hósdagur 3. mai 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018
SOSIALURIN 50
19
RÁ TÍ UPPLAGDA
York (Ongland)
Víkingarnir kallaðu býin Jorvík. York liggur har norðuri
í Onglandi og hevur havt nógvan ídnað. Men har eru
eisini áhugaverd støð at vitja. Miðalaldarbygningar eru
varðveittir, og stóri gotisku katedralurin York Minster er
stórsligin og spennandi at vitja. Og so kanst tú sjálvandi
njóta býarlívið á York Shambles ella detta inn á ein av
mongu pubbunum í býnum.
Puglia (Italia)
Italski hælin har suðuri í landinum bjóðar hugtakandi
arkitektur, forvitnislig slott og kirkjur og vakra náttúru.
Høvuðsstaðurin í landslutinum er Bari, har stívliga
300.000 fólk búgva. Hetta økið í Italia er ikki so tyngt av
ferðavinnu, sum onnur øki, men hevur kortini sera nógv
at bjóða vitjandi.
Maribor (Slovenia)
Tað er vakurt í Slovenia. Bled sjógvurin er kendasta
ferðamálið, men fleiri onnur áhugaverd og vøkur støð eru
at vitja. Maribor liggur við ánna Drava og er næststørsti
býurin í landinum. Fólkatalið er undir hundrað túsund,
og býurin tykist tí ikki ovurhondsstórur. Lívligar gøtur
og torg gera býin hugnaligan og hugaligan at vitja.
Krakow (Pólland)
Samstundis sum Pólland støðugt mennir seg sum
nútímans samfelag, er samfelagið merkt av farnum
tíðum. Býurin Krakow er ein av vakrastu býunum í
landinum. Býurin varð ikki bumbaður undir seinna
heimsbardaga, og tí eru nógv fornminni varðveitt.
Krakow hevur út ímóti 800.000 íbúgvar og liggur har
suðuri í Póllandi nærindis markinum til Slovakia.
Valencia (Spania)
Partar av árinum er Barcelona um at ganga undir í
ferðafólki. Valencia, sum liggur tríggjar tímar longri
suðuri, er ikki eins hart raktur av hópferðavinnu, men
kann blíva tað komandi árini, tí býurin hevur nógv at
bjóða. Valencia hevur stórslignan arkitektur, gamlan
sjarmerandi býarpart, óteljandi matstovur og kaffistovur
á smølum gøtum og torgum. Her fært tú eitt fullkomið
bland av stórbýi og hugna.
Lerwick (Hetland)
Tíverri er ikki longur beinleiðs samband úr Føroyum til
Hetlands, men við flogleið til Edinburgh ber til at koma
rímiliga lætt til oyggjarnar norðan fyri Skotland. Lerwick
er sjarmerandi høvuðsstaðurin í Hetlandi, og hóast
samfelagið ikki tykist so framkomið sum tað føroyska,
er býurin avgjørt eina vitjan verd – og her skalt tú ikki
berja teg ígjøgnum ferðafólkarúgvur sum aðrastaðni.