Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018 SOSIALURIN 50 32 Væl gagnist og amen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 E in nýggj religión er komin til Før­ oya. Sum um her ikki vóru nóg nógv­ar framm­an­ und­an. Men ein rel­ ig­ión afturat øllum hin­um ger kanska einki. Tit eru hóast alt hálvthundað tús­und fólk at býta tær millum tykk­ara. Tann nýggjasta religiónin eitur vistfrøði. Hon er tvørkirkjulig sum tað eitur. Hon er enntá sum tann einasta eisini fyri okkum gudiligu ateistar. Men hon er líka strævin sum allar hinar religiónirnar. Tað, sum hon boðar, er tað einasta rætta og sanna. Eins og allar hinar. Vistfrøði er skjótt allastaðni. Helt meg síggja okkurt um vist­ frøðilig klæði nú ein dagin. Annars eru flestu matvørur, sum verða kallaðar aftur, tí tær eru ikki etandi onkursvegna, vistfrøðiligar. Og vistfrøði oyðileggur eina aðra religión, sum er við at koma hendan vegin, úr Danmark, sjálvandi. Hon eitur matoyðsl og er so nýggj, at hon fyri bara stuttum fekk eitt før­oyskt heiti. Vistfrøðiligur matur er, ja, vistfrøðiligur, og spillist tí dagin eftir onkran annan bestfyridag. Men vistfrøði er svarið upp á kemiskar matvørur, sum halda sær alla leiðina til Føroya og ikki spillast annan dagin eftir, at tær eru komnar higar. Vit, sum eta vanligan mat, hava nú eina hóttan afturat at hugsa um. Hóttanina um at doyggja fyrr enn ætlað av mati. Mat noyðast vit at eta fyri at halda okkum livandi á lívi. Men vit fara til Helvitis einvegis. Tað er farið innum so líðandi, hava hoyrt tað so ofta nú úr øllum ætt­ um. Nú fara vit fyrr tann eina vegin. Tí vit eta ikki rætt. Liva ikki rætt, gera einki rætt sambært teimum frelstu. Hvønn tann einasta dag fáa vit skotið í skógvarnar, sum ikki eru av tí rætta slagnum at ganga í, hvørki fótskapaðir ella ergonomiskir, at vit eiga at gera hetta ella hatta. Ann­ars er glatanin á gáttini, sum er so lág, at hon væl sleppur inn um hana, glatanin. Tak brennivínið til dømis. Nú er tað talið komið niður í sjey eind­ir – um vikuna. Sjey ferðir fýra senti­ litr­ar. Hvat er tað? Spyrt tú meg, sum tú ikki gert, sjálvandi, er tað einki at tosa um. Hvørki pirk ella vóning. Og Rúsan fer á heysin. Eina ferð var talið 21 eindir um vikuna, so 14, nú sjey. Eina ferð var einki slíkt tal. Men onkur hevur ilt av tí, at onnur drekka, tí tað skal vera so ringt fyri heilsuna. Møsn og vrevl. Um eina tíð verður boð­skap­ ur­in tann, at vit skulu helst drekka meira enn bæði sjey, 14 og 21 eindir, sum tað eitur so flott, um vikuna. Tað, sum er ringt í dag, er gott í morgin. Tað er galdandi fyri alt. Granskarar skulu jú eisini liva. Latið okkum ateistar drekka og eta sum vit vilja, í friði fyri øllum ný­religiørum boðskapum, sama um teir eru úr hesari verðini, ella onkr­ari aðrari. Eg eri eisini vistfrøðiateistur. Havi enn ikki sæð nakað prógv um, at vistfrøðiligur matur er heilsu­betri enn annar matur. Hann er dýrari og spillist skjótari, mat­ oyðslið (enn ein religión) kostar meira. Nú fæst enntá vistfrøðiligt vín (ein fløska av víni er seks eindir, so eina fløsku um vikuna og ein snaps afturat, so ert tú heilgarderaður), og tað smakkar av h til, vistfrøðiliga vínið. Føroyskur kostur er vist­frøði­ lig­ur, sigst, hóast hann er fullur av kyksilvri, Hg, og øðrum slíkum suspekt­um evnum við styttum undar­ligum nøvnum, ella frymlum í staðin fyri nøvn. Væl gagnist. Men væl smakkar, tí hann er júst ikki vistfrøðiligur, føroyski mat­urin. Gevið okkum frið at liva sum vit vilja. Gevið okkum frið at doyggja sum vit vilja. Og av tí sum vit vilja. Roynið ikki at frelsa okkum. Vit hava trúarfrælsi. Høgni Djurhuus Helgi H. Hoydal aftur skurð­ viðgjørdur Føroyski landsliðsleikarin og fyrr­ verandi liðskiparin á U21-lands­ liðnum, Helgi Hildarson Hoydal, varð í dag lagdur undir skurð fyri knæskaða. Hetta er ikki fyrstu ferð at knæið gevur unga hoyvíkinginum trupul­leikar. Fyri einum árið síðani var hann nevnliga skurðvigjørdur í høgra knæi, tá ið helvtin av menisk­ uni varð tikin burtur. Hesuferð var aftur galið við meniskuni í sama knæið, og í dag fór hann undir skurð at seymað hana saman. Skurðviðgerin gekk væl, men nú skal sterki strikuspælarin halda steðg frá hondbólti í einar tríggjar- fýra mánaðar. Helgi Hildarson Hoydal harmast um støðuna. - Tað er sjálvandi øgiliga óheppið at missa kappingarársendan vegna skaða. Kenslan var góð áðrenn hend­an skaðan. Eg hevði verið fast­ ur partur av hópinum alt kapp­ing­ ar­árið, og tað er ótrúliga keðiligt at ikki kunna vera við til spennandi endan, har vit stríddust í toppinum av deildini. - Eg var eisini óheppin at bróta mær fótin við landsliðnum í Italia, og tað var sera keðilig tíð­ ar­sam­anrenning, eftirsum eg var byrjaður at fáa sera nógva spælitíð í Odder um hetta mundið. Tað tók langa tíð at koma aftur á liðið, og júst sum eg var komin aftur, kom hesin knæskaðin aftur. -Men skaðar fylgja altíð við, tá ið tú spælir hondbólt, og tað hev­ur givið mær nøkur afturstig á leiðini. Skaðar sum bara koma av óhappum, eru torførir at verja seg móti, men eg havi altíð megna at koma sterkt aftur frá slíkum óhapp­um, og tað vóni eg eisini at gera hesuferð.