Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018 SOSIALURIN 50 16 Sjúkrahús og álit TEMA: Sjúkrahús og álit HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO V ið sínum umleið 1500 limum er Krabba­ meins­felag­ið Føroya størsta sjúklingafelag og hava starvsfólk í felagnum dag­ligt samband við sjúklingar, ið eru raktir av krabbamein og hava tørv á hjálp. Føroyskir krabba­ meinssjúklingar eru eisini millum teir sjúklingar, ið javnan verða sendir til Danmarkar og aðra­ staðnis til serviðgerðar. Tískil er talan um eitt felag, ið hevur umfatandi vitan og kunn­ leika um upplivingar og royndir hjá føroyskum sjúklingum og hvus­su tey uppliva bæði føroyska og útlendsku sjúkrahúsverkini og sam­starvið teirra millum. Tí vóru Jansy Gaardlykke, ið er dagligur leiðari í Krabba­ meins­felagnum, og Durita Tau­ sen, nevndarforkvinna í Krabba­ meins­felagnum, ikki tiknar á bóli, tá Fríði Jensen í farna mánaði hevði framløgu fyri felagnum um verkætlanina, ið hann, Marie Lundby Spanggård og Sophie Amalie Lykke Poulsen høvdu latið úr hondum, ið viðgjørdi hvussu før­oyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands. - Vit kunna ikki siga, at kann­ ingin tók okkum á bóli. Sjálvi hava vit ikki tøl, men vit hava leingi havt varhugan av nógvum av tí, ið kemur fram í kanningini. Hendan kann­ingin staðfestir tað, siga tær báðar og vísa serliga til tølini um álitið á føroyska og útlendsku sjúkr­a­hús­verkini. Trupulleikin er millum sjúkrahúsini Í slíkum førum er tað mangan skjótt og lætt at peika fingurin eftir einstøkum persónum ella stovn­ um, tá ábyrgdin fyri ónøgdina hjá føroyskum sjúklingum skal leggj­ast hjá onkrum. Men hvørki Jansy Gaardlykke ella Durita Tau­ sen meta, at tað er nakar ein­stak­ ur persónur ella stovnur, ið hevur allan trupulleikan í hesum føri­ num. Í staðin er tað tað, ið hend­ir millum sjúkrahúsini, ið er trupul­ leikin. Ella rættaði sagt, so er tað tað, ið ikki hendir millum sjúkra­ húsini, ið er trupulleikin. - Tað eru ikki starvsfólkini, ið tey sum venda sær til okkara hava trupulleikar av. Nógv teir flestu trupulleikarnir, ið vit frætta um, er vegna manglandi samskipan og samskifti, sigur Durita Tausen, áðrenn Jansy Gaardlykke leggur afturat. - Og tað er heldur ikki soleiðis, at tað er ein føroyskur ella dansk­ur trupulleiki. Tað kann halta í sam­ skiftinum úr Danmark til Føroyar og úr Føroyum til Dan­markar. Beina óttan burtur Báðar tvær vísa á, at tá ið sjúkan rakar, so er vanligt, at sjúklingurin situr við fleiri spurningum, ið kunna vera torførir at svara. Tá er tað týdningarmikið, at skipanin er løtt at fáast við og einki pláss er fyri at lata ivan nørast. - Sjúklingar kunnu við hvørt ivast í um teir røttu upplýsingarnir koma fram. Tey eru sjúk og skulu hava onkra viðgerð, men brúka tíð og orku at ivast í, um nýggja sjúkra­ húsið veit hvat bagir teim­um ella hvat næsta stigið er, siga tær báðar. Ov ofta bíða tey so mikið leingi eftir boðum, at tey eru bangin fyri, at tey eru dottin niðurímillum. - So meðan tey skulu miðsavna seg um at gerast frísk, brúka tey í staði­n orku til at stúra um hetta. Tey flestu eru bangin í slíkum støðum. Tað sum vit ynskja er, at fáa allan óneyðugan óttan beindan burtur, siga dagligi leiðarin og forkvinnan í Krabbameinsfelagnum. Tey trý s'ini Av tí at Krabbameinsfelagið kenn­ ir til manglandi álitið á før­oyska sjúkrahúsverkið og sam­starvs­ trupu­lleikarnar millum sjúkrahús her á landi og aðrastaðni, so hev­ur felagið eisini síni boð um hvat kann gerast fyri at betra um sjúkra­legu­ na hjá sjúklingum. MANGLANDI SAMSKIPAN ELVIR TIL ÓTTA - Tað sum vit javnan síggja, er at tá fólk eru komin aftur úr útlondum, og skulu halda fram við viðgerð í Føroyum ella aðrastaðni, so hava summi kensluna av, at tey eru slept upp á fjall. Tey vita ikki hvønn tey skulu venda sær til, so tey ringja til okkara. Tá hjálpa vit teimum at fáa fatur á rætta viðkomandi, siga umboð fyri Krabbameinsfelagið