Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018 SOSIALURIN 50 8 Róðin hevði bara verið á sjúkra­ húsinum á Tvøroyri í heilt fáar dagar, tá hann gjørdi starvs­fólk­ un­um greitt, at hann vildi heim at sova um náttina. Tey øtaðust, men Róin fekk sín vilja kortini og fór heim í rullistóli. Hvønn dag frá mána­degi til fríggjadag møtti hann á sjúkra­húsinum til uppvenjingar í nógv­ar tímar, og tað gjørdi hann í fleiri mánaðir. Tá hann kom upp aftur at ganga, fekk hann ein stól at styðja seg niðurá. Hann brúkti tann stólin í nakrar heilt fáar dagar, so vildi hann ikki meira. – Albogarnir verða lagdir niður á stólin, og tí verður vekt tikin av beinunum. Tað vildi eg ikki. Eg vildi hava alla vektina á beinunum, tí venj­ingin verður harðari tá. Ístaðin fekk eg eitt gangistativ, sum eg kundi halda í fyri ikki at missa bal­ ans­una. Balansan varð ávirkað av skað­anum, sum eg fekk í høvdið, og eg mátti hava okkurt at halda meg afturat. Róðin gjørdist betur og betur fyri, og fekk í boði at brúka eina høkju, tá hann gekk. Tað gjørdi hann eina tíð, men so vildi hann held­ur ikki tað meira. – Eg helt, at eg sá so sjúkur út við einari høkju. Og tað vildi eg ikki. So eg legði høkjuna frá mær og fór til gongu. Eg havi umhugsað at fáa mær ein stav bara fyri at halda balansuni, men tað havi eg ikki gjørt enn, sigur treiski sumb­ ing­urin, sum ikki ivast í, at einasta or­søkin til, at hann gongur uttan hjálp, er, at hann er so tvørur. Ongantíð arbeiðsførur aftur Hóast Róðin Hentze er komin sera væl aftur fyri seg eftir blóðtøppin og heilabløðingina, so verður hann ongantíð førur fyri at fara til arbeiðis aftur. Hann hevur fingið staðfest , at hann er 100 prosent avlamin. Hann sigur, at høgra bein hevur hug at detta undan honum, men leggur skemtandi afturat, at enn er hann ongantíð dottin. Høgri armur er heldur ikki í lagi. – Eg kann stýra høgra armi við eygunum. Um eg hyggi eftir einum luti, so kann eg taka hann við høgru hond. Men um onkur leggur okkurt í høgru hond, so dugi eg ikki at siga, hvat tað er, tí eg føli tað ikki, sigur hann. Hann hevur eisini lyndi til at brenna hond­ina, tá hann viðhvørt roynir at matgera. – Tað gongur ein løta, áðrenn heilin finn­ur útav, at eg havi tikið í eina heita grýtu. Eg føli tað ikki sjálvur, so tað kemur fyri, at eg brenni meg, greiðir Róðin frá. Róðin hevur lært seg at brúka vinstru hond, men tað hevur heldur ikki verið lætt. Hann greiðir frá, at nú dugir hann at skriva for­ navnið og eftirnavnið við vinstru hond, men at tað er illa lesiligt. Eisini hevur hann trupulleikar við bal­ans­uni. Skaðin, sum Róðin fekk í heilan, hevur ikki tikið stríðsandan og treisknið frá hon­um. Men kortini er okkurt broytt, ásannar hann. – Eg verði so ótrúliga lætt rørdur. Tað skal einki til. Eg fari at gráta alla tíðina, og eg veit ikki, um tað er tí, at eg eri glaður ella kedd­ur, sigur hann. Hann leggur afturat, at hann veit, at tað er ikki óvanligt, at tey, sum fáa skaða í høvdið, eru skjót at gráta. Stúrir ikki fyri nýggjum tilburði Róðin sigur seg als ikki hugsa um ella stúra fyri, at hann kanska fær blóðtøpp ella heila­bløð­ing aftur. – Tað havi eg ongantíð stúrt fyri. Eg havi yvir­høvur ikki hugsað tann tankan, sigur Róðin, sum ikki hevur lagt kostin um, eftir at hann gjørdist sjúkur. – Eg eri uppvaksin í bóndahúsum og havi livað av kjøti alt mítt lív. Eg havi ikki lagt lívsstílin um, tá talan er um mat. Eg vil liva væl, meðan eg eri her, sigur Róðin, sum ikki vil síggja grønmeti. Hann greiðir frá, at tá hann etur haru, plagar hann at siga, at haran hevur etið tað grøna, sum Róðin skal hava. Grønmeti skoytir hann