mikudagur 10. november 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 215 - 10. november 2004
Nr. 215 - 10. november 2004
17
Orðini í yvirskriftini
eigur løgmaður í
heilsan sínari til
Heimamissiónina,
sum nú hevur 100 ár
á baki. Og sanniliga
var eisini gleði- og
hátíðardámur í legu-
húsinum í Nesvík
mánakvøldið. Veitsl-
an byrjaði við einum
tiltaki fyri børn og
endanði við ung-
dómscafè. Um 1300
fólk vóru við til
hátíðarhaldið
HÁTÍÐARHALD
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Millum teir mongu hundr-
að gestirnar, sum savnaðust
í leguhúsinum í Nesvík
mánakvøldið, vóru Jóannes
Eidesgaard,
løgmaður,
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður og Hans Jacob
Joensen, bispur.
Allir tríggir bóru fram
heilsanir í samband við
stóra dagin og vístu á,
hvussu stóran týdning ar-
beiðið hjá Heimamissiónin
hevur havt og hevur fyri
land okkara.
Sosialurin nýtti eisini
høvið hetta kvøldið at vitja
í Nesvík við myndatólin-
um.
Vit prenta her røðurnar
hjá løgmanni og landsstýr-
ismanninum.
Seinni fara vit at endur-
geva úr røðuni hjá bispi.
Eisini fara vit við myndum
og orðum siga frá barna-til-
takinum, har skótar og
sunnudagsskúlabørn hugn-
aðu og stuttleikaðu sær
saman.
Tað er ikki smávegis ávøkst vit í dag samgleðast um
Heilsan til Heimamissiónina
á 100 ára hátíðarhaldinum
8. november 2004
100 ár eru liðin síðani virk-
semið hjá Heimamissiónini
byrjaði í 1904. Ein felagsskap-
ur, sum 100 ár seinni skuldi
vísa seg at gerast ein hin virk-
nasti í landinum. Hesin felags-
skapur ber í dag heitið Kirkju-
liga Heimamissiónin í Føroy-
um.
Heimamissiónin festi røtur í
eini samtíð, tá fríkirkjurnar
myndaðu eitt nýtt rák í tí
kristna felagslívinum, sum var
ein liður í eini demokratiser-
ingsprosess innan kristnilív
sum heild. Tað tryggjaða tali-
trúar- og samlingsfrælsið í
grundlógini stóð sína roynd
við fríkirkjunum, sum skipaðu
síni
egnu
trúarsamfeløg.
Heimamissiónin skipaði seg
sum eina leikmannarørslu
innan kirkjunnar karmar.
Við trúbótini kom Skriftin til
fólkið, við leikmannarørslun-
um kom prædikan til fólkið.
Tað, sum kirkjan var fyri lærda
trúboðan, var Heimamissi-
ónin fyri leikmannatrúboðan.
Her bleiv trúgvin individu-
aliserað,her var dentur lagdur
á persónliga trúgv og vitnis-
burð, og her slapp tann mein-
igi maðurin at taka til orð-
anna.
Hugtakið "orðið er frítt"
gjørdist fastur táttur í møti-
virkseminum, og persónligar
royndir frá harðbalnum sjólívi
og gerandislívi á landi mynd-
aðu talur og vitnisburðir.
Demokratiseringin av orð-
inum víðkaði um virkisøkið
hjá kirkjuni, og kirkjufólkið
gjørdist ein berandi partur í
virkseminum
hjá
heima-
missiónini. Virksemið fevnir
um øll ættarlið, har eitt ætt-
arlið sleppur, tekur tað næsta
við. Mong hava gjøgnum ár
og dag á ein ella annan hátt
havt tilknýti til heimamiss-
iónina, tað verið seg á sunnu-
dagsskúla,
ungdómslegu,
missiónsviku, sangskeiði ella
gjøgnum
hjálparvirksemið
hjá Bláa Krossi.
Sjómanslívið hevur altíð
staðið Heimamissiónini nær.
Heimamissiónin var við til at
byggja sjómansheim í Havn,
Klaksvík, Runavík og í Íslandi.
Allahalgannahaldið, sum júst
hevur verið, verður fyriskipað
av sjómansheiminum,og sum
siður er, heldur løgmaður
røðu og leggur krans við
minnisvarðan.
Sjómanskvinnuringarnir
kring landið gera eitt fyri-
myndarligt arbeiði at virka og
senda jólapakkar til sjómenn-
inar ár eftir ár, og sjómans-
trúboðari syrgir trúfast fyri, at
andaligi førningurin er við í
høvuðsvinnu okkara bæði á
útferð og heimferð.
Nú heystið er, kunnu vit
spyrja, hvussu skarst. Tað grør
um gangandi fót, sigur orða-
takið, og her hava mangar
føtur gingið. Tað er ikki smá-
vegis ávøkst, vit í dag kunnu
samgleðast um. Tað ovur-
honds stóra og umfatandi
virksemið hjá Heimamissi-
ónini er krúnan á verkinum
eftir øll hesi 100 árini.
