hósdagur 3. mai 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018
SOSIALURIN 50
10
Sjúkrahús og álit
TEMA: Sjúkrahús og álit
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
á ið ein álvarsom sjúka
rakar okkum ella ein
av okkara nærmastu,
so seta vit okkara álit á
sjúkrahúsverkið. At sjúkrahúsini
mannað við hundraðtals lækn
um,
sjúkrarøktarfrøðingum,
heilsurøktarum, serfrøðingum og
øðrum starvsfólkum vita, hvat
skal gerast og kunnu geva heilsu
bót. Sum skattaborgarar rinda vit
eisini fyri at hava eitt heilsuverk,
ið skal kunna lofta okkum, tá ið vit
eru veik.
Føroyska sjúkrahúsverkið er tó
avmarkað, og er tað vanlig siðvenja,
at føroyskir sjúklingar, tá viðgerðin
ikki finst í Føroyum, verða sendir
aðrastaðni. Í allar flestu førum, um
leið 94 prosent av førunum, verða
sjúklingarnir sendir til Danmarkar
til víðari viðgerðar ella útgreining.
Tað, at ein føroyskur sjúklingur
og hansara avvarðandi gjøgnum
sjúkuleguna kunnu fáa royndir
frá fleiri sjúkrahúsum í ymiskum
londum, skapar eitt sammet
ingargrundarlag millum sjúkrahús
í Føroyum, Danmark og aðrastaðni.
Føroyski sjúklingurin er í eini sjáld
samari støðu, har hann kann viga
og vekta, hvussu ymiskar viðgerðir,
starvsfólk og samskifti eru á og
millum tey ymisku sjúkrahúsini.
Størri álit á útlendskum
sjúkrahúsum
Tað er júst tað sammetingargrund
arlagið, ið Fríði í Geil Jensen, Marie
Lundby Spanggård og Sophie
Amalie Lykke Poulsen hava nýtt
til eina kanning, ið hevur til enda
máls at finna útav, hvat føroy
skir sjúklingar, sum verða sendir
uttanlands til serviðgerðar, halda
um føroysku sjúkrahúsini, aftur
ímóti teimum útlendsku sjúkra
húsunum, teir verða sendir til við
gerðar á.
Kanningin bleiv viðgjørd í
Sosialinum 26. mars 2018 og í tema
num hyggja vit nærri at, hvussu
Krabbameinsfelagið, ið er størsta
sjúklingafelag í landinum, upplivir
støðuna og spyrja avvarðandi
myndugleikar um úrslitið av kann
ingini.
Kanningin er gjørd í sambandi
við eina serritgerð í sosialvísindum
hjá Fríða í Geil Jensen, Marie
Lundby Spanggård og Sophie
Amalie Lykke Poulsen og hava 478
føroyskir sjúklingar, ið hava verið
uttanlands í samband við viðgerð,
luttikið í kanningini.
Útlendsku sjúkrahúsini
framum
Sum heild er talan um góðan lestur
fyri føroyska heilsuverkið, tí flestu
sjúklingarnir eru væl nøgdir við
føroysku sjúkrahúsini. 38 prosent
hava stórt álit á føroysku sjúkra
húsunum, meðan 30 prosent hava
álit á teimum.
Men tá samanborið verður við
útlendsku sjúkrahúsini, sæst ein
onnur mynd, tí heili 73 prosent av
teimum spurdu hava stórt álit á
útlendsku sjúkrahúsunum, meðan
24 prosent hava álit á útlendsku
sjúkrahúsunum.
Merkisvert er eisini, at meðan
einans 2 prosent siga, at tey einki
ella lítið álit hava á útlendsumk
sjúkrahúsum, so er samsvarandi
talið fyri føroysk sjúkrahús 24
prosent.
Sostatt kunna tey trý staðfesta
í niðurstøðuni í kanningini, at før
oyingar, ið verða sendir uttanlands
í viðgerð, hava munandi størri álit á
teimum útlendsku sjúkrahúsunum
enn teimum føroysku.
FØROYINGAR
HAVA STØRRI ÁLIT
Á ÚTLENDSKUM
SJÚKRAHÚSUM
Merkisvert er eisini, at meðan einans 2 prosent siga, at tey einki ella lítið álit hava á
útlendskum sjúkrahúsum, so er samsvarandi talið fyri føroysk sjúkrahús 24 prosent.
Tað vísir ein kanning av, hvat føroyskir sjúklingar, ið verða sendir uttanlands til
viðgerðar, halda um føroysku sjúkrahúsini samanborið við útlendsk sjúkrahús