hósdagur 3. mai 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018
SOSIALURIN 50
14
Sjúkrahús og álit
TEMA: Sjúkrahús og álit
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
á ið tað føroyska sjúkra
húsverkið skal saman
berast við sjúkrahús
verk aðrastaðni, so eru
tað nøkur viðurskiftir, ið eru týdn
ingarmikil at hædd verður tikið
fyri. Harímillum er, at grundarlagið
undir føroyska sjúkrahúsverkinum
er minni enn í flest øðrum londum
og at tænasturnar hjá sjúkrahús
verkinum ikki bara eru staðsettar
í Føroyum, men fevna eisini um
viðgerðir og útgreiningar uttan
lands.
Tað er eitt nakað, ið Jóanis Erik
Køtlum, forstjóri fyri føroyska
sjúkrahúsverkið, metir er sera
týdningarmikið at hava í huga, tá ið
man samanlíknar føroysk sjúkra
hús við útlendsk sjúkrahús.
- Tað er ein veikleiki í hesi kann
ingini, tí hon viðgerð útlendsk og
føroysk sjúkrahús hvør sær. Men
soleiðis upplivir sjúklingurin tað
og vit skulu sjálvandi lurta eftir tí
kritikkinum og royna bøta um tað,
sigur Jóanis Erik Køtlum og leggur
afturat.
- Tá tað er sagt, so dámar okk
um væl, at kanningar verða gjørd
ar, ið vit kunna brúka sum eitt
fastapunkt og vita hvar vit flóta.
Her handlar tað um tí sjúklinga
upplivdu góðskuna, men harafturat
hava vit eisini tí fakligu góðskuna
og fyriskipingarligu góðskuna.
Tann samlaða myndina av einum
heilsuverki tekur hædd fyri øllum
trimum, men hetta er einans tann
sjúklingaupplivdi parturin, men
tað er eisini týdningarmikið at tað
verður lýst.
Høgt støði
Í kanningini hjá Fríða í Geil Jen
sen, Marie Lundby Spanggård
og Sophie Amalie Lykke Poulsen
verður staðfest, at av teimum, ið
hava luttikið í kanningini, so er tað
fjórði hvør føroyingur, ið verður
sendur uttanlands til viðgerðar, ið
ikki hevur álit á føroysku sjúkra
húsini, meðan álitið er munandi
størri á tey útlendsku sjúkrahúsini.
Tað er tað eingin orsøk til, metir
Jóanis Erik Køtlum, ið vísir á, at
føroysku sjúkrahúsini eru mann
aði av høgt útbúnum fólkum og
er undir eftirlitið av donskum
myndugleikum.
- Vit hava øgiliga væl útbúnin
fólk í Føroyum. Tey hava út
búgvingar frá lærustovnum í
Norðanlondum og kanska serliga
í Danmark. Tey brúka danskar
leiðreglur og sjúkrahúsini eru
undir eftirliti av teinum donsku
heilsumyndugleikunum. Har
afturat eru vit eisini akkrediterað
av dønum. So tað er alt, sum sigur,
at vit hava eitt sjúkrahúsverk á ein
um høgum støði, sigur Jóanis Erik
Køtlum.
Samsvarar við
fólkargrundarlagið
Tað er tó eingin loyna, at føroyska
sjúkrahúsverkið er væl minni enn
tað danska, ið hevur munandi fleiri
tilboð, viðgerðir og serfrøðingar
enn tað føroyska. Tað merkir tó
ikki, sambært Jóanis Erik Køtlum,
at tað føroyska er verri, men byggir
tað bara á tí sannroynd, at fólka
grundarlag er ikki fyri øllum við
gerðum her á landi.
- Tað føroyska sjúkrahúsverkið
er bygt upp á eitt grundarlag, ið er
50.000 fólk. So tað er í stóran mun
ein bráðfeingis tilbúgving og so ger
man tað innanfyri tað bráðfeingis
tilbúgvingina, sum man kann.
Tað er í høvuðsheitum tað, men
so hevur man eisini viðgerðir, ið
50.000 fólk geva grundarlag fyri
at hava, vísir Jóanis Erik Køtlum á.
Men tað er skeivt at halda, at
føroyska sjúkrahúsverkið ein
ans er avmarkað til tað, ið verður
gjørt her í Føroyum, vísir sjúkra
húsverksstjórin á.
- Føroyska sjúkrahúsverkið
passar á ein ella annan hátt til
tað fólkagrundarlagið, ið er her á
landi. Men við avmarkaða fólka
grundarlagnum er man noyddur
at senda nøkur fólk av landinum.
Í kanningini verður munur gjørdur
millum tey føroysku sjúkrahúsini
og tey útlendsku, men í veruleika
num er talan um, at tað føroyska
sjúkrahúsverkið hevur lagt nakrar
tænastur í Danmark, tí tað gevur
ikki meining at hava alt her. Vit eru
heilt einkult ov lítil til at uppihalda
nakrar førleikar, sigur Jóanis Erik
Køtlum.
HAVA EITT
SJÚKRAHÚSVERK
Á HØGUM STØÐI
- Vit hava øgiliga væl útbúnin fólk í Føroyum. Tey hava útbúgvingar frá
lærustovnum í Norðanlondum og kanska serliga í Danmark. Tey brúka
danskar leiðreglur og sjúkrahúsini eru undir eftirliti av teinum donsku
heilsumyndugleikunum. Harafturat eru vit eisini akkrediterað av dønum. So tað
er alt, sum sigur, at vit hava eitt sjúkrahúsverk á einum høgum støði. Tað eru
skoðsmálið hjá Jóanis Erik Køtlum, forstjóri í føroyska sjúkrahúsverkinum
- Í kanningini verður munur gjørdur
millum tey føroysku sjúkrahúsini og
tey útlendsku, men í veruleikanum
er talan um, at tað føroyska
sjúkrahúsverkið hevur lagt nakrar
tænastur í Danmark, tí tað gevur
ikki meining at hava alt her.