Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018 SOSIALURIN 50 26 ÍTRÓTTUR: Fótboltur TRÓNDUR ARGE T að eru fleiri stórdystir í 9. umfari av Betri deildini hjá monnum, sum verður sunnudagin. Í toppinum møtast kappingarneytarnir sein­ astu tvey árini, KÍ og Víkingur. Í Runavík verður fótbóltsveitsla, tá endur­tøkan av steypafinaluni frá í fjør verður. Bæði NSÍ og B36 hava fing­ið nógv rós fyri sítt spæl. Í Gundadali er grannauppgerð millum HB og AB. Bæði liðini hava fingið lutfalsliga góð úrslit í seinastuni. Suðuroyingar fáa vitjan av EB/Streymi, meðan Skála fær vitjan av gamla venjaranum, Paula Poulsen og 07 Vestur. NSÍ – B36 Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Tað stendur nógv upp á spæl við Løkin í Runavík, tá B36 kemur á vitjan. Árstalsfelagið hevur vunnið teir seinastu dystirnar, meðan heimamenninir hava tað trupult í løtuni. Bæði liðini eru trý stig frá oddinum, so heilt avgerandi verður hesin dysturin ikki, men tað stendur eisini eitt met upp á spæl. Fyri tveimum árum síðani setti Jákup á Borg met, tá hann skoraði sítt mál nummar 153 í bestu føroysku deildini. Hann tók metið frá vinmanninum, John Petersen. Nú kann liðskiparin hjá NSÍ takað metið, um hann skorar móti B36 og Jákupi á Borg sunnudagin. -Eg visti tá eg tók metið fyri tveimum árum síðani, at eg bara átti tað eina løtu. Eg havi fulla virðing fyri, at Klæmint A. Olsen fer at taka metið, men eg havi sagt við mínar spælarar, at tað skal bara ikki verða sunnudagin, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Hann er bæði skemtingarsamur, men samstundis eisini álvarsamur á málinum. -Eg tími ikki at ynskja honum til lukku við metinum sunnudagin, men tað krevur at vit ansa eftir honum. Hann skorar nógv mál inni í brotsteiginum, so tað er týdningarmikið at fylgja honum, tí hann fær góða hjálp frá Árna Frederiksberg og hinum, sum leggja upp til málini, sigur Jákup á Borg. Venjarin hjá B36 leggur afturat, at hann er glaður fyri gongdina seinastu fimm dystirnar, har liðið hevur vunnið allar, hóast fleiri mans sita uttanfyri við langtíðarskaðum. Hesin dysturin er ringur at meta um. B36 hevur tað søguliga torført í Runavík og hópurin er nakað tunnur. Hinvegin telja fimm sigrar upp í slag, so ein málríkur javnleikur er nokk eitt gott boð. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 KÍ – Víkingur Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Í tvey ár hava hesi bæði liðini stríðst um FM. Í ár er støðan eitt sindur øðrvísi. KÍ drønaði avstað og vann seks teir fyrstu dystirnar í landskappingini, men síðani hevur liðið bara fingið eitt stig í tveimum dystum, og er sligið út úr steypakappingini. Hóast hetta, so er KÍ oddalið. Gestirnir úr Gøtu og Leirvík eru tvífaldir meistarar, men í ár sær verri út. Liðið hevur skift venjara og spælistíl, umframt at fleiri spælara eru vekk frá í fjør. Liðið hevur havt tað trupult í ár og liggur fimm stig aftanfyri KÍ. Tí hevur hesin dysturin helst størri týdning fyri gestirnar, enn fyri vertirnar. KÍ kann yvirliva við at verða trý stig aftanfyri nummar eitt, eftir fyrsta triðingin. Verri verður hjá Víkingi, sum við einum tapi er átta stig aftanfyri nummar eitt. Víkingur hevur tað søguliga torført móti KÍ í Klaksvík, so helst verður tað eisini torført hesaferð. Ein javnleikur er eitt gott boð, eftir at KÍ hevur havt tað trupult seinastu tríggjar dystirnar. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 HB – AB Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Heimir Guðjónsson og HB drøna avstað í løtuni. Eftir skelkin í fyrsta umfari, tá KÍ vann heili 3-0 í Gundadali, hevur HB ikki tapt. Liðið tykist óvanliga væl fyri og væl skipað. Nógv av rósinum fær íslendski venjarin, Heimir Guðjónsson. Dyggasti smeiturin er, at Teit Jacobsen bleiv álvarsliga skaddur í knænum. Hann var annars greitt tann besti spælarin, eftir at hann bleiv leigaður úr Sønderjyske. Somuleiðis hevur Sebastian Pingel trupulleikar í knænum, sum gera at hann ikki verður við sunnudagin. Tó telur tað upp, at Aleksandar Stankov, sum hevur verið skaddur síðani fyrsta umfar, kom á vøllin seinastu minuttirnar móti 07 Vestur. Eisini á Argjum er stór nøgd við venjaran. Sorin Anghel tykist hava skipað argjamenn væl, sum hóast bara fimm stig, hava víst í fleiri av dystunum, at hóast ein tunnan hóp, so er liðið sinnað at bjóða av. Millum annað hevur liðið vunnið á bæði TB/FCS/Royn og NSÍ á útivølli í seinastuni. -Vit eru ikki favorittar, men vit skulu tora at trúgva upp á tað. Til slíkar dystir er tað týdningarmikið, at vit fáa nakað við úr dystinum. At vit læra nakað. Tað krevur at vit tora at spæla, tora at renna fyri hvørjum øðrum og tora vinna dystir, sigur Sorin Anghel. Hann er tó greiðir yvir, at argjamenn fáa einki ókeypis frá teimum stóru. Tað sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Klæmint A. Oslen kann um vikuskiftið taka metið frá Jákupi á Borg, sum mest skorandi spælarin í bestu deildini í Føroyum nakrantíð Ikki við: Hørður Tórsson (Økslin farin úr lið, 2 vikur), Absalon Eliasen (knæið, 2 vikur) Við aftur: Jákup Pauli Breckmann (burturstaddur) Ikki við: Jónas Tór Næs (økslin, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (fóturin, langtíðarskaddur), Róaldur Jakobsen (fóturin, langtíðarskaddur), Eli F. Nielsen (nýran, 1-2 vikur), Robert Heðin Brockie (lærkirik, 1-2 vikur), Rói M. Hentze (virus) Ikki við: Jóhannes Hansen (Knæskaði - langtíðarskaddur) Ikki við: Teit Jacobsen, Sebastian Pingel (knæið, óvist um hann skal undir skurð) Ivasamir: Ari M. Olsen (fóturin), John Frederiksen (baklærið) Ikki við: Hákun Edmundsson (Lærkrikin), Kristoffur Jakobsen (Vøddaskaði) Ivasamur: Ísak Simonsen LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 9. umfar: TÍMI IKKI AT YNSKJA KLÆMINT TIL LUKKU