ikki um, men hann roynir at eta minni søtt. Hann var stórroykjari, áðrenn hann gjørdist sjúkur. Hann plagdi at roykja einar 40 sigarettir um dag­in. Hann roykir ikki longur og greið­ir frá, at tá hann raknaði við aft­ur á Ríkissjúkrahúsinum, hevði hann gloymt, at hann nakrantíð hevði roykt. – So tað var ikki torført hjá mær at leggja av at roykja, sigur Róðin skemt­andi. Byrða og ónytta Tað er tungt hjá Róðini at vita, at hann ongantíð kann fara aftur til ar­beiðis. Hann hevur altíð verið ar­ beiðs­samur og hevur arbeitt hvønn dag, síðani hann fór úr skúlanum sum 14 ára gamal. Hann hevur eitt nú arbeitt á flakavirki og verið til skips, og hann hevði starvast hjá Lands­verki í umleið átta ár, tá hann brádliga gjørdist sjúkur. – Eg havi tað ikki gott. Eg føli meg sum eina ónyttu og eina byrðu. Eg byrjaði at arbeiða, tá eg var konfirmeraður. Í 35 ár havi eg arbeitt, men so er alt brádliga liðugt. Tað er ómetaliga tungt, sigur hann. – Eg kann heldur ikki halda í einari sag, einum hamara ella ein­ ari klíputong. Tað er ræðuligt. Mín einasta vón er, at eg komi í gjøgn­ um tað og kann treiskast ímóti. Hann hevur umhugsað at spyrja seg fyri hjá Landsverki, um hann ikki kann møta til arbeiðis, og um ikki annað bara rætta hinum am­ boðini, sum teir skulu brúka. – So hevði eg havt okkurt at farið upp til um morgunin og komið út millum fólk, sigur Róðin, sum eisini kennir seg sum eina byrðu, tí hann koyrir ikki bil longur. – Eg havi koyrikortið enn, men eg tori ikki at koyra. Og tað er øgi­ liga bundisligt at noyðast at plága onnur at koyra meg, sigur hann. Glaður fyri lívið Tað hevur altíð verið sagt um Róð­ in, at hann er so glaður. – Tað eri eg eisini. Eg eri glaður. Eg havi altíð havt tað sinnalagið, at eg eri glaður og tvørur, og tað havi eg ikki mist. Tað kann eg ikki missa, tí so er einki eftir, sigur Róðin Hentze. – Eg eri sjálvandi keddur um støð­una og um, at eg ikki kann ar­ beiða. Eg eri øgiliga viðbrekin og fari skjótt at gráta. Men eg eri glað­ ur fyri at vera á lívi. Hetta hevur verið ein ómetaliga hørð tíð, men eg kann ikki gera annað enn at stríðast, sigur hann. – Hetta hevur kostað mær nógv tár. Men eg havi sett mær fyri, at mín partur skal ikki liggja eftir. Eg haldi sjálvur, at eg eri komin øgiliga langt, og eg veit ikki, um eg klári at koma longri. Men eg ætli mær at blíva við og við fyri at vita, hvussu langt eg kann koma, sigur Róðin Hentze, sum framvegis venur tvær ferðir um vikuna á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Hann leggur áherðslu á, at tað einasta, sum er gera, tá ein kemur í slíka støðu, sum hann kom í, er at vera treiskur og stríðast. Hann leggur afturat, at tað hevur eisini hjálpt honum væl, at hann altíð hevur verið kropsliga sterkur. – Læknarnir halda, at tað er ótrú­ligt, at eg eri komin so væl fyri meg aftur. Eg veit um onnur, sum hava fingið minni skaða í sama stað í heilanum sum eg, ið ikki eru komin upp aftur at ganga. Tey hava givið upp. Tað kann ein ikki gera. Tað einasta, sum heldur ein­um uppi, og sum ger mun, er at treiskast í móti og berjast, sigur Róðin Hentze. PERSÓNSØGA – Eg eri sjálvandi keddur um støðuna og um, at eg ikki kann arbeiða. Eg eri øgiliga viðbrekin og fari skjótt at gráta. Men eg eri glaður fyri at vera á lívi. Hetta hevur verið ein ómetaliga hørð tíð, men eg kann ikki gera annað enn at stríðast. – Hetta hevur kostað mær nógv tár. Men eg havi sett mær fyri, at mín partur skal ikki liggja eftir. Eg haldi sjálvur, at eg eri komin øgiliga langt, og eg veit ikki, um eg klári at koma longri. Men eg ætli mær at blíva við og við fyri at vita, hvussu langt eg kann koma.