hósdagur 3. mai 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018
SOSIALURIN 50
11
Betri viðgerð
Millum orsøkirnar til, at føroysku
sjúkrahúsini klára seg verri í
kanningini enn tey útlendsku,
er, at føroyskir sjúklingar meta,
at bíðitíðin í Føroyum er ov long,
viðgerðin á útlendsku sjúkrahús
unum er betri, og at tey verða send
av landinum ov seint.
Aðrastaðni í blaðnum vísir Pál
Weihe, formaður í Læknafelag Før
oya, á, at ein av møguligu orsøkun
um til, at tey spurdu í kanningini
hava hesa uppfatan, kann vera
tann, at sjúklingarnir fyrst verða
kannaðir í Føroyum og sendir
víðari, tá staðfest er, at tørvur er á tí.
Tá ið teir so eru komnir aðrastaðni,
spara útlendsku læknarnir nógva
tíð við at arbeiða víðari við tí vitan,
ið føroysku starvsfelagarnir hava
fingið til vega.
Í samrøðuni við Sosialin 26.
mars nevnir Fríði í Geil Jensen
eisini hesa forkláring, men leggur
afturat, at eftir hansara tykki, so er
tað neyvan øll forkláringin.
– Tað kann sjálvandi hava eina
ávirkan, men eg haldi, at við
merkingarnar eru so nógvar og
útgreinaðar, at hetta er ikki øll
forkláringin, segði Fríði í Geil Jen
sen við Sosialin.
Detta niðurímillum
Eitt annað av teimum stóru
evnunum í kanningini er hvussu
sjúklingarnir uppliva samstarvið
millum føroysku og útlendsku
sjúkrahúsini.
Tey flestu er nøgd við tað sam
starvið sum er í dag og sæst tað
aftur í, at 50 prosent eru antin
nøgd ella væl nøgd við samstarvið
millum sjúkrahúsini. 20 prosent
eru væl nøgd, meðan 30 prosent
eru nøgd.
Viðvíkjandi restina av teimum
spurdu eru 23 prosent, ið ikki vita,
meðan 28 prosent halda samstarvið
er sera vánaligt ella vánaligt.
Í samrøðuni við Sosialin sigur
Fríði í Geil Jensen, at samstarvið
millum ta føroyska sjúkrahúsverk
ið og tað útlendska viðgerðarstaðið
hevur nógv at siga fyri sjúklingin
– Av tí at viðgerðin er í tveimum
londum, er vandin fyri mistøkum
størri, og tað er júst tað, at fleiri
sjúklingar vísa á, segði hann við
Sosialin.
Í kanningini verður víst á, at
ónøgdu sjúklingar sakna meira
kunning áðrenn viðgerðar
gongdina, at samskiftið ímillum
heilsustarvsfólkini í Føroyum og
í útlandinum verður betri og at
journalirnar fylgja við millum
londini.
– Tað eru fleiri sjúklingar, sum
siga, at tá føroyskir sjúklingar fara
av landinum í viðgerð, ella verða
sendir heim aftur, hendur tað seg
meiri enn so, at journalurin ikki
fylgir við á ferðini. Sjúklingar hava
eisini eina kenslu av, at tað er ikki
altíð, at tann eftirviðgerðin, sum
verður forskrivað av útlendska
sjúkrahúsinum, verður ikki fylgd
upp í Føroyum, segði Fríði í Geil
Jensen við Sosialin.
Fylgjaraskipan
Í kanningini verður millum annað
eisini spurt um fylgjaraskipanina
og víst verður á, at 54 prosent av
sjúklingunum, sum verða sendir
uttanlands, sum nú fáa fylgjara
við.
Merkisvert er tó, at av teimum
sjúklingum, ið ikki fáa játtað ein
fylgjara frá heilsuverkinum, eru
22 prosent, ið rinda úr egnum
lumma fyri at fáa ein fylgjara við.
Tað merkir tó sambært Fríða í Geil
Jensen ikki, at tey sum rinda fyri
ein fylgjara veruliga hava tørv á
einum.
– Tað ber ikki til at siga, at tað
er alneyðugt hjá øllum teimum 22
prosentunum at hava fylgjara við,
men, sjúklingar halda sjálvir, at tað
hevur týdning fyri tey at hava ein
fylgjara at hjálpa sær, bæði til at
veita sálarligan stuðul, til at skapa
tryggleika og at hjálpa til við øllum
teimum praktisku viðurskiftunum,
sigur Fríði í Geil Jensen.
Men kanningin vísir eisini á,
at millum teirra, ið ikki fáa ein
fylgjara, er ein ávís misnøgd við
skipanina, ið verður lagd undir at
gera mun á sjúklingum. Í kann
ingini greiða sjúklingar nevniliga
frá, at tey ikki skilja hví summi
fáa játtað fylgjara og onnur ikki,
meðan summi meta at vina- og
kenningarpolitikkur avgerð hvør
fær ein fylgjara ella ikki.
- So meðan tey skulu
miðsavna seg um at
gerast frísk, brúka tey
í staðin orku til at stúra
um hetta. Tey flestu eru
bangin í slíkum støðum.
Tað sum vit ynskja er,
at fáa allan óneyðugan
óttan beindan burtur
- Merkisvert er tó, at av teimum
sjúklingum, ið ikki fáa játtað ein
fylgjara frá heilsuverkinum, eru
22 prosent, ið rinda úr egnum
lumma fyri at fáa ein fylgjara við.