mikudagur 10. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 215 - 10. november 2004
Nr. 215 - 10. november 2004
19
"Innast í opna plássin-
um í Snarskivuni
stendur búrið, har eg
eina løtu sleppi at vera
einsamallur við val-
evnunum. Eg fari inn-
ar og koyri gardinuna
fyri. Á borðinum ligg-
ur listin við øllum
valevnunum á, og eg
má líka tjekka nøvnini
av einaferð enn, um
nú "mín" maður stav-
ast við "-ur" ella ikki.
Her telur jú hvør ein-
støk atkvøða, og tí er
neyðugt at atkvøðan
ikki verður ógyldað, tí
tey ikki skilja tað ið
skrivað er á. Eg ynski
sjálvandi at hon verð-
ur tald við, eins og
allar hinar"
HUGLEIÐINGAR UM
EITT BÝRÁÐSVAL
Snorri Brend
Fyri viku síðani fóru amer-
ikanarar á val at velja for-
seta, og í sama viðfangi
partar av Senatinum og
Umboðsmannatinginum.
Og nú skal so okkara lokala
"umboðsmannating" í bygd
og bý veljast.
Við spenningi fylgdu vit
øll, meðan uppteljingin fór
fram í USA. Veljarakann-
ingarnar boðaðu frá einum
sera jøvnum vali, har úrslit-
ið kundi fara báðar vegir.
Hóast omanfyri 130 milli-
ónir amerikanarar høvdu
valrætt, so stóð øllum
greitt, at her taldi hvør ein-
asta atkvøða. Her kundu
nakrar heilt fáar atkvøður
avgera um Bush ella Kerry
fór at vinna.
Vit minnast alt rokilsið
eftir forsetavalið fyri fýra
árum síðani, og tí varð gjørt
greitt, at hetta skuldi ikki
endurtaka seg í ár. Demo-
kratarnir vóru serliga upp-
tiknir av hesum, og vit
minnast týðiliga orð teirra,
tá teir søgdu valkvøldið
søgdu: "Every vote counts,
and every vote will be
counted" (allar atkvøðurnar
telja, og allar atkvøðurnar
skulu teljast).
Hóast væl var talt, so
bleiv úrslitið kortini ikki
sum
demokratarnir
og
mong onnur, eg kortini
undantikin, høvdu væntað.
Bush varð afturvaldur fyri
fýra ár aftrat, sum vit vita.
Nå, men aftur til okkara
kommunuval, har fleiri av
politikkarunum
eisini
ynskja at verða afturvaldir.
Vit hava seinasta
orðið
Týsdagin 9. november er so
møguleiki hjá øllum før-
oyskum veljarum at kjósa
sær umboð at stýra bý- og
bygdaráðum tey komandi
fýra árini.
Hvat úrslitið verður av
býráðsvalinum í Havn er
ikki gott at vita. Onkrar
kanningar hava verið gjørd-
ar, og vísa tær at summir
flokkar fara at gera eitt gott
val, meðan aðrir helst verða
vónsviknir. Hesar kanningar
kunnu tó ikki reingja tann
veruleikan, at tað eru vit
sum veljarar sum hava tað
seinasta og avgerandi orðið
at siga í hesum málinum.
Nú havi eg sjálvur altíð
verð á vali, meðan eg havi
verið heima. Og eg hevði
sjálvandi sæð fram til at
nýta mín demokratiska rætt
enn einaferð nú týsdagin.
Men fríggjadagin broyttust
hesar umstøður fullkomu-
liga, tá vit fingu deyðsboð-
ini av ommu konu míni.
Jarðarferðin verður sjálvan
valdagin. So í ár gjørdist alt
øðrvísi.
Men demokrati'ið sveik
kortini ikki okkum demo-
kratar. Tíbetur var ein
møguleiki at bøta um hetta,
nevniliga við at greiða
brævatkvøðu í Snarskivuni.
Sum sagt, so gjørt!
Eingin kø við diskin
Eg veit ikki hví, men eg
hevði væntað eina kø av
fólki uttanfyri Snarskivuna,
tá eg seinnapartin leygar-
dagin setti kós oman hagar.
Kanska tí at fólk vildu vera
vís í at tey sluppu á val
hesaferð, um so skuldi
borið á, at tey fingu forfall
valdagin.