Virðismiklir varðar prógva
hetta í dag: missiónshús, sjó-
mansheim, leguhús, trúboð-
arar heima og úti, sunnu-
dagskúlar, skeiðvirksemi, ráð-
geving, viðgerð, sangskeið,
sangbøkur, fløgur, bókaút-
gávur og tíðindablað alt á
egnum forlagi bera boð um
tað.
Stóra tøkk skal Heimamissi-
ónin eiga fyri tað sera týdn-
ingarmikla arbeiðið, hon ger
fyri samfelag okkara, heil-
hjartað og ólønt. Samfelagið
hevur tørv á slíkum upp-
byggjandi
virksemi,
sum
hevur ans fyri børnum, ung-
dómi, kvinnum og monnum.
Hetta er fyrimyndarligt og
kann ikki virðismetast nóg
høgt.Takk øll somul.
Vegna Føroya Landsstýri
fari eg at enda at ynskja tykk-
um hjartaliga til lukku við
teimum fyrstu 100 árunum og
biðja góðan byr í orði og verki
tykkara fyri framman.
Jóannes Eidesgaard
løgmaður
Háttvirda samkoma.
Eg fari fyrst at takka fyri
innbjóðingina - og má siga, at
tað er mær ein stór gleði sum
landsstýrismaður í mentamál-
um at fáa høvi í dag at bera
eina heilsu fram,nú tit í Kirkju-
ligu Heimamissiónini halda
tykkara hundrað ára dag.
Øll vit, sum eru uppvaksin
her á landi,kenna heimamissi-
ónina ella indremissiónina, tí
missiónshús eru jú í nærum
hvørjari bygd, og vit hava sæð
tað ígjøgnum lívið, hvør á
okkara lokala plássið, hvussu
nógv arbeiði er lagt í hetta -
eg hugsi um øll hesi trúføstu
menniskjuni, ið hava lagt lív
og sál í hetta arbeiði.
Eingin dugir at meta um,og
tað verður bara ævinleikin, ið
fer at opinbera, hvussu stóran
týdning tykkara arbeiði hevur
havt fyri okkara tjóð ígjøgnum
øll hesi mongu ár.
Jú, Heimamissiónin hevur
verið virkin og er framvegis
sera sjónlig í tí føroyska sam-
felagnum. Til dømis røkir
Heimamissiónin stórar og
týðandi uppgávur í føroyska
barna- og ungdómslívinum.
Eg hugsi ikki minst um allar
sunnudagsskúlarnar - nærum
60 í tali, hugsi eg - sum eru í
næstan hvørjari bygd kring
landið.
Hetta er at gleðast um, tí
tað er júst í barna- og ung-
dómsárunum at fundamentið
undir tí kristnu trúnni verður
lagt, ment og ført víðari, og er
hetta tí ein tann mest týðandi
tátturin í kirkjuligum arbeiði.
Sálomon sigur í orðatøk-
unum: "Lær hin unga leiðina,
ið hann skal ganga, so víkur
hann ikki av henni, heldur ikki
tá ið hann verður gamal."
Góð kristin uppaling hevur
varðveitandi og uppbyggj-
andi ávirkan á alla ta føroysku
mentanina og samfelagið
sum heild, og er eitt gott
mótspæl til alla ta negativu
ávirkan, sum floymir inn yvir
okkum uttan úr heimi.
Og her er ikki minst at
nevna tað veldiga arbeiði, ið
verður gjørt út frá hesum húsi,
og eg hugsi her serliga um
allar summarlegurnar, sum
eru á hvørjum ári. Í fjør vóru
ikki færri enn 1200 børn frá 2.
til 7. flokk á hesum legum.
Tað er vónleyst, í stuttari
røðu, at koma inn á alt tað
stóra virksemið, ið Heima-
missiónin stendur fyri. Eg
hugsi um juniorarbeiði,barna-
kór, barnaringar og ungdóms-
arbeiði annars, arbeiði fyri at
styrkja familjuna og ikki minst
sang- og tónleikaarbeiði.
Tann virkna sangmentanin
hjá Heimamissiónini við fleiri
góðum sangkórum er eisini
ein dyggur stuðul undir øllum
tí kristiliga arbeiðinum, og eg
haldi, at sangskeiðini, sum tit
hava skipa fyri í mong ár, hava
havt sera stóran týdning fyri
menningina í sambandi við
sang og tónleik.
Sangur og tónleikur fyllir so
nógv í tí kristiliga arbeiðinum,
og vit vita øll, hvussu stóran
týdning tað hevur - ikki minst
fyri at fáa tey ungu við - at vit
eisini fylgja við á tí økinum.
