hósdagur 3. mai 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018
SOSIALURIN 50
12
Sjúkrahús og álit
TEMA: Sjúkrahús og álit
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
E
g kann ikki siga, at mínir
starvsfelagar í Føroyum
ikki halda sama støði
sum mínir starvsfelagar í
Keypmannahavn. Tað kann eg ikki,
tí tað kenni eg einki til. Fyri mítt
viðkomandi havi eg onga fatan av,
at ein danskur yvirlækni skal duga
betri enn eg.
Tað sigur Pál Weihe, formaður
fyri Læknafelag Føroya, tá ið hann
verður spurdur, um tað er nøkur
orsøk hjá føroyskum sjúklingum
at hava minni álit á viðgerðina í
føroyskum sjúkrahúsum enn aðra
staðni.
Kanningin sum Fríði í Geil Jen
sen, Marie Lundby Spang Gård og
Sophie Amalie Lykke Poulsen hava
latið úr hondum vísir annars, at
meðan 73 prosent av sjúklingum,
ið verða sendir uttanlands til
viðgerðar, hava stórt álit á útlendsku
sjúkrahúsini, so eru tað einans 30
prosent av teimum, ið hava stórt
álit á føroysku sjúkrahúsini.
Ónøgdin takast í álvara
Men hóast formaðurin í Lækna
felagnum er ósamndur við teim
um, ið ikki hava álit á føroyska
sjúkrahúsverkið, so ger hann tað
púra greitt, at ónøgdin má takast
í álvara.
- Bara tað, at tað eru nøkur, ið eru
ónøgd, er nakað, ið vit eiga at taka
í álvara. Bæði sum læknar, men
eisini sum heilsumyndugleikar,
sigur Pál Weihe.
Seinnu árini hevur Pál Weihe
javnan verið frammi í almenna
kjakinum og víst á, at føroyska
heilsuverkið manglar fígging og
serlæknar. Tað at fólk nú ikki hava
álit á føroyska sjúkrahúsverkið,
metir hann, er ein avleiðing av
teimum manglum, ið hann so
mangan hevur víst á.
- Eg havi víst á, at tað mangla 50
serlæknar og 300 milliónir í játtan.
Tá man hevur ein slíkan mangul, so
skulu teir fáu læknarnir, ið eru her,
klára alt. So tað kann vera, at nakrir
sjúklingar uppliva, at læknin ikki
megnar nóg væl at samskifta, tí teir
skulu gera alt, sigur Pál Weihe.
Tvær mentanir
Manglandi samskifti millum før
oysku sjúkrahúsini og útlendsku
sjúkrahúsini er eisini ein trupul
leiki, ið kanningin varpar ljós á.
Víst verður á, at helmingurin av
sjúklingunum meta ikki, at sam
skiftið millum sjúkrahúsini er nóg
gott, og mangan føla sjúklingarnir,
at tey sjálvi muga taka ábyrgd fyri
viðgerðina, tí kunningin fylgir ikki
við.
Her vísir Pál Weihe á, at tað
er ikki óvanligt, at trupulleikar
standast av, at fólk verða viðgjørd
á tveimum ymiskum sjúkrahúsum.
- Tað er altíð trupult, tá man
flytur fólk millum tvær skipanir
ella mentanir. Landssjúkrahúsið er
grundað á eina føroyska mentan,
har man snakkar á føroyskum og
er meira varin við hvat man sigur. Á
Ríkissjúkrahúsinum er ein mentan,
har man sigur tingini øðrvísi. Vit
muga bara staðfesta, at hendan
kanningin vísir, at tey flestu sum
svara eru meira nøgd við danska
mátan.
Fleiri serfrøðingar
Formaðurin í Læknafelagnum
vísir eisini á, at ein týðandi mun
ur á føroyska og danska sjúkra
húsverkunum er, at tað eru fleiri
serfrøðingar í tí danska. Tí uppliva
fólk eisini, at tá tey koma til ein
lækna, so hevur viðkomandi um
fatandi vitan um júst teirra sjúku.
- Tá tú møtir einum slíkum
serfrøðingi, so er tað klárt, at við
komandi kemur at orða seg so
leiðis, at aðrir starvsfelagar, ið
hava eina breiðari vitan, ikki eru
líka góðir, sigur Pál Weihe, áðrenn
hann leggur afturat.
- Men man skal ikki gloyma,
at orsøkin til, at viðkomandi er
komin niður í viðgerð, er tí tann
diagonostiska prossessin í Før
oyum er komin til tað, at ein ser
frøðingur skal hyggja nærri upp
á sjúklingin og møguliga fremja
viðgerðina,
Ein millummann
Pál Weihe hevur sjálvur tvey boð
upp á, hvussu tað ber til at loysa
trupulleikan við manglandi sam
skifti millum føroysk og donsk
sjúkrahús. Tað fyrsta er at seta ein
millummann í starv.
- Vit kunna seta onkur køn fólk
í starv, sum kenna ta donsku og
føroysku skipanina. So kundi við
komandi gingið runt í donskum
deildunum og verið eitt slag av
millummaður. Tá so ymiskir sam
skiftis trupulleikar eru, so kann
viðkomandi, ið kennir til skipan
irnar, loysa tað upp á eina lítla løtu
við at ringja til rætta stað.
Hitt boðið er at gera tað lættari
hjá føroyskum læknum at fylgja
við í viðgerðini hjá føroyskum sjúk
lingum í Danmark,
- Í dag er tað ein trupulleiki, at
allir upplýsingar ikki eru tøkir í
nútíð og samtíð, men bara aftaná,
tá sjúklingurin er komin heim. Í
hesum KT-tíðinum, so hevði tað
verið gott, um føroyskir læknar
kundu fylgt við sjúklingunum í
donsku journalskipanini Cosmic.
So kundu vit fylgt við kanning
unum og viðgerðini av føroysk
um sjúklingum og sagt frá, við tí
vitan vit hava, nær teir fara skeivt
í býnum. Tað er eingin orsøk til,
at vit skulu fullkomiliga sleppa
sjúklingunum. Vit eru fram
haldandi teirra heimstaðar heilsu
verk, vísir Pál Weihe á.
Skulu
taka
ónøgdina
í álvara
- Bara tað, at tað eru nøkur, ið eru ónøgd, er nakað, ið vit eiga at taka
í álvara. Bæði sum læknar, men eisini sum heilsumyndugleikar,
sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya
Eg kann ikki siga, at mínir
starvsfelagar í Føroyum ikki halda
sama støði sum mínir starvsfelagar
í Keypmannahavn. Tað kann eg ikki,
tí tað kenni eg einki til.