Eg var farin til arbeiðis
árla á morgni. Dagvakt mín
á Landssjúkrahúsinum var
júst liðug, og nú skuldi hetta
álvarsmálið við býráðs-
valinum avgreiðast: Á fyrsta
sinni skuldi eg greiða bræv-
atkvøðu til eitt býráðsval.
Fór til gongu av deildini.
Veðrið var heilt hampuligt -
eitt lítið lot og nakrir fáir
dropar av regni. Men hvat
kann tað saka, tá nú demo-
kratiski rættur mín skuldi
nýtast. Mong, ið hava sól
og summar hvønn einasta
dag, høvdu helst ynskt sær
henda rættin fram um hitan
og einaræðið.
Hevði í útvarpinum hoyrt
lýsingina um møguleikan
við at kunna greiða at-
kvøðu
undan
valinum.
Fyrsta lýsingin av hesum
slagnum var leygardagin á
middegi frá Tvøroyrar Bý-
ráði, og eg bað og bønaði
bara um, at Tórshavnar
Kommuna var eins vakin
og allar hinar kommunur-
nar, sum góvu sínum borg-
arum henda møguleikan.
Ájú, har kom hon so at
enda: "Tey, ið ynskja at
greiða brævatkvøðu til bý-
ráðsvalið 9. november í
Havn, kunnu gera hetta í
Snarskivuni í dag millum
kl. 14 og 18".
Eg læsti meg út av deild-
ini, og fór oman av sjúkra-
húsøkinum. Gekk framvið
Skipasmiðjuni og Skálatrøð,
og ásannaði, at her er lív og
vinna í býnum. Kanska ikki
besta útróðrarveðrið, men
fekk eitt prát við ein mann,
sum hevði tikið sær gággu-
línuna upp. Tvær spannir.
Ikki heilt av leið. Onnur
línan var fløkt. Gekk víðari
framvið standmyndini av
Nólsoyar Pálli og Traðar-
manninum, og væntaði so
smátt, at nú mátti køin utt-
anfyri Snarskivuna skjótt
fara at vísa seg.
Men har var eingin kø at
síggja. Har var nakað av
fólki í býnum, tí handils-
menn høvdu boðað frá
drúgvum leygardegi. Men
hinvegin, ikki eitt einasta
menniskja uttanfyri Snar-
skivuna, og heldur ikki eitt
einasta menniskja at síggja
inni í Snarskivuni, tá eg
klokkan 15:15 stundisliga
trein inn hagar. Eg mátti
hyggja meg væl um, men
har var bert eg harinni.
Við diskin í Snarskivuni
sóust tvey av starvsfólkum
býráðsins, sum vóru komin
til arbeiðis henda dagin fyri
at avgreiða allar brævat-
kvøðurnar. íroknað hana frá
mær.
Burturstaddur ella
sjúka
Við diskin bar eg fram
ørindi míni. Eg hevði
gloymt valkortið við hús,
men eg mintist bæði kort-
nummarið og hvørja røð eg
skuldi fara í, um eg skuldi
valt í Ítróttarhøllini á Hálsi
sum ætlað.
Starvskvinnan spurdi um
navn, føðidag og bústað, og
løtu seinni hevði hon
funnið fram tey neyðugu
pappírini til brævatkvøðu-
greiðsluætlan mína.
Skuldi fyrst skriva mínar
persónligu upplýsingar á
eitt ark, og skuldi svara um
talan var um eitt løgtingsval
ella býráðsval. Síðani kom
ein heldur løgin og ein
heldur persónligur spurn-
ingur: Eg skuldi nú siga,
hví eg ynskti at greiða
brævatkvøðu, og ikki fór á
valstaðið týsdagin sum tey
flestu. Hesin spurningurin
fekk meg at steðga á eina
løtu. Hetta var dog ein løg-
in spurningur.
Nú hevði eg lógliga um-
bering fyri ikki at kunna
greiða atkvøðu á valstaðn-
um, men møguleikarnir at
siga frá, hví ein annars ikki
fór at greiða atkvøðu sjálvan
valdagin vóru sera av-
markaðir. Í veruleikanum
vóru teir bert tvinnandir: 1)
Veljarin er ikki staddur í
Tórshavnar Kommunu val-
dagin, ella 2) Veljarin er
sjúkur valdagin - kanska
seingjarliggjandi, og kann
ikki fara á val, hóast hann
kanska fegin ynskti tað.
