Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018 SOSIALURIN 50 24 Hvat er hetta fyri kanning? Um árskiftið 2017-2018 vóru næmingar í 4., 6. og 9. flokki í øllum landinum spurdir, hvussu nógv teir lesa, hvat teir lesa, hvussu ofta teir lesa, á hvørjum máli teir lesa, og hvørjum miðli teir lesa; umframt fingu teir spurningar um frítíðar- og miðlavanar og annað. Næmingar í 77 flokkum í 19 skúlum kring alt landið hava tikið lut í kanningini; skúlarnir eru dulnevndir, bæði stórir og smáir hava tikið lut, og skúlarnir eru tilvildarliga valdir. Samanlagt hava um 1300 næmingar svarað. Tað er so heppið, at samstundis er ein líknandi kanning gjørd av lesi- og miðla­ vanunum hjá donskum børnum; tí ber til at gera áhugaverdar samanberingar millum okkara kanning og ta donsku kanningina. Vit, ið hava tikið stig til kanningina, eru Sissal M. Rasmussen, exam.art. í føroyskum, cand.mag í audiologopedi umframt Ph.D.- lesandi á Føroyamálsdeildini, Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags og cand.phil í norðurlendskum og bók­ment­ um, Lydia Didriksen, námslektari á Náms­ vís­indadeildini á Fróðskaparsetrinum, fólka­skúlalærari, skúlabókavørður og MA umframt BA í føroyskum, og Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi og fólka­skúla­ lær­ari. Vit hava allar brennandi áhuga fyri lesing og starvast innan økið dagliga. Grein­ ingarfyritøkan Lóður hevur staðið fyri at savna inn dátuna og greinað úrslitið; Menta­ mála­ráðið hevur fíggjað høvuðspartin av kann­ingini. Hvat er endamálið við kanningini? Endamálið er at veita nýggja, dagførda vitan um lesing, hugburð til lesing og tilfar, og at fáa at vita, um okkara børn og ung lesa í nóg stóran mun, so gróðrarbotnur er fyri, at teirra mál og lesiførleiki mennist. Lesikanningin kann geva vitan og íkast til kjakið um lesi­ van­ar hjá børnum. Spurningarnir, ið eru settir næmingunum, eru sprotnir úr vitan um, hvat hevur týdning fyri lesing, eisini so­ leiðis at svarini kunnu geva ábendingar um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk. Hví er umráðandi at kanna lesivanar? Lesing og lesiførleiki eru ein grundleggjandi førleiki, tá ið tú skalt nema tær lærdóm og vitan. PISA-kanningarnar hava víst, at ein ov stórur partur av okkara børnum dugir ov illa at lesa, hóast lesing er eitt amboð og vegurin inn í flestu lærugreinar í skúlanum. Lesing er grundarlagið, sama um tú velur at fara í miðnám ella ikki, sama um tú vel­ur eina bókliga útbúgving ella ikki, tí les­ing er ein av fortreytunum fyri at vera virk­ in í samfelagnum. Harumframt er les­ ing vegurin inn í bæði yrkisbókmentir og fagurbókmentir, sum geva okkum sum menniskju eina rúgvu av vitan og upp­liv­ ing­um. Lesing er, fyri tey sum eru lesarar, ein ótømandi kelda til gleði, spenning og und­ir­hald. Gjøgnum bøkur kann barnið lesa um ymiskar kenslur og tankar, fólk hava, og um støður, sum ymisk fólk koma í. Hetta er gevandi og læruríkt, og tað ger, at barnið lættligari kann kenna seg sjálvt aftur og læra onnur at kenna. Barnið víðkar sjónarringin, fær vitan um verðina og lærir nýggj hugtøk, ið eru neyðug undanvitan fyri lesifatan, lærir at hugsavna seg, og ikki minst lærir barnið um tað at vera menniskja. Gerandisdagurin hjá børnum er nógv broyttur seinastu árini, og talgilda verðin bjóð­ar børnum undirhald og upplivingar upp í rúgvur. Aðrastaðni sæst, at hetta hevur ávirkað lesivanarnar hjá børnum, ser­liga í frítíðini. Tað er tó soleiðis, at skal barnið gerast ein góður lesari, er venjing neyðug – tað at lesa nógv og ymiskt tilfar á tí støði, har barnið er. Tað er ikki vist, at hó­ast barnið dugir at lesa, tað vil siga dugir tekn­isku lesiførleikarnar, at tað gerst lesari. Hvat krevst fyri at hava góðan málførleika? Hevur tú ongantíð skrivaðan tekst fyri tær, mennir tú ikki málið á fullgóðan hátt; tað er ikki nóg mikið bara at hoyra onnur børn ella vaksin tosa, tú mást eisini lesa fyri at ogna tær góðan, ríkan og djúpan málførleika, t.d. orðfeingi. Orðfeingi eru orð, sum liggja í huganum, og sum verða tikin fram í minn­ inum. Fyri at menna orðfeingið krevst, at børn hoyra og síggja orð aftur og aftur, og Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Sissal M. Rasmussen, Turið Kjølbro, Lydia Didriksen og Marjun Ziskason Lesivanarnir hjá børnum á vandaleið Børn lesa lítið og einki í frítíðini; tað er ikki longur eitt uppáhald; spildurnýggja kanningin av lesivanum hjá trimum árgangum í fólkaskúlanum staðfestir, at tveir triðingar av børnunum í 4., 6. og 9. flokki lesa sjáldan ella ongantíð, og tey lesa væl minni enn javnaldrarnir í Danmark. TÍÐARGREIN