hósdagur 3. mai 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018
SOSIALURIN 50
28
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
6. partur
M
erkið hevði nógv
áhugavert virksemi
frá byrjan av. Hetta
kom fram í fundar
virkseminum. Hetta sæst blaðn
um Neistanum, sum nú er komið
undan kavi. Her er eisini ein hópur
av áhugaverdum tilfari.
Ein aktuellur persónur í hes
um tíðarskeiði var tann gávu
ríki Kristin í Geil, kendur millum
annað sum blaðstjóri á Tinga
krossi, og sum yrkjari. Hann var
eisini framúr listamaður.
Á fundi í Merkinum tann 13.
januar 1925 las Kristin upp sjón
leikin “Í bardaga”. Sum vanligt
las hann meistarliga upp, so teir
Merkismenn, ið møttu, vóru hug
tiknir. Ivaleyst skuldu vit roynt
at fingið tílíkt í lag at lesa upp og
spæla sjónleikir í Merkinum. Tað
høvdu vist allir limir verið glaðir
fyri.
Fyrsta gerðarbókin endaði
3.mars 1925 við, at Símun av Skarði
helt eina góða og forvitnisliga
røðu um fosturlandskærleika.
Húsabyggingin, sum
gjørdist av ongum
Longu í 1925 ætlaði Merkið sær
undir at byggja eini felagshús.
Hetta var eisini umrøtt á fleiri
fundum. Húsið skuldi byggjast
sum ein roykstova og liggja nakað
miðskeiðis í býnum.
Komið var nokkso langt við
fyrireikingununum og fingin var
til vega tekning.
Hesar ætlanir hava staðið leingi
við, sum tað kemur fram 8. juli 1943
á einum nevndarfundi. Í nevndini
vóru tá Richard Long, Mia Trond
og Stig Rasmussen.
Her var m.a. samtykt, at biðja
Hansinu Poulsen, á Kák, taka sær
av steintoyi felagsins og hava tað
undir hond. Hon skuldi helst sjálv
stákast, tá ið tað varð nýtt. Hetta
hevur verið, tá ið stákað varð í
leigaðum hølum. Helst hevur tað
verið á avhaldshúsinum. Tað vóru
eisini tey, sum vóru ímóti hesi
húsabygging í 1925. Ein teirra var
lærarin H.M. Jacobsen, sum kall
aði húsabyggingina “det glade
vanvid.”
Samtykt varð eisini tá, at
Merkið skuldi fara ein gongutúr
inn á Vatnaskarðar hóskvøldið 15.
juli 1943. Hetta varð eisini gjørt og
15 limir vóru við. Leiðin var hildin
norður á Gellingaklett. Her var so
ljóðandi fundarsamtykt gjørd:
“Merkislimir á gonguferð sam
tykkja at seta í gongd innsavnan
til samkomuhús Merkisins í Havn
beinanvegin”.
Síðan var steðgað niðri á hamr
inum, haðani sæst til Kaldbaks og
síðan var vent heim aftur gjøgnum
Sundshagan. Veðrið kundi ikki
verið betri.
Tað kom annars einki burtur
úr hesi ætlan um húsabygging.
Tá ið Merkið varð avtikið sum
felag í 2016 varð samtykt at lata
fæið í byggigrunnin til Føroya
Fólkaháskúla, sum hevði harð
liga brúk fyri honum til neyðugar
umvælingar m.a. av næminga
bústøðum. Tann 6. apríl hevði
háskúlin bjóðað teimum gomlu
limunum í Merkinum til eina
hugnaløtu sum eina viðurkenning
av hesi sømd. Her var eisini komið
inn á søgu felagsins.
Tað gekk ikki altíð eftir ætlan
við fundunum. Tann 10. februar
1925 hevði M. A. Jacobsen lovað at
halda røðu. Men hann mátti geva
avboð. Men so tók formaðurin
Hans A. Djurhuus kvøldið upp á
seg og fortaldi um hin gamla havn
armannin “Eystringurin”, kallaður.
Segði fram ymiskar tættir, hann
hevði yrkt og segði frá lívi hans.
Er nakar sum veit, hvør hesin
maður mundi vera?
Kirkjumálið á skránni
Tann 21. desember 1926 verður
Rasmus á Háskúlanum valdur til
formann.
Tá verður spurningurin eisini
reistur um føroyskt kirkjumál.
Símun av Skarði upplýsti, at tað
var samtykt av kirkjuráðnum at
prædikað verður á føroyskum
fjórða hvønn sunnudag. Samtykt
varð at mótmæla hesum og krevja,
at tað verður minst aðru hvørja
ferð.
Á fundi 14. februar 1927 er
kirkjumálið aftur á skránni. For
maðurin greiddi frá, at stjórnin
hevði spurt próstin, Jákup Dahl,
hvussu farast skuldi fram fyri
at fáa eina fullfíggjaða føroyska
gudstænastu. Nú vit vóru komin
so langt, at prædikað kann verða
á føroyskum máli, bar ikki til at
gevast fyrr enn gudstænastan er
fullfíggjað føroysk.
Prósturin segði, at biskupurin
hevði givið einstakum presti loyvi
til at halda fullfíggjaða føroyska
gudstænastu í tí danska ríkinum.
Hetta var Gudmund Bruun, sum
tá virkaði í Danmark.
Úrslitið var eitt bræv til meinig
heitsráðið um at “fremja tað mál,
at próstur J. Dahl fær heimild til
at halda fullfíggjaða gudstænastu
á føroyskum”.
Tann 11. mai 1927 er kirkjumálið
aftur frammi. Nú var skotið upp,
at Merkið skuldi virka fyri, at tað
bleiv hildin fullfíggjað føroysk
gudstænasta í Havnar kirkju 1.
Hvítusunnudag og 2. sunnudag
eftir hvítusunnu kl. 6 á kvøldi.
Rasmus Rasmussen helt, at
hetta skuldi prósturin kunna geva
loyvi til, tí hetta var uttanfyri há
messutíð. Men hann ráddi til at
fáa hesa gudstænastu fyrrapartin
á degi.
5.juli 1927 varð samtykt at hava
framsýning av føroyskum heima
yrki á ólavsøku.
Eisini varð samtykt, at Merkið
skipar fyri almenna svimjing,
kapprenning og kappsúkling á
Ólavsøku, um ólavsøkunevndin
ikki ætlar at gera tílíkt.
Fólkafundir
Ein stórur partur av virkseminum
hjá Merkinum var eisini at skipa
fyri fólkafundum.
Eitt dømi er fólkafundurin 17.
juli 1927 undir Varða. Hann byrjaði
kl. 3 seinnapartin .
Skráin var:
1.
Kvæði Merkisins kvøðið.
2. Fundarstjórin, Rasmus Ras
mussen, beyð vælkomið
3. Sungið verður “Hvørjum man
tykjast vakurt hjá sær”
4. Jákup Dahl, próstur, røddi um
arbeiðshug, arbeiðsgagn, ar
beiðsgleði og arbeiði sum reis
andi og mennandi fyri tjóðina.
Við virðing fyri arbeiðinum
fekk maðurin virðing fyri
sjálvum sær eisini.
5. Sungið var “Tað er frílynt, tað
fólkið í Noregi”. Norski pro
fessarin Torleiv Hamnaas
røddi um norrønan tjóðskap.
Hann prísaði føroyingum
og íslendingum fyri, at teir
Nú verður hildið fram við frásøgnini um
Merkið, sum er ein partur av Havnar søgu.
STRÍDDIST EISINI FYRI
FØROYSKUM KIRKJUMÁLI
Ungmannafelagið Merkið:
Eitt av teimum flottu blaðhøvdunum á Neistanum
Kristin í Geil luttók eisini í virkseminum hjá Neistanum. Hann var
ein úrmælingur á mongum økjum, eisini sum listamaður. Her er ein
av hansara minni kendu málningum, Summarkvøld í Dragasundi,
sum var brúðargáva til Mallu og Pola skómakaran í 1910.