Bert tveir møguleikar, altso!
Tveir møguleikar
Nú er valið skipað soleiðis
at valhølini eru opin fra
morgni til út á kvøldi, so-
leiðis at øll við vanligum
arbeiði kunnu greiða at-
kvøðu í hesum tíðarbili.
Fyri starvsfelagar mínar á
Deild 2 standa tvinnandir
møguleikar opnir: Ert tú
dagvakt, frá kl. 7 til 15,
kanst tú velja aftaná ar-
beiðstíð, og fert í kvøld-
vakt, frá kl. 15 til 23, kanst
tú velja áðrenn tú fert til
arbeiðis. Og ert tú í náttar-
vakt kanst tú fara á val-
staðið, tá tú vaknar einaferð
út á seinnapartin.
Tann tankin kom til mín,
meðan eg setti krossin við
tann fyrra møguleikan (alt-
so at eg var burturstaddur
valdagin), at her vóru
møguleikarnir
rættiliga
avmarkaðir. Skalt tú burtur
í bygd, í annað land ella
okkurt, kanska sjúka, kem-
ur í vegin, so er hetta ein
kærkomin møguleiki at
greiða sína atkvøðu.
Men um eg nú í mínum
arbeiði varð noyddur at
arbeiða frá morgni til myrk-
urs, altso frá kl. 7 til 23, tí
okkurt óvæntað hendi, hvat
skuldi eg so krossa av fyri?
Og hetta hendi hóast eg var
staddur
í
Tórshavnar
kommunu, men varð forð-
aður av arbeiðsumstøðun-
um á hesi deildini sum
kunnu vera so, at eitt mann-
ligt starvsfólk ikki kann
fara av deildini. Ella, um eg
nú snøgt sagt ætlaði mær at
atkvøða, men ikki hevði
hug at fara á valstaðið
sjálvan valdagin at greiða
atkvøðu, hvat skuldi eg so
havt krossað av fyri við
brævatkvøðugreiðsluna?
Lúgva, kundi eg ikki funnið
uppá, men her vantar altso
ein triði møguleiki!
Nå, men meðan eg havi
hugsað um hetta, havi eg
ikki gáað eftir at eini hjún
eru komin yvir til hin disk-
in. Tey eru komin í somu
ørindum sum eg. Tey hava
helst minst til at taka val-
kortið við, so teirra av-
greiðsla tekur styttri tíð enn
mín, og vit fara í roynd og
veru avstað ísenn.
Við ella uttan »-ur«
Nú er tann formelli og ad-
ministrativi parturin av-
greiddur, og nú stendur tann
álvarsami og demokratiski
parturin á skránni: Kross-
urin skal setast við eitt av
teimum mongu valevnun-
um. Men nei, - eingin
krossur skal setast í dag. Her
er jú talan um brævatkvøð-
ur, so her er mannagongdin
ikki tann sama sum á tí van-
liga valstaðnum.
Fryntliga starvskvinnan
handar mær nevniliga eitt
blankt kort, har tað bert
stendur skrivað eittans orð-
ið: "Atkvøðuseðil". Hetta
kortið skal eg koyra niður í
ein brævbjálva, tá liðugt er.
Her skal eingin krossur set-
ast, bara navnið á flokkin-
um ella manninum, eg ætli
mær at velja.
I nnast í opna plássinum í
Snarskivuni stendur búrið,
har eg eina løtu sleppi at
vera einsamallur við val-
evnunum. Eg fari innar og
koyri gardinuna fyri. Á
borðinum liggur listin við
øllum valevnunum á, og eg
má líka tjekka nøvnini av
einaferð enn, um nú "mín"
maður stavast við "-ur" ella
ikki. Her telur jú hvør ein-
støk atvøða, og tí er neyð-
ugt at atkvøðan ikki verður
ógyldað, tí tey ikki skilja
tað ið skrivað er. Eg ynski
sjálvandi at hon verður tald
við, eins og allar hinar. At-
kvøðugreiðslan er liðug.
Kortið fer í brævbjálvan og
býráðsvalið 2004 er avgjørt
frá mínari síðu. Klokkan
var tá 15:25.
