Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. mai 2018 SOSIALURIN 50 25 at torleikastigið í tekstunum, tey lesa, alla tíðina hækkar samsvarandi aldursstiginum og førleikastiginum hjá barninum. Barnið, sum lesur, hevur betri orðfeingi og lættari við at skilja tekst og orða seg, bæði í talu og á skrift. Tey, sum ikki koma á lagið við at lesa, eru í vanda fyri at geva skarvin yvir og koma ongantíð í gongd samanborið við les­ar­an, sum er í støðugari menning. Tað er ávíst, at orð­feingið hjá børnum heilt niður í hálvt­ annað ár kann fyriboða lesimenningina hjá børnum nógv ár seinni. Tað vil siga, at kenn­ir barnið nógv orð, tá tað er lítið, so verð­ur lesitilgongdin helst lættari; hinvegin kenn­ir barnið fá orð, tá tað er lítið, eru størri sannlíkindi fyri at enda undir miðal í lesi­før­ leika seinni í skúlatíðini. Hvat sigur kanningin? Tveir triðingar av børnunum ella 65,6 % av øllum børnunum í øllum trimum árgang­un­ um í 4., 6. og 9. flokki lesa sjáldan ella ong­an­ tíð. Samanbering millum tey, sum siga seg lesa hvønn dag og tey, sum ikki lesa, vísir týði­liga, at tey, sum ikki lesa, nýta talgildu miðl­arnar nógv meiri enn tey, sum lesa. 28 % brúka ofta ella sera ofta ensk orð, tá ið tey mangla ella ikki kenna føroyska orðið. Um hugt verður at ensku málnýtsluni og lesing, sæst, at tey børnini, sum lesa nógv, ikki brúka ensku orðini líka nógv, sum tey, sum ikki lesa. Av teimum, sum lesa nógv, siga 19 % seg brúka ensk orð, tá ið tey ikki kenna før­oyska orðið, meðan talið hjá teimum, sum ikki lesa er 32 %. Stórur munur er á, hvussu nógv børnini læna bøkur á skúlabókasavninum alt eftir hvørjum flokki tey ganga í. Tá ið hugt verður at flokkunum, sæst, at tey í 4. og 6. Flokki læna nokkso nógv, meðan tey í 9. flokki læna nógv minni. Í teimum báðum yngru flokk­unum liggur talið um 50 % um vik­una, meðan tað í 9. flokki er bara 9 %. Um bóka­ savns­vitjanirnar verða samanbornar við, hvussu ofta tey lesa, sæst – og tað er eisini vænt­andi – at tey, sum lesa nógv, eru títtari gest­ir á skúlabókasøvnunum, munurin er 55 % og 25 %. Tá ið spurningurin um hugburð til lesing verður settur saman við flokki, kyni og hvussu ofta tey lesa, sæst millum annað, at gentur hava ein meiri jaligan hugburð til lesing, og at tær eisini oftari halda seg fáa nakað burtur úr lesingini. Dreingir lesa minni enn gentur á føroyskum, men lesa meiri á enskum enn genturnar, sama er við øðrum málum. Genturnar lesa meiri á donskum enn dreingirnir. Tá ið ræður um flokk­arnar, sæst, at tey í 9. flokki lesa nógv meiri á enskum enn hinir árgangirnar. Tað at lesa á føroyskum minkar, jú eldri næm­ ing­arnir gerast. Tey, sum siga seg lesa nógv í frítíðini, lesa eisini meiri á føroyskum, men tey, sum siga seg lesa lítið ella einki, lesa eitt sindur oftari á enskum enn tey, sum lesa nógv; tølini eru 57 % fyri tey, sum ikki lesa, og 50 % fyri tey, sum lesa. Hvørjar eru avleiðingarnar av, at børn lesa ov lítið? At bara umleið triðja hvørt barn í 4. flokki og 6. flokki lesur regluliga í frítíðini, tað er fleiri ferðir um vikuna, er órógvandi. Børnum í hesum aldrinum tørvar nógva lesivenjing fyri at ogna sær góðan og nøktandi lesi­før­ leika og gott orðfeingi. Tey børnini, sum ikki lesa regluliga og støðugt, hava ikki sama møguleika at mennast málsliga í sama mun sum tey, sum lesa; góður lesiførleiki er, at tú lesur flótandi og raðið uttan at brúka orku at avkoda orðini, og at tú skilir tað, tú lesur. Gott orðfeingi stuðlar undir bæði avkoding og lesifatan. Tá ið so stórt tal sum 67 % av teim­um í 4. flokki, ella