hósdagur 3. mai 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018
SOSIALURIN 50
15
Samskiftið er ein avbjóðing
Í kanningini verður víst á, at fleiri
av teimum spurdu eru ónøgd við
samskiftið millum føroysk og
útlendsk sjúkrahús. Tað er ein
trupulleiki, ið Jóanis Erik Køtlum
er væl vitandi um.
- Vit arbeiða alla tíðina við at
menna sjúkrahúsverkið og vit vita
væl av, at tað eru avbjóðingar. Ser
liga millum føroyska og danska
sjúkrahúsverkið og har er samskiftið
ein stórur partur. Fyrr brúkti man
fax, men nú er alt digitalt. Tað var
kanska eitt sindur einfaldari enn
núverandi skipan, sigur Jóanis Erik
Køtlum, ið leggur afturat, at viljin
til samstarv er øgiliga góður, men
samskiftið er ein avbjóðing, tá tað
er tvørtur um landamørk.
Ein av høvuðstrupulleikunum í
samskiftinum millum heilsuverk
ini er, at tey koyra við tveimum
ymiskum lyklum, ið ikki virkar so
væl saman í løtuni.
- Í Føroyum hava vit p-talið, ið er
lykilin til ein sjúkling, og í Danmark
hevur man CPR-nummar. Tað ger
samskiftið eitt sindur trupult. Tað
besta hevði verið, um vit høvdu
eitt talgilt samskifti, har vit sendu
ávísingar til donsk sjúkrahús og
fingu eitt talgilt svar aftur. Tað
er avbjóðandi, men vit arbeiða
hart at fáa tann partin loystan,
og samantvinna p-talið og CPR-
nummarið, so vit í síðsta enda fáa
samansjóðað skipanirnar, sigur
Jóanis Erik Køtlum.
Fyribils átøk
Tað verður tó ikki loyst eftir einum
degi, men krevur samráðingar og
tekniskar og løgfrøðiligar loysnir.
Slíkt krevur tíð, men inntil tað er
komið upp á pláss, so verður onnur
átøk gjørd, ið hava til endamáls at
betra um samskiftið.
- Vit hava ein sjúklingasam
skipara á sjúklingahotellinum
og frá 1. januar í ár hava vit sett
ein sjúklingasamskipara, ið er á
Ríkissjúkrahúsinum. Tað er fyri
at tryggja, at sjúklingagongdirnar
koyra sum tær skulu og at upplýs
ingarnir koma fram á rætta stað,
sigur Jóanis Erik Køtlum og leggur
afturat.
- Sjúklingaskrivstovan hevur
eitt yvirlit yvir teir sjúklingar, ið
verða sendir avstað og nær teir
koma aftur. Arbeitt verðurstøðugt
við at fylgja teimum upp og tryggja
at alt gongur rætt fyri seg. So vit
gera nógv fyri at betra um viður
skiftini, men samskiftið er avgjørt
ein avbjóðing.
Greiðar reglur
Í kanningini verður eisini funnist
at fylgjaraskipanini, ið Sjúklinga
skrivstovan á Landssjúkrahúsi
num umsitur. Nøkur av teimum
spurdu eru ónøgd við hvussu
skipanin virkar og siga tað er ringt
at skilja avgerðirnar um hvørjir
sjúklingar fáa fylgjarar.
Jóanis Erik Køtlum ger tó greitt,
at tað eru greiðar mannagongdir, ið
staðfesta hvør fær fylgjara.
- Tað eru greiðar reglur yvir hvør
kann fáa ein fylgjara og annars
taka tey serliga atlit fyri sosial
og sálarlig viðurskiftir. Tað meta
vit riggar væl, men eg síggi at tað
eru onkrir sjúklingar, ið halda tað
er tilvildarligt, men tað skuldi tað
ikki veri, sigur forstjórin í føroyska
sjúkrahúsverkinum og vísir á, at
um ein feilur verður gjørdur, so
kunna tey í Sjúklingahotellinum
rætta upp á hann.
- Tað er eisini soleiðis, at um
tey í Sjúklingahotellinum upp
liva, at onkur er komin niður, ið
átti at fingið ein fylgjara, so seta
tey seg í samband við Sjúklinga
skrivstovuna og so finna tey eina
loysn.
- Tað er ein veikleiki
í hesi kanningini, tí
hon viðgerð útlendsk
og føroysk sjúkrahús
hvør sær. Men soleiðis
upplivir sjúklingurin tað
og vit skulu sjálvandi
lurta eftir tí kritikkinum
og royna bøta um tað