Í búrinum lógu fleiri
pennar, har "Red Barnet"
stóð á. Hetta kundi verið
dømi um eitt av mongum
vallyftum, sum var frammi
við seinasta val, og sum nú
eru loyst: Røktarpláss til
tey eldru; og ikki minst, at
bíðilistin eftir ansingar-
plássi er søga í dag. Men
tað er kortini ikki nóg mik-
ið. Eg kundi ynskt at hoyrt
fleiri nýggj vallyfti um at
gera nakað fyri at bjarga
okkara børnum eina ljósa
og trygga framtíð. Eisini
sum Havnarborgarar.
Vónandi fer hetta nýggja
býráðið, sum nú skal mann-
ast, at tryggja okkara vakra
ungdómi tær bestu umstøð-
urnar at mennast og trívast í
høvuðstaðnum.
Tú kanst eisini fáa ávirk-
an her. Far á val í dag. Her
kann eisini tín atkvøða gera
mun. Og verð vísur í at hon
verður tald!
Hvør brævatkvøða telur - og verður tald!
Aftur hesaferð kunnu vit gera okkara ávirkan galdandi, nú kommunval er kring landið. Aftaná
verða atkvøðurnar taldar upp, og her kann tað vísa seg at júst tín atkvøða kann hava avgerandi
ávirkan
Mikudagin, hósdagin
og fríggjadagin
verður eitt stórt tiltak
fyri eini 400 børnum í
Gundadalsøkinum.
Talan er um eitt
sonevnt Barna-OL,
har børnini sleppa at
kappast og hugna sær
saman
BARNA-OL
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Øll børn, sum ganga í frí-
tíðarskúlum í Havn ella á
Margarinfabrikkini, sleppa
komandi dagarnar, at beist-
ast og hugna sær í Gunda-
dali.
Ìtróttarhøllin á Hálsi,
Badmintonhøllin,
par-
keringsøkið uttanfyri Bad-
mintonhøllina, vallirnir og
virðarlundin verða nevni-
liga karmur um eitt sera
forvitnsligt tiltak komandi
tríggjar dagarnar.
Eini 400 børn fara at
renna stafettir og kappast á
ymsan hátt, tey fara á eina
skattajakt í viðarlundini og
mangt annað.
Børnini fara at renna runt
á øllum økinum, til hesar
ymsu postarnar, har til-
tøkini verða gjørd saman
við børnunum.
Bogi Andreasen, sum
dagliga er pedagogur á
Margarinfabrikkini sigur,
at hetta verður eitt tiltak,
sum fer at loyva børnunum
at hugna sær saman.
Fjølbroytt skrá
Bogi greiðir frá, at tveir teir
fyrstu
dagarnir
serliga
verða merktir av kapping-
um, meðan seinasti dagurin
verður merktur av hugna.
– Vit hava leigað eina
hoppiborg, og vit hava
fingið løgregluna og brand-
mennirnar at koma oman at
vísa okkum sínar bilar. So
verða eisini onnur spenn-
andi tiltøk á skránni, greiðir
Bogi frá.
Hann sigur, at tað ikki fer
at kosta børnunum nakað at
verða við, tí tiltakið er
fíggjað av øllum frítíðar-
skúlunum í felag, umftramt
at Tórshavnar Kommuna
eisini hjálpir til fíggjarliga.
Hóast tað enn ikki er
staðfest hvør mynd hjá
Per á Hædd vann kapp-
ingina, so væntar foto-
grafurin sjálvur, at tað er
hendan omanfyri.
Per vann fyrsta prís í
kappingini um »Form og
Figur«. Hetta má sigast
at verða ótrúliga flott, tí
nógvir kendir fotografar
vóru við í kappingini.
M.a. varð favoritturin
hjá Peri, kenda Inga
Aasmul nr 3 í somu
kapping.
Myndin hjá Peri vísir
eina nakna kvinnu, sum
kemur inn í myndina
vinstrumegin og eina
stóra krukku, sum kem-
ur inn í myndina høgru-
megin.