tveir triðingar, ikki lesa, so bendir tað á, at venjingin ikki er nóg støð­ug og munagóð. Tað er ein sannroynd, at meiri tú lesur, meiri venur tú avkodan og skjótleika, og skjótari lesur tú raðið og skil­ir tað, tú lesur. Lesur tú ikki raðið, so stríðist heilin við at avkoda tað, tú lesur, og fatan­ar­ mongdin fellur; við øðrum orðum fært tú ikki tað burtur úr tekstinum, sum tú eigur. Hjá alt ov mongum børnum í okkara skúlaverki verður lesiførleikin ikki nóg góður, tá ið vit kunnu staðfesta, at tey lesa ov lítið. Um vit samanbera tølini frá føroysku kanningini við kanningina, sum var gjørd á heysti 2017 í Danmark, so sæst, at børn í Føroyum lesa nógv minni samanborið við javnaldrarnar í Danmark, hóast børn í Danmark hava væl longri skúladag, manga­ staðni væl longri leið í skúla og brúka líka nógva tíð til talgildu miðlarnar sum føroysk børn. 62 % av børnunum í 4. flokki og 42 % av børnunum í 6. flokki í Danmark lesa fleiri ferð­ir um vikuna; tað er í roynd og veru tvífalt so nógv sum í Føroyum. Hvat er orsøkin til úrslitið? Hetta er ein spurningur, sum einki eintýtt svar er til, men vit hava nøkur boð. Ger­ andis­dagurin og miðlanýtslan hjá børnum er nógv broytt seinnu árini. Serliga er tað høg­liga atgongdin til internetið og ein nýggjan talgildan veruleika, sum hevur broytt mentan og nýtslu. Hendan broytingin kann eisini hava broytt ella ávirkað lesingina hjá børnunum, kanska serliga lesingina í frítíð­ini. Vantandi orðfeingi á føroyskum kann vera atvoldin til, at annaðhvørt barn, sum tekur lut í kanningini, brúkar ensk orð í staðin fyri føroysk í samskifti við onnur; hetta er vanligari, eldri børnini ger­ast, og eisini vanligari, um tú ert drongur. Vant­ andi orðfeingi á føroyskum kann vera ein avleiðing av vantandi lesing, og tí børnini í so lítlan mun møta føroyskum orðum. Tey møta teimum ensku orðunum oftari og í fleiri samanhangum á talgildu miðlunum, og tí stendur tað enska málið fremri í huganum og minninum hjá nógvum børnum enn tað føroyska. Ensku orðini eta seg inn í føroyska málið; enskt verður ikki eitt mál, sum tey fáa afturat, men gerst partur av neyðuga orðfeinginum, fyri at børnini yvirhøvur megna at bera tað fram, sum tey vilja siga. So kundi hugsast, at hugurin til at lesa gjørdist størri, um tey brúktu talgildu miðlarnar til tað, men tað eru færri, sum siga seg lesa tekstir á internetinum, enn í bókum og bløðum, og tey eru ivaleys í, at tey heldur vilja lesa í pappírsformi enn t.d. á teldlum. Í greiningini av flokkum, lesitíttleika og hugburði til lesing sæst, at títtleikin og hugburðurin eru sera ymiskir; vit hava flokkar í sama árgangi í Føroyum, sum hava ein jaligan hugburð til at lesa og høgan lesitíttleika, og vit hava flokkar, sum hava ein neiligan hugburð til at lesa og lágan lesitíttleika. Vit eiga at kanna nærri, hví tað er so, og hvat tað er, sum ger, at heilir flokkar av næmingum hava neiligan hugburð til at lesa; vit kunnu hóskandi spyrja, hvat verður gjørt á staðnum at stimbra lesihugin, hvussu nógv verður gjørt við at vísa á týdningin av at lesa, og hvussu tað verður virðismett, at tað verður lisið. Tað er í grundini undranarvert, tá ið hugsað verður um, at flestu lærarar í Føroyum koma av sama lærustovni, at teir hava somu námsætlanir at halda seg til, sama undirvísingartilfar, somu karmar, og at samfelagið, hóast tað er í broyting, er rættiliga einsháttað, tá ið hugsað verður um fólka­samanseting. Orsøkin má m.a. liggja í floksdynamikkinum, sum ger, at næmingar í einum flokki fáa líknandi atburð og vanar, og at tað er ymisk