Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018 SOSIALURIN 50 20 HAVA VARÐVEITT GOMLU KORTINI Í kjallaranum lógu bæði sjókort og emblem, sum nýggju eigararnir hava hongt upp á veggirnar í Hotel Havgrím. DANJAL AV RANA H otel Havgrím yviri við Strond í Havn, í gomlu kommandørhúsunum, hevur nú latið upp og tikið ímóti fyrstu gestunum. - Vit sóu beinanvegin møgu­leik­ ar í hesum, tá húsið kom á markn­ aðin. Vit hava arbeitt í ferða­vinn­ uni í nógv ár, og avgjørdu at taka av tá møguleikin beyðst. Nú er eitt ár síðani vit byrjaðu at ar­beiða upp á húsini og eru fegin um at vit nú kunnu byrja at taka ímóti gest­um, sigur Lis Eklund í Niðri­ stovu, stjóri á Hotel Havgrím. 14 kømur eru gjørd í húsunum, mill­um teirra eitt handikaprúm og ein svita. Øll kømurini hava út­sýnið út yvir havið, og tað maritima gongur aftur í øllum, bæði í litum og innrætting í køm­ ur­unum annars., millum annað hanga sjókort á veggunum. - Hetta eru gomul sjókort, sum vit funnu í kjallaranum, tá vit ruddaðu har niðri. Vit bóðu Mynd­ list ramma tey inn fyri okk­um og hava so endurnýtt tey á vegg­un­ um, sigur hon. Tey hava roynt at varðveita hús­ini í sama stíli sum komm­ andør­húsini. Sjókortini hanga á vegg­inum, og myndir av hennara há­tign Margretu, drotning og Heindriki, prinsi, sála, og gomul embl­em, sum eisini lógu í kjall­ar­ an­um, hava eisini fingið heiðurs­ pláss í gongini. Altanin á aðru hædd er gjørd um til svitu, meðan høsnarhúsið í kjall­aranum eisini er vorðið gjørt til eitt kamar. Øll kømurini hava útsýnið yvir havið og Lis Eklund í Niðristovu sig­ur, at nærleikin til náttúruna er avgerandi fyri nógvar av kund­un­ um. Umframt útsýnið yvir havið liggja traðir beint við síðuna av hotell­inum, har tað í løtuni ganga fleiri ær við lombum. - Tað er jú heilt fantastiskt at vera so nær náttúruni. Nú ein dagin kundu vit standa í vind­eyg­ an­um og eygleiða eina ær, sum lembdi, sigur hon. Nú byrjar so virksemi í hús­in­ um av álvara, og Lis Eklund í Niðri­ stovu væntar, at nógv verður at gera, í øllum førum í summar. - Í heyst og vetur verður sjálv­ andi ein størri avbjóðing, men tá mugu vit ganga nýggjar leiðir og kanska bjóða føroyingum onkrar nýggjar upplivingar, sigur hon. - Navnið Havgrím er eftir mann­ inum, sum læt húsini byggja í 1948. Húsini vóru privatbústaður fram til 1952, tá danska verjan yvir­tók tey. Vit halda, at navnið Havgrím pass­ar sera væl inn í høvuðs­ temaið, sum hotellið byggir á, nevni­liga havið og fjøran, segði Lis Ek­lund í Niðristovu. Eyðun Elia­ sen, arkitektur, hevur staðið fyri at mynda temaið. FERÐAVINNA