Per sigur sjálvur, at
hann aldri hevur luttikið
í nakrari tílíkari kapping
áður, men at hann fekk
hugskotið til hesa mynd-
ina, tá hann sá evnið
»Form og Figur«. Hug-
skotið bar allanvegin til
eina gullmedalju.
eys
Ì gjár kom ein stór
sending av hønum til
landið. Talan er um
hønurnar hjá Ann-
finni Brekkstein, sum
nú eru komnar upp á
pláss í nýggja bygn-
inginum hjá Føroya
Egg á Velbastað
ÚTBYGGING
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Nýggi bygningurin hjá
Annfinni Brekkstein er nú
klárur at taka í nýtslu, og
hønurnar eru eisini komnar
upp á pláss, í tí nú 1250
fermetra stóru fyritøkunui.
– Vit hava fingið 410 fer-
metrar afturat gamla bygn-
inginum. Tað var avgjørt
neyðugt við eini útbygging,
tí eggini eru sera væl um-
tókt. Tey eru útseld hvønn
dag, sigur Annfinn Brekk-
stein.
Føroya Egg fáast til
keyps um alt landið, og fyri
at fáa eina javna og góða
framleiðslu, var neyðugt
hjá Annfinni at fáa sær
fleiri hønur.
– Nú havi eg tilsamans
10.400 hønur. Tær síðstu
komu til landið í gjár, og
tær eru komnar upp á pláss,
greiðir Annfinn frá.
Høsnakjøt til sølu
Næsta stigi, sum Annfinn
Brekkstein ætlar sær at
taka, er, at hann umframt at
selja egg, fer undir at selja
høsnakjøt.
– Við í nýggju útbygg-
ingini er eisini útgerð til eitt
høsnasláturvirki. Ætlanin
er, at føroyingar, umframt
egg, eisini skulu fáa hønur
av Velbastað. Øll útgerðin
er klár at taka í nýtslu, og
tær fyrstu hønurnar av
Velbastað verða á markn-
aðinum í februar. Talan er
ikki um høsnarungar, men
um 18 mánðar gamlar høn-
ur, sigur Annfinn.
Sum er, arbeiða tveir
mans á eggjavirkinum,
umframt
vikuskiftis-av-
loysarar,
men Annfinn
væntar, at teir nú mugu fara
at verða fleiri.
Í sambandi við slátur-
virkið, havi eg fleiri menn
at trekkja uppá, so tað
verður einki problem. Tað
verður nakað, sum vit fara
at klára sjálvir, sigur Ann-
finn at enda.
Føroya Egg víðkað
Nýggi bygningurin hjá virkinum Føroya Egg á Velbastað. Tilsamans hevur virkið nú 1250 fermetrar at ráða yvir, og 10.400
hønur eru »fluttar inn«. Í februar kemur væntandi næsta vøran av Velbastað, nevniliga høsnakjøt.
Mynd: Jens Kr. Vang
Ovnar og fjarhita-
skipan skulu
broyst, og tí verður
ikki brent í tvær
vikur
IRF
Jákup Mørk
Tað eru ovnarnir sjálvir,
sum verða mál fyri
broytingunum, sum nú
skulu gerast. Partur av
stýrisskipanini til ovn-
arnar, skal skiftast, tí
hendan við tíðini gerst
alt meira trupul at við-
líkahalda. Hartil skulu
ymsar broytingar gerast í
sjálvum ovninum, so-
leiðis at hann fær nakað
størri orku, eins og hann
við hesum kemur at lúka
nøkur av krøvunum,
sum nýggja umhvørvis-
góðkenningin fer at seta.
U m by g g i n g a r n a r
merkja, at einki rusk
verður brent í døgunum,
28. november til 12. de-
sember. Hesar dagar fer
brennistøðin bert at taka
móti ruski, sum luktar,
ella sum á annan hátt
ikki kann bíða.
Seinni í mánaðinum
verður kunngjørt nærri,
hvussu innsavningin av
ruski og burturkastið,
sum skal brennast, verð-
ur skipað. Innsavning av
pappi, jarni og øðrum
burturkastið verður sum
vanligt.
Útbyggja brennistøðina
Gullmyndin
Barna-OL í Gundadali
Ì sambandi við barna-OL dagarnar, heitir
Bogi Andreassen á allar bilførarar, um at
vísa størsta varðsemi, tá ið koyrt verður í
Gundadalsøkinum miku-, hós- og fríggja-
dagin. Umleið 400 børn fara at renna runt
á øllum økinum, so koyrið varliga!
C
M
Y
K
19
18