Umframt tað stóra heima-
missións arbeiði, ið Kirkjuliga
Heimamissiónin ger, so fevnir
Kirkjuliga Heimamissiónin eis-
ini um bæði sjómans-missi-ón
og útimissión við virðis-mikl-
um
uppgávum.
Sjómans-
missiónin við m.a. sjómans-
trúboðara, sjómansheimum
og sjómanskvinnuringinum
ger eitt megnar arbeiði fyri at
boða gleðiboðskapin fyri okk-
ara sjófólki, og verður hetta
gjørt bæði við tí talaða og
skrivaða orðinum, við jólagáv-
um og á annan hátt.
Eisini fegnist eg um úti-
missióna, ið Kirkjuliga Heima-
missiónin hevur ábyrgdina av.
Føroyingar hava nógvar trú-
boðarar úti í heimi, og eg
hugsi, at hetta er nakað, vit
mangan hugsa ov lítið um.
Andaliga hevur tað stóran
týdning fyri okkum heima í
Føroyum at vera við til at
senda trúboðarar út, og eg eri
sannførdur um, at hetta er til
stóra signing fyri okkum sum
tjóð.
Nú eri eg sjálvur vaksin upp
í einari fríkirkju, sum á so
mangan hátt í arbeiðshátti
líkist Heimamissiónini, og eg
kenni sera væl tað stóra ar-
beiði, sum einstaklingar - trú-
føst
menniskju,
sum
eg
nevndi at byrja við - leggja í
samkomuarbeiði. Ofta menn-
iskju, sum annars einki gera
um seg, men eru vitar, sum
lýsa upp á leiðini og hava so
ómetaliga stóran týdning. Vit
hava sera nógv at takka hes-
um menniskjum fyri.
Sum tit vita,eri eg abbason-
ur Victor Danielsen, og eg
haldi, at tað ger einki, um eg
nevni tað í hesum sambandi,
at tað var, meðan abbi var í
Havn og gekk á læraraskúla
1911-1914,at hann bleiv vakt-
ur andaliga um heystið 1913,
og tað var í Meinigheitshús-
inum. Hann tosaði alt lívið um
tann danska indremissións-
trúboðaran, Ryving-Jensen,
sum hjálpti honum ígjøgnum
eitt øgiligt myrkur, sum hann
fór ígjøgnum henda veturin
1913/14.
Eg skal enda við at takka
tykkum øllum í tí Kirkjuligu
Heimamissiónini fyri gott og
uppbyggjandi kristiligt ar-
beiði bæði heima í Føroyum,á
sjónum og úti í heimi.Eg ynski
Heimamissiónini góðan byr
framyvir og eydnu við arbeið-
inum til frama fyri alt tað før-
oyska samfelagið.
Má Gud framvegis signa
arbeiði tykkara.
Takk fyri
Jógvan á Lakjuni
landsstýrismaður
Í samband við 100 ára haldið var søgulig framsýning við myndum, filmi og ritum
Bergur Debes Joensen, prestur og
formaður í høvuðsstýrinum, takkaði
hjartaliga fyri heilsaninar
Hesi fittu børnini vistu at siga, at tey
vóru í føðingardegi. Men hvørjum hjá
- tað vóru tey ikki á einum máli um.
Ein segði, at tað var hetta húsið, sum
fylti. Men tað var skjótt atfturvíst, tí
tað var Nesvík, sum hevði føðingardag,
segði ein annar. Tá eitt av børnunum
slóg fast, at tað var Jesus, sum fylti 100
ár, so var jú so upplagt, at tað mátti
verða rætta svarið
Millum teir mongu hundrað gestirnar, sum savnaðust í
leguhúsinum í Nesvík mánakvøldið, vóru Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, Hans Jacob Joensen, bispur og Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
100 ára bólkurin, sum hevur staðið fyri arbeiðnum í samband
við hátiðarhaldið. F.v. Marjon Poulsen, Leo Hans Mikkelsen,
Heri Tróndheim, formaður, Laila Højgaard, Christian Joensen
og Jóna Thomsen. Frants Jensen vantar á myndini
Vagn Foldbo, sum í mars í ár varð settur sum aðalskrivari hjá
Heimamissiónini. Borðiskurin er tómur, so tað er bara at fara
at fáa sær meira av frálíka matinum. Og matur skortaði ikki,
hóast gestirnir vóru um 1300 í tali
Petur Petersen, prestur, í práti við M. C. Restorf, sum í
samband við 100 ára haldið hevur gjørt eina sending í Lindini
um virkið hjá Heimamissiónini
Meinhard Bjartalíð, prestur saman við Hans Jacob Lamhauge, t.v. og
hjúnunum, Daniu og Arnholt Olsen
C
M
Y
K
17
16
Títt álit - mín ábyrgd
- fyri felagsskapin -
Nýggj leiðsla
KATRIN DAHL JAKOBSEN