mentan, ið ger seg galdandi í flokkum, skúlum ella á ávísum økjum. Vit koma ikki uttanum, at kósin í teimum flokkum, har tað er ráðandi, at tað ikki hevur so stóran týdning at duga at lesa, er ikki góð, tí hetta eru heilir flokkar talan er um; ættar­liðini, ið vaksa upp í slíkum umhvørvi, verða svikin, tí tey hava verri fortreytir enn javnaldrarnir aðrastaðni at klára seg væl seinni í skúlaskipanini og í lívinum. Tað er ikki nýtt, at tey, ið lesa, gerast færri í tali; talið á teimum í 9. flokki, ið ikki lesa, kundi bent á, at hetta er ein gongd, ið er byrjað fyri eini tíð síðan. Avleiðingin av, at so stórur partur av børnunum ikki lesur støðugt, kann vera, at hesi fáa nógv størri avbjóð­ingar at klára seg væl í skúlanum og seinni í lívinum. Seta vit sjóneykuna á mið­ nám, har tey allarflestu ungu fara, so hoyra vit nógvar lærarar har siga, at tey ungu nú á døgum einki lesa, og at soleiðis hevur verið leingi. Tey, ið gevast í miðnámi, eru rættiliga nógv í tali, meiri enn tvífalt so nógv, sum fráfallið er í Danmark. Flyta vit hetta yvir á hægri lærustovnar, so síggja vit eisini, at frá­fallið er nógvar ferðir størri í Føroyum sam­anborið við í Danmark. Kann ein av fleiri orsøkum til stóra fráfallið í miðnámi og á hægri lærustovnum vera vantandi lesi­ vanar? Tað kann hugsast, tí alt er ein ringrás. Tilvitið og hugburðurin um týdningin, lærarin og námsfrøðingurin hava á menn­ ing­ina hjá næmingum, hava ógvuliga nógv at siga. Samanhangurin millum at lesa og at duga at málbera seg neyvt og gjølla og at skriva kompleksan tekst má vera týðiligur í læraraútbúgvingini og eftir­út­ búgv­ingarhøpi. Tað hevur ógvuliga stóran týdning, at skúlin allan vegin í skúla­skip­ anini ger næmingarnar varugar við týdn­ ing­in, sum lesing hevur fyri orðfeingi, mál­ før­leika og skriviførleika. Tað er í bókum, tú finnur eitt kompleksari mál á skrift, tí í bók­um er málið umhugsað. Fyri at kunna vísa næminginum á henda týdningin, er tað ein fortreyt, at lærarin er eldhugaður, at hann onkursvegna vísir vegin og er ein fyri­ mynd. At hann veit um bøkur og tilfar, sum kunnu fanga næmingin, og at hann saman við bókavørðinum megnar at finna eina bók til næmingin, sum hóskar til hansara. Tað treytar sjálvandi, at lærarin fylgir við í, hvørjar bøkur koma út og kunnar seg um tær. Tey, sum skulu bera vitanina og ment­ anina víðari til okkara næmingar, mugu hava tann førningin, at tey hava lisið og eru góðir lesarar, soleiðis at tey kunnu stuðla næmingunum í lesingini í breiðastu merk­ ing. Tað snýr seg um at geva barninum fram­ tíð­ar­møguleikar, og at lærarar eru kveikjarar og berarar av mentan og vitan og tilvitaðir um tann stóra týdning, teir hava. Kanningin stað­festir eisini, at nógv børn lesa, tí lærarin sigur, at tey skulu. Men menningin byrjar langt áðrenn barnið fer í skúla, og tí er tað eisini av stórum týdningi, at tilvit og vitan um máltøku og málsliga menning er týðandi partur í bæði námsfrøðiligu útbúgvingini og eftir­útbúgving. Kanning av lesivanum – og hvat so? Vit, ið hava staðið fyri kanningini av lesi­ van­unum, mæla til, at myndugleikar, skúlar, lær­arar, skúlastýri og foreldur taka úrslitið í álvara. Úrslitið vísir, at tað er neyðugt at gera átøk til frama fyri lesigleði og lesiførleikar hjá okkara børnum, og at ljós áhaldandi verður varpað á málmenning. Okkara vón er, at játtandi myndugleikarnir fara at játta líknandi kanningar aftur komandi árini, tí so ber til at siga, um átøkini, sum avvarðandi myndugleikar vónandi skipa fyri, veruliga muna. Les meiri um kanningina á malmenning.fo