hósdagur 3. mai 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018
SOSIALURIN 50
17
- Loysnin er at leggja fokus á
samstarv, samskipan og samskifti.
Skjøtul er settur á arbeiði at tal
gilda upplýsingar og veita hvørj
um øðrum atgongd til hesar upp
lýsingar tvørturum landamørk.
Tað boðar frá góðum og vónandi
førir tað við sær, at føroyska
sjúkrahúsverkið fær atgongd til
viðkomandi upplýsingarnar í
danska sjúkrahúsverkinum og um
vent, sigur Durita Tausen.
Harumframt eftirlýsir Krabba
meinsfelagið, at sjúklingasam
skiparar verða settir í starv í
Føroyum, ið skulu samskipa sjúk
lingagongdina hjá hvørjum ein
støkum sjúklingi.
- Sjúklingasamskiparin verður
bindiliðið millum sjúklingin og
skipanina. Hann er umboðið hjá
sjúklinginum, og heldur skil á ting
unum, samlar træðrir, og er sjúk
lingurin í iva um svar ella annað,
so kann sjúklingasamskiparin fáa
fatur á røttu fólkunum ella kanna í
skipanini og fáa svar. Tað ger, at sjúk
lingurin kennir seg í tryggum hond
um, greiðir Jansy Gaardlykke frá.
Eitt sum tær vóna ein slíkur
sjúklingasamskipari kann hjálpa
upp á, er kenslan hjá sjúklingum
av, at tey eru slept upp á fjall, tá ið
tey ikki vita hvønn tey skulu venda
sær til.
- Tað sum vit javnan síggja, er at
tá fólk eru komin aftur úr útlond
um, og skulu halda fram við viðgerð
í Føroyum ella aðrastaðni, so hava
summi kensluna av, at tey eru slept
upp á fjall. Tey vita ikki hvønn tey
skulu venda sær til, so tey ringja
til okkara. Tá hjálpa vit teimum at
fáa fatur á rætta viðkomandi, sigur
Jansy Gaardlykke.
Heildartilgongd
Eitt annað átak, ið kann bøta
munandi um kunningina hjá
sjúklingum, tá ið tey fáa staðfest
krabbamein, er ein heildartilgongd
fyri hvørt einstakt slag av krabba
meini.
- Tað hevði gjørt, at sjúklingurin
og starvsfólk vistu beinanvegin
hvør ætlanin er frameftir, sigur
Durita Tausen.
Føroyskir sjúklingar verða sum
nú er partur av donsku heildartil
gongdini, tá tey verða innløgd í
Danmark, men tann tilgongdin
endar, tá sjúklingurin kemur aftur
til Føroyar.
- Ein føroyskur sjúklingur
byrjar og endar vanliga í Føroyum.
Tí ynskja vit eina heildartilgongd,
ið kann fylgja allan vegin, sigur
Durita Tausen.
Ein slík skipan hevði ført til, at
sjúklingurin fekk eina ávísa trygd
fyri hvat fór at henda næstu tíðina.
- Tey fáa beinanvegin at vita
hvør viðgerð bíðar og hvussu leingi
viðgerðin ætlandi fer at taka. Tað
kann vera, at tað er ávís bíðitíð at
koma í viðgerð, men tað er gott at
fáa at vita beinanvegin, at tað er
ikki tað, at tey eru gloymd. Tað
kann sissa sjúklingin, og er so
okkurt, ið ikki riggar í tilgongdini,
so er skjótt at fanga trupulleikan,
sigur nevndarforkvinnan.
Tíðin er avgerandi
Løgtingið samtykti í farnu viku
eitt uppskot til samtyktar um at
innføra viðgerðartrygd í føroyska
heilsuverkinum. Tað merkir at
innan eitt ávíst tíðarskeið, so
skulu allir persónar fáa viðgerð,
um illgruni er um, at tey hava eina
sjúku. Tað fegnast tey í Krabba
meinsfelagnum um.
- Slík trygd er ikki sum nú er.
Tíðin hevur so ræðuliga nógv at
siga, tá sjúkan rakar. Fyri at útlitini
skulu vera so góð sum gjørligt, er
týdningarmikið, at koma í viðgerð
skjótast gjørligt, sigur Durita Taus
en.
Í kanningini verður eisini víst
á, at ávís misnøgd er við skipanina
við fylgjara. Sum nú er fáa 54 pro
sent av teimum sjúklingum, ið
verða send av landinum, fylgjara
við sær. Men kanningin vísir, at
sjúklingar meta talan er um eina
so týdningarmikla tænastu, at
22 prosent av teimum, ið ikki fáa
pengar játtaðar til ein fylgjarar,
sjálvi rinda fyri ein. Tað er nakað, ið
tey í Krabbameinsfelagnum vóna
kann broytast.
- Sum felag halda vit, at øll skulu
fáa tilboð at fáa fylgjara. Tað eru
fleiri orsøkir til at tað er neyðugt,
m.a. tí at man kann vera illa fyri
av viðgerðini og at tað kann vera
ótrúligt ringt at fata boðini, ið blíva
søgd eftir og áðrenn viðgerðina.
Tað er ikki bara tí, at tað er á einum
øðrum máli, men mangan er man
so bangin, at man yvirtulkar ella
undirtulkar boðini. Tí er gott at
hava onkran við sær, siga tær
báðar.
Tær vísa eisini á, at vandi er fyri,
at skipanin í dag ger mun á teim
um, ið eru væl fyri og restini.
- Fleiri rinda sjálvi fyri fylgjaran.
Tá verður munur á hvussu nógvar
pengar fólk hava. Tað er aftur ein
óneyðug stúran og ótti. Fyri nøkr
um árum síðani kom av og á fyri,
at fólk gramdu seg um, at skipanin
var órættvís. Serliga ringt var, tá
ið tey bóru seg saman við onnur,
ið høvdu fingið játtað fylgjara, og
man sjálvur ikki fekk hóast um
støðurnar at síggja til vóru tær
somu. Tað kundi pína øgiligt hjá
fólki, siga tær báðar.
Hóast kritikkin í kanningini, so
vísa tær báðar tó á, at nógvir batar
eru gjørdir í tænastuni seinastu ár
ini.
- Sjúkrahúsverkið hevur gjørt
meira og meira fyri at betra um
tænastuna við fylgjara, og beina
fyri øllum hugsandi munum. Ynski
hjá okkum er, at hon verður enn
betri, so at umstøður vera at geva
øllum tilboð um fylgjara, siga tær
báðar.
- Vit kunna ikki siga, at
kanningin tók okkum
á bóli. Sjálvi hava vit
ikki tøl, men vit hava
leingi havt varhugan av
nógvum av tí, ið kemur
fram í kanningini. Hendan
kanningin staðfestir tað