mánadagur 7. mai 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Tey eru minnisveik og ofta gloymd. Men tey eru har
kortini. Tey rakna við og gleðast, tá tey hoyra tónleikin.
Tað sigur Sigrið Rasmussen, sum av tilvild byrjaði at
spæla tónleik á røktarheimum, og nú er í fulltíðarstarvi
hjá Aalborg kommunu sum røktarheimstónleikari
Mildrið Jacobsen
mildrid@sosialurin.fo
43 ára gamla Sigrið Rasmussen
hevði ongantíð ímyndað sær, at
hon fór at starvast sum røktar
heimstónleikari. Men tá hon fyri
sløkum trimum árum síðani varð
arbeiðsleys, eftir at hon hevði tikið
útbúgving sum magistari í tónleiki,
fekk hon í boði frá arbeiðsávísingini
at spæla tónleik fyri búfólkunum á
einum røktarheimi í Aalborg.
– Tey vistu ikki rættiliga, hvat
tey skuldu gera við meg, tí eg var
tónleikari. Men so var tað ein, sum
arbeiddi á arbeiðsávísingini, ið fekk
tað hugskotið, at eg kundi fara á eitt
røktarheim at spæla tónleik fyri
búfólkunum, greiðir Sigrið Ras
mussen frá.
At byrja við ætlaði hon ikki at
taka av tilboðnum, men broytti
so støðu og hugsaði, at hetta vildi
hon royna kortini. Eftir eina sera
væleydnaða royndartíð varð hon
sett í fast starv, og nú spælir hon
tónleik fyri búfólkum á fimm røkt
arheimum í Aalborg kommunu.
– Royndartíðin var fyrst í ein
mánað. Tá sá eg brádliga, hvat tón
leikurin gjørdi. Búfólkini byrjaðu
at samskifta, og tónleikurin broytti
okkurt til tað betra hjá teimum
flestu. Tað vakti ein hug í mær, og
eg fór at brenna fyri tí.
– Hetta er ein sólskinssøga.
Tað er so ómetaliga lívsjáttandi at
síggja, hvussu eg vaki fólk, sum eru
langt burturi í sínari egnu verð, við
tónleikinum. Tónleikurin er fram
úrskarandi heilivágur, sigur Sigrið
Rasmussen.
Minnast sangir
Hon spælir bæði klaver, violin og
harmoniku, og hon syngur eisini.
Hon arbeiðir fulla tíð, og er úti á
fimm røktarheimum um vikuna.
Hon er ein dag um vikuna á hvørj
um røktarheimi. Hon hevur púra
leysar teymar, og leggur sjálv dagin
til rættis.
– Ongin dagur er líka. Eg má
vera spontan og skapandi og eis
ini øgiliga tolin. Tað, sum riggar
onkran dag, riggar kanska ikki ein
annan dag, sigur Sigrið Rasmussen.
Hon greiðir frá, at hon tí má trilva
seg fram hvønn dag fyri finna sang
irnar, sum hon skal spæla.
– Eg royni at finna sangir, sum
tey minnast, og har tey tora at
syngja við. Teimum dámar sera
væl skúlasangir, sjómanssangir,
sálmar, drykkjuvísur og sangir frá
krígnum, greiðir hon frá.
– Tað ræður um at fáa tey at
minnast. Á ein ella annan hátt vaki
eg tey við tónleikinum. Minnast
tey, so eru tey við beinanvegin, og
tað sæst á teimum, hvussu tey gleð
ast. Eisini tey, sum eru so illa fyri,
at tey einki kunnu, fylgja við og
lurta, og friður fellur á tey, leggur
hon afturat.
Tað er ymiskt, hvønn tónleik
búfólkini vilja hava. Men teimum
flestu dámar sera væl, tá Sigrið
spælir harmoniku. Eisini eru tey
glað fyri violinspæl, og nøkrum
dámar eisini væl, tá hon spælir
klaver.
Tá hon byrjaði sum røktarheims
tónleikari, ivaðist hon í, hvønn
tónleik, hon skuldi spæla. Hon
royndi at finna tónleik, sum búfólk
ini kendu frá sínum ungu døgum,
og at byrja við hevði hon einar 20
til 25 ymiskar sangir. Nú hevur hon
eina víðfