hósdagur 3. mai 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018
SOSIALURIN 50
29
Komandi partur
Næsti partur um Merkið kemur um tvær vikur. Komandi partur verður ummæli av bókini The Cod Hunter hjá John
Goodlad. Hetta er søgan um toskaveiðuna hjá hetlendingum, sum eisini er partur av føroyskari søgu. Ein stórur
partur av inntøkuni hjá hetlendsku fiskimonnunum fekst við smugling av brennivíni, sum var keypt í Føroyum!
høvdu hildið tjóðskapinum
og málinum uppi, meðan norð
menn høvdu slept báðum.
Hann helt, at nú norðmenn
vóru farnir at menna seg aftur
tjóðskaparliga máttu teir søkja
samarbeiði við føroyingar og
íslendingar.
6. Fundartjórin bað Hamnaas
bera teimum norrønu feløg
unum í Noregi heilsan frá
fundarfólkinum. Hesum fagn
aði fundarfólkið við lógva
brestum.
At enda talaði Louis Zacharias
sen um minnini og tað virði, sum
var í teimum.
Fundurin endaði kl. 7 á kvøldi,
so hann hevur vart 3,5 tíma.
Sjónleikir
Merkið fekst eisini við sjónleik. Í
februar 1927 spældi Merkið saman
við Thorshavna Afholdsforening
sjónleikin Annika í Avhaldshús
inum.
Leiktjøldini málaði William
Heinesen og Jacob Olsen, vanliga
nevndur Zale.
Høvuðsleikarar vóru:
Anna Johannessen, (Annika)
Hans M. Jacobsen, Kell, (prest
urin)
Clement Dalsgaard, (dómarin)
Aðrir leikarar vóru Leivur
Tróndarson úr Skálavík og Kar
bech Mouritsen.
Í komandi parti verður greitt
meira frá sjónleikarvirkseminum
hjá Merkinum.
Luther á skránni og
split í felagnum
Tann 26. mars 1928 talaði Jákup
Dahl próstur um bíbliutýðingina
hjá Luther, sum hann avrikaði um
400 ár frammanundan. Talan var
væl fagnað av teimum limum, sum
vóru møttir.
Men nú tykist split at vera
komið í felagið. Hans A. Djurhuus
og Th. J. Jacobsen vórðu stemmaðir
út úr felagnum, tí teir høvdu
stovnað eitt nýtt ungmannafelag,
kallað Baldursbrá. Samstundis
varð noktað Paula Dahl limaskap.
Nýggja felagið sæst tó ikki hava
gjørt vart við seg.
Tann 2. apríl 1928 varð samtykt
uppskot frá Louis Zachariassen
um at heita á Tórshavnar býráð
um at nýta føroyskt mál í sinum
skrivstovustarvi.
Eisini varð samtykt at rykkja
meinigheitsráðið í málinum um
“fullfíggjaða føroyska gudstæn
astu”.
Tað gekk seint við hesum máli,
og tað var ikki fyrr enn í 1939, at
kirkjumálið alment gjørdist før
oyskt.
Tíð at kvetta við Danmark
Á fyrsta fundi í 1930, tann 31.
januar, legði Zacharias Niclasen,
kendur frá Skipafelagnum, sum
eisini var virkin í Merkinum, upp
til kjak um livikor í Føroyum sam
anborið við livikor í øðrum lond
um. Hann helt, at føroyingar hava
tað nógv betur enn onnur fólk.
Eingin skuldi vera bangin fyri at
kvetta sambandið við Danmark.
Tað ókst nógv kjak av hesum.
Neyvan hevur verið betri kjak
fundur í Merkinum enn hesin.
Evnið var eisini gott. Aftaná varð
dansað.
Merkið legði lunnar
fyri Heðin Brú
Seinast í hesi fundarbók stendur:
Hóast langar uppløgur og
okkurt sum ikki gekk eftir ynski
kann ikki annað sigast enn, at
Merkið fekk eina góða tíð nú.
Nógvir nýggir áhugaðir limir og
fundirnir vóru flest allir sera góðir.
Hóast vit fingu eitt peningaligt tap
av at útgeva Lognbrá, haldi eg hó
ast allar atfinningar, at Merkið
gjørdi eitt bragd har.
Tað áhugaverda er, at Lognbrá
var fyrsta skaldsøgan hjá Heðin
Brú. Merkið var saman við Varð
anum um at geva bókina út.
Her skal verða endurgivið tað,
sum Símun av Skarði skrivaði um
bókina í Skúlablaðnum, har sonur
hansara, Jákup, var blaðstjóri. Teir
vóru jú báðir virknir í Merkinum:
“Tað er ikki lætt at geva serkenni
í hesari bók við fáum orðum, men
eitt er vist: hon er listarverk øll
sum hon er. Hon sigur frá Høgna
frá tí, hann var lítil piltur og til
tess hann var tilkomin maður,
og henda frásøgn um hansara
longsul og hugsanir í barnsárum
um hugsunarborgina, ið hann
byggir uttan um Gunnvá, ta
yndisligu smágentuna, sum hann
bar eygað við sum smádrongur,
og um trupulleikan í heiminum,
har móður hansara fullkomiliga
skortar til at skilja hesa ungu sál
ina, ið tráar eftir samljóði, ljósi og
vakurleika, er so væl uppbygd og
yndislig, at lesarin neyvan man fáa
í lag at steðga, fyrrenn bókin er at
enda, men vit vilja fáa meira at
vita um Høgna, og vit vænta tí, at
høvundurin áðrenn langt umlíður
vil lata okkum fáa nýggja bók, ið
er framhald av Lognbrá.
