Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018 SOSIALURIN 50 18 LEITA BURTUR FR Ferðamál: Støð sum Barcelona, Amsterdam, Venesia, Ibiza og Mallorca eru um at ganga undir í ferðafólki. Tí peika vit tær hesaferð á onnur støð kring Europa, har tú kanst fáa eina góða summarferiu uttan at at blíva burtur í stóru mongdunum av ferðafólki LÍVSSTILUR Portmeirion (Wales) Hevði tú vaknað í býnum Portmeirion og ikki visti, hvar tú vart, hevði tú ivaleyst gitt, at tú vart í Italia. Portmeirion líkist ikki einum vanligum walisiskum býi. Vakrir urtagarðar, innbjóðandi torg og litríkir bygningar. Býurin er tilvitað gjørdur eftir italskum sniði og hevur eisini verið brúktur í fleiri filmum og sjónvarpssendingum. Colmar (Frakland) Í landnyðringshorninum av Fraklandi liggur sjarmerandi býurin Colmar, sum stundum líkist onkrum úr Disney teknifilmi. Nógvir gamlir bygningar, sterkir litir, marknaðir og bilafríar gøtur. Býurin var eitt skifti fyri góðum hundrað árum síðani partur av týska ríkinum, men síðani 1918 hevur hann verið franskur. Eitt kopi av amerikansku frælsisgudinduni er í býnum sum áminning um, at skaparin av standmyndini kom úr býnum. Bergen (Noreg) Tað regnar illa í Bergen, men býurin er innbjóðandi og hugtakandi at uppliva. Ríka mentanarlívið, vakra nattúran, og mongu huganligu støðini í býnum gera Bergen spennandi, og hóast ferðafólk hava hug at leita til býin, er munur á at vitja Bergen og býir longri suðuri í Europa. Hvar (Kroatia) Meðan fleiri av sponsku miðalhavsoyggjunum hava trupulleikar við ólevnaði og ófriði av fullum ferðafólkum, roynir oyggin Hvar í Kroatia at halda eitt gott støði við strangum reglum fyri vitjandi. Hvar er glamourøst og vakurt, og lívið er nakað meira elegant enn á feriuoyggjum aðrastaðni. Her kanst tú njóta sól, vakurt útsýni og góðan mat.