Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018 SOSIALURIN 50 13 - Ein av orsøkunum til, at boð ikki finna vegin fram og kanningar verða gjørdar umaftur, er tí journalskipanirnar ikki snakka saman. Tað hevur verið ein stórur trupulleiki, ið vit ikki altíð hava havt so stóra ávirkan á, men sum botnar í donsku journalskipanini, ið brúkar donsk CPR-nummar. Tað sigur landsstýriskvinna í heilsumálum, ið upplýsir, at samráðingar eru við danskar myndugleikar at betra um samskiftið millum sjúkrahúsini HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO H óast kanningin hjá Fríða í Geil Jensen, Marie Lundby Spang­ gård og Sophie Amalie Lykke Poulsen vísir á fleiri økir í før­oyska heilsuverkinum og sam­ starvi­num við útlendsk heilsuverk, ið krevja ábøtur, so fellir Sirið Sten­berg, landsstýriskvinna í heilsu­málum, ikki í fátt av kann­ ing­ini. Tvørturímóti, so vís­ir hon á, at kanningin við­gerð fleiri viður­ skiftir, ið tey í Heilsu­mála­ráð­num long­ur eru í holt við at loysa. - Eg havi lisið uppgávuna við áhuga og haldi tað er altíð týdn­ ingar­mikið, at sjúklingurin hevur eina rødd. Tey tingini vit kunna læra av eini slíkari kanning taka vit við. Fleiri av niðurstøðunum í kann­ingin hanga eisini væl saman við viðurskiftum, ið vit eru varug við og eru í gongd við at loysa, sigur Sirið Stenberg. Rudda upp í óskilinum Sirið Stenberg viðurkennir, at sam­starvið millum føroysk og donsk sjúkrahús ikki hevur verið nóg gott, men vísir á, at tað mangan hevur verið viðurskiftir, ið føroyingar ikki hava havt ávirkan á. Nú er Heilsumálaráðið tó væl ávegis at rudda upp í einum goml­ um trupulleika. - Ein av orsøkunum til, at boð ikki finna vegin fram og kanningar verða gjørdar umaftur, er tí journalskipanirnar ikki snakka saman. Tað hevur verið ein stórur trupul­leiki, ið vit ikki altíð hava havt so stóra ávirkan á, men sum botnar í donsku journalskipanini, ið brúkar donsk CPR-nummar, sigur Sirið Stenberg og greiðir víðari frá. - Flestu føroyingar hava ikki donsk CPR-nummar, so tá tey verða send til viðgerðar fáa tey eitt fyri­bils CPR-nummar. Trupulleikin er bara, at um tey hava verið tíggju ferð­ir í Danmark, so kunna tey gott vera skrásett við tíggju ymiskum CPR-numrum og journalum. Landsstýriskvinnan upplýsir, at arbeitt hevur verið upp á eina loysn upp á trupulleikan í longri tíð og nú hevur tað eydnast Heilsu­ mála­ráðnum at fingið eina avtalu í lag við donsku regionirnar, so at føroyskir sjúklingar fáa eitt fyri­ sitingarligt CPR-nummar. - Eg veit at Uttanlandsdeildin hjá Landssjúkrahúsinum skrásetir fleiri fólk um dagin. So tað er í gongd við at koma upp á pláss. Betri atgongd til læknar Eitt annað átak, sum Heilsu­mála­ ráð­ið arbeiðir við í løtuni, er at geva lækn­um í Føroyum atgongd til danskar journalir. Samráðingar eru í løtuni í gongd millum føroyska Heilsu­málaráðið og danska ráðið. - Sum støðan er nú, so kann ein danskur avloysari sita til arbeiðis í Føroyum við atgongd til donsku journalskipanina og lesa alt um sjúk­lingin, ið er staddur í Danmark. Men ein føroyskur lækni hevur ikki somu atgongd, tí hann hevur ikki danskt CPR-nummar. Tað er á hægsta støði nú og vit vóna at finna eina loysn, greiðir Sirið Sten­ berg frá. Ein politiskur spurningur Í kanningini verður eisini víst á skipan­ina við fylgjarum. Sambært kann­ingini velja 22 prosent av teim­um, ið ikki fáa játtað fylgjara, sjálvi at rinda fyri ein. Samstundis verður eisini víst á, at sjúklingar hava ilt við at skilja hví summi fáa fylgjara og onnur ikki, meðan onkur enntá heldur talan er um vina- og kenningarpolitikk. Landsstýriskvinnan kennir til trupul­leikan, men vísir á, at tað fyri nøkrum árum síðan bleiv gjørd ein vegleiðing, ið staðfestir hvør mannagongdin er, tá fylgjari verður játtaður. - Fyri nøkrum árum síðan bleiv ein góð vegleiðing gjørd, tí sjúk­ lingar vóru misnøgdir um hvør fekk játtað fylgjara og ikki. Hon er sett í verk og vegleiðingin er púra greið, um hvør kann fáa ein fylgjara. Vegleiðingin leggur eisini upp til undantak fyri serlig viður­ skiftir, men í síðsta enda er tað altíð so, at um ein lækni metir, at neyðugt er við fylgjara, so fær sjúk­ lingurin ein fylgjara. Spurningurin um at játta meira pengar til skipanina, so at øll fáa fylgjara, er javnan frammi, men enn hevur tað ikki vunnið neyðuga politiska undirtøku. Lands­ stýriskvinnan skilur væl ynski, men vísir á, at so skal peningurin finn­ast aðrastaðni. - Eg skilji øgiliga væl, at man ynskir at hava fylgjara við, tá ið man fer av landinum í samband við sjúku, men trupulleikin er av­markað fígging. Vit muga taka støðu til, um vit skulu brúka pengar­nar upp á viðgerðir ella tað sum er rundanum. So í síðsta enda er tað ein fíggjarligur spurningur, sigur Sirið Stenberg. Samráðingar á hægsta støði - Flestu føroyingar hava ikki donsk CPR-nummar, so tá tey verða send til viðgerðar fáa tey eitt fyribils CPR-nummar. Trupulleikin er bara, at um tey hava verið tíggju ferðir í Danmark, so kunna tey gott vera skrásett við tíggju ymiskum CPR-numrum og journalum.