hósdagur 3. mai 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018
SOSIALURIN 50
27
-Eg segði tað eisini til dystin
móti B36. Um vit ikki eru til reiðar,
so hava tey stóru liðini spælarar,
sum kunnu spæla okkum sundur.
Vit mugu verða til reiðar frá byrjan,
sigur Sorin Anghel.
Í løtuni tykist HB hava munin
á flestu liðunum í landinum, so á
heimavølli móti AB er torført at
tippa annað enn, at HB vinnur.
SOSIALURIN TIPPAR: 3-1
Skála – 07 Vestur
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: PETUR REINERT
Pauli Poulsen og 07 Vestur hava
ryggin móti múrinum, tá teir eru
á vitjan á Skála. Liðið hevur bara
fingið eitt stig, hóast tað til tíðir er
gott spæl fram eftir vøllinum. Eitt
stig eftir átta umfør er ikki nokk,
men á Dungasandi hava tey ikki
mist mótið.
-Tað skulu bara eitt ella tvey
góð úrslit til, so eru vit við aftur.
Tað hjálpir ikki beinleiðis upp á
støðuna, men tað merkir at hini
eru ikki ov langt vekk, segði Pauli
Poulsen eftir 3-0 ósigurin fyri HB.
Skála liggur har, sum tey flestu
høvdu væntað. Tað er langt upp til
fimta pláss, so í løtuni er tað eitt
innanhýsis stríð millum Skála og
EB/Streym, um at enda nummar
seks.
Tá 07 Vestur bara hevur fingið
tað eina stigi, er torført at tippa
annað enn ein sigur til skálamenn.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-0
Suðringar – EB/Streymur
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Tað er torført at plasera suðr
ingar í løtuni. Liðið bragdaði í
steypakappingini, tá KÍ bleiv
varpað út, men stutt framman
undan tapti liðið á heimavølli fyri
AB. TB/FCS/Royn var enntá uttan
lyklaspælaran, Isaac Shaze. Mið
vallarin hevur fingið góð ummælið
fyri fleiri av sínum dystum í ár.
Í Sundalagnum royna tey at
renna aftaná topp fimm, men
eins og á Skála, so er langur vegur
á mál. Tá so liðini spenna bein fyri
hvørjum øðrum í farna umfari, so
er ilt at síggja annað enn, at EBS/
treymur verður áleið har teir eru.
Suðuroyingarnir skora ikki
nógv mál, meðan EB/Streymur
tykist
hava
væl
skipaðan
verjupart. Tí er ikki óhugsandi við
einum málfátækum dysti.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Ikki við: Símun Rógvi Hansen
(Knæskaði - langtíðarskaddur),
Betuel Hansen (Vøddaskaði)
Ivasamur: Fróði Benjaminsen
(Lærið)
Ikki við: Jákup Johansen
og Jan Ingason Hansen
(langtíðarskaddir) og Haraldur R.
Højgaard (lærið)
Við aftur: Heðin Klakstein (hevur
verið skaddur í fótinum)
Ikki við: Ari Krosslá Poulsen
(búkskaði, ógreitt hvussu leingi)
Ivasamir: Isaac Shaze, Heri E.
Kjærbo
Allir mans tøkir
Við aftur: Andreas Lava Olsen
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
07 VESTUR
Ikki við: Ndende Adama Gueye
(Brotið armin)
Ivasamur: Ken Fagerberg
Við aftur: Sølvi Egilsson
Betri deildin støðan
NR. LIÐ
D V J
T
MÁL
S
1.
KÍ
8
6
1
1
15-6 (+9)
19
2.
HB
8
6
1
1
13-6 (+7)
19
3.
NSÍ
8
5
1
2
15-7 (+8)
16
4.
B36
8
5
1
2
15-9 (+6)
16
5.
Víkingur
8
4
2
2
12-8 (+4)
14
6.
EB/Streymur
8
2
4
2
9-8 (+1)
10
7.
SKÁLA
8
2
2
4
5-7 (-2)
8
8.
AB
8
1
2
5
5-12 (-7)
5
9.
TB/FCS/Royn
8
1
1
6
2-12 (-10)
4
10. 07 Vestur
8
0
1
7
6-22 (-16)
1
Betri deildin 9. umfar:
KÍ-Víkingur (15.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ-B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
HB-AB (15.00)
TB/FCS/Royn-EB/Streymur (15.00)
Skála-07 Vestur (15.00)
TB/FCS/ROYN
Toppskjúttar:
Meinhard E. Olsen (B36)
6
Adrian Justinussen (HB)
5
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
5
Gilli Samuelsen (07 Vestur)
4
Klæmint A. Olsen (NSÍ)
4
Símun Samuelsen (HB)
4
(mál)
(mál)
Søguligir toppskúttar:
Jákup á Borg 153
Klæmint A. Olsen 153
John Petersen 147
(mál)
TRÓNDUR ARGE
S
íðani desembur í fjør
hevur
liðskiparin
á landsliðnum, Atli
Gregersen, verið í sam
bandi við eitt nú Manchester
United spælaran, Juan Mata, og
miðverjan hjá Juventus, Giorgio
Chiellini, um at blíva partur av
Common Goal rørsluni.
Tað er spanski bóltsnilling
urin, sum í 2010 var við til at
vinna HM í fótbólti, sum byrjaði
rørsluna, tá hann vildi lata eitt
prosent av síni løn til væl
gerandi endamál.
-Eg segði við teir, at eg var
sinnaður at hjálpa til, men at
mín fótbóltsløn ikki røkkur
langt í mun til teirra. Teir vóru
skjótir at siga við meg, at tað
skuldi eg als ikki hugsa um, tí
málið er at fáa gongd á eina
rørslu og at øll hjálp er góð.
Eisini um tú kanst gera vart
við Common Goal, sigur Atli
Gregersen, sum skemtiliga legg
ur afturat:
-Eg havi brúkt meg so nógv,
at nú vóni eg at eg kann brúka
tað til nakað gott, sigur lið
skiparin á landsliðnum.
Miðverjin hjá Víkingi hevur
nú latið sítt fyrsta proset til
Common Goal, men ætlanin er
at fáa fleiri føroyskar spælarar
við, so tað eisini kann koma før
oyskum viðurskiftum til góðar.
-Málið hjá mær er, at pengar
nir fara til vælgerandi endamál
í Føroyum. Her eru fleiri ting,
sum vit kunnu gera nakað
við. Her mangla barnaheim og
annað, so vónandi koma fleiri
spælarar í Føroyum við, sigur
Atli Gregersen.
Hann heldur eisini, at tað er
stuttligt at løgmaður, Aksel V.
Johannesen, eisini spældi við,
tá innleiðandi sjónbandaupp
tøkan skuldi gerast.
-Teir halda tað er kul, at vit í
Føroyum hava so góða atgongd
til ein “Prime Minister”. Fyribils
havi eg lagt mínar fyrstu pengar
í felagspuljuna hjá Common
Goal, men vónandi kunnu vit
eisini gera mun í Føroyum, sigur
Atli Gregersen.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Common Goal, sum er ein vælgerandi
felagsskapur, har kendir fótbóltsspælarar
geva eitt prosent av síni løn til,
hevur nú fingið ein nýggjan lim.
“Welcome Atli”, skrivar høvðusmaðurin
aftanfyri Common Goal, heimskendi
fótbóltsspælarin, Juan Mata, á Instagram
Common Goal:
Atli Gregersen
og Juan Mata
eru nú í parti