Framhaldið kom í 1935 í bókini
Fastatøkur. Hon varð útgivin av
Varðanum einsamøllum.
Men tað er áhugavert, at
Merkið hevur verið við til at fáa
skaldskapin hjá Heðini Brú alment
fram á fyrstu tíð. Tað er ikki hissini
avrik.
Á ársaðalfundi 17. november
1933 verður henda nevndin vald:
Richard Long, formaður
Klement Dalsgaard, kassa
meistari,
Ada Rasmussen, næstformaður
Hans Jacob Jacobsen, skrivari
Kristina Kristiansen
Úr Neistanum
Eitt sunnukvøld
Eg møtti Janusi á Áarvegnum eitt
sunnukvøld, og vit fóru so spaku
liga niðan eftir, men tá vit komu
á Vaglið steðgaðu vit. Veðrið var
sjáldsama vakurt. Tað hevði verið
regn og toka allan dagin, men
nú var loftið reint við óteljandi
blonkum stjørnum. Byrgingin
var sett fyri ánna, so at skuggin
av trøum, lyktljósini spældu sær
har á. Janus undraðist yvir, at
okkara náttúr kundi vísa seg so
milda og blíða eitt vetrarkvøld.
Vit prátaðu um tað fólkalívið,
sum vit sóu kring um okkum. Har
yviri við bókahandilin aftanfyri
trøini, stóðu nakrir ungir menn
og róptu og reypaðu av øllum
teimum roysnunum, teir kundu
gera. Teir vóru so modernaðir, at
teir drukku brennivín. Janus og eg
eru meira ómodernaðir, tí vit eru
avhaldsmenn.
Á brúnni stóð ein ungur drong
ur, hann helt seg vera ein sannan
kraftkal. Brúkti nógv fremmandi
orð, skráaði og spýtti langt. Hann
bannaði teir báðar Sørin og Óla,
sum gingu og mólu aftur og fram í
gøtunun við gullsnórum og blonk
um knøppum í klæðunum og ans
aðu eftir, at ein ikki skuldu syngja
og vera glaður á gøtunum.
Okkara býráð hevur altíð víst
kærleika og ans fyri býnum. So
leiðis vita vit øll, at gøturnar í
Havnar býi eru so góðar, at teirra
líki als ikki finst,tær eru so mjúkar
og bleytar at ganga eftir. Tó hendir
tað stundum, men tað er sjáldan, at
evjan er so bleyt, at hon slettir um
leggirnar á einum, tá hann gongur,
og soleiðis var hetta kvøldið.
Hetta prátaðu vit júst um, tá
tvær ungar sera vakrar gentur
komu gangandi oman eftir vegn
um. Tær vóru vitugar og klæddu
seg eftir viðurkskiftunum. Tær
høvdu hatt á høvdinum, bjarna
skinn um herðarnar, hvítar sokkar
og lakkskógvar á fótunum. “Jú, jú”
helt Janus “hetta er høgur kultur
ur”.
Nú fóru vit gangandi niðan eft
ir vegnum. Tá vit komu so langt
niðan, at ongar lyktir vóru at lýsa,
tá møttu vit trolarafangarum,
sum høvdu verið úti og fingið
sær veiðu. Sjálvandi beit væl í
hjá teimum, tí messingaknappar
og gullsnórar er frálíkt til agn. Tá
mutlaði Janus skaldsins orð:
Tað byrjaði eitt leygarkvøld
Á teirri brúsandi boulevard
Men hetta meinti Janus einki
við, tí bæði tú og eg skilja, at
messingaknappamenn eru høgt
kultiveraðir menn, sum bert vilja
læra okkara føroysku gentur
hampiligan fólkaskikk, so tær ikki
skulu vera heimføðingar.
Hetta var eitt sunnukvøld, og
eg helt tað vera vert at goyma
minnini um tað. Tí havi eg sent tað
til Neistan, so at menn um mong
hundrað ár kunnu vita, hvussu
vakurt og fínt fólkalívið var í 1925.
Hanus stendur til at hava
skrivað hesa grein. Men hvør hann
var ber ikki til at siga.
Blaðstjóri á hesum blaði var
Jákup av Skarði.
Úr Neistanum er tikin ein tíðarmynd av Áarvegnum.
Hesa myndina hevur Petur Alberg tikið.
Merkið gav saman við
Varðanum út fyrstu
skaldsøguna hjá Heðini
Brú, Lognbrá.
Merkið stuðlaði royndunum
hjá Jákupi Dahl, prósti, at
fáa føroyskt kirkjumál
Áarstova, haðani Hans Andreas Djurhuus var ættaður. Hans
Andreas endaði við at verða stemmaður úr Merkinum.