so, um yndisgentan her á fold- um fyri Kjell Bjarna, liggur deyðadrukkin og spýr í einum stóli við stórum búki, tí hon er uppá vegin við einum tilvildarligaum spanióla. Hvat so, um Elling billar sær inn, at hann er vorðin skald við at stinga smáar yrkingar niður í havragrýnspakkar í handl- inum og misskilur umrøð- una, ið stendst av hesum í bløðunum? Hetta er fyrst og fremst søgan hjá Elling og Kjell Bjarna um teirra vinarlag, eydnu og nøgd- semi - ein vanvard søga sum fer í fillur, um hon kemur í skeivar hendur. Móti endanum hava teir fingið sær hvør sína kettu at vera góðir við, teir hava hitt Randi og taka sær av henni, Kjell Bjarni hevur forelskað seg í henni, og í sínum dreymum er Elling í ferð at kollvelta allan skaldaheimin. Og umsíðir eydnast tað enntá Elling at brúka telefonina, men tað er tí, hann roynir at bjarga lívinum hjá Randi og har- við kærleikanum hjá Kjell Bjarna, og ikki tí hann skal ringja til onkran úti í virke- ligheitini. Alt hetta hendir uttan hjálpina hjá Janu. Men hinvegin, tað var jú hon, sum skaffaði teimum íbúðina. Í so máta røkkur tað góða heilt inn í Al- mannastovuna - og tað er ikki so lítið ... Ongar neyðsemjur Søgan um Elling og Kjell Bjarna er spillnakin og húðleys og sóttreinsað fyri neyðsemjur, sum skulu fáa leikin at glíða betri niður. Tá kettan hevur skitið á gólvið, verður lorturin liggjandi, inntil onkur tekur hann upp. Og um man spýr, tá man liggur avdottin, kann tað henda, at okkurt hongur eftir rundan um munnin, meðan restin av tí hvítgula, ólekra greytinum rennur oman eftir kjólan- um. Og um vit ella mál- reinsarar vilja tað ella ikki, eitur tað ‘leiligheit’ og ‘virkeligheit’ og ‘snedugt’, tí soleiðis siga Elling, Kjell Bjarni og Randi, og tí ber tað ikki til at siga nakað annað. Málburðurin og dialogur- in í leikinum er tann mest væleydnaði, eg havi hoyrt á palli í Føroyum leingi. Meginpartin av tíðini tykist tað næstan sum, at leikarnir sjálvir gera av, hvat teir ætla sær at siga og lata kenslurnar og løtuna gera av, hvussu og nær ella um teir yvirhøvur siga tað. Og lukkutíð hevur ein føroysk- ur týðari fyri einaferð skyld torað at tikið eina avgjørda avgerð, sum sparkar mál- kjakið út úr rætt-ella-skeivt sumpinum og orðabók- unum og út á vøllin, har bæði A og B liðið hava líka góðan kjans at lofta. "Elling og Kjell Bjarni" á Meiarínum: "Eg skíti á, um tað er lygn!" Úr leikinum "Elling og Kjell Bjarni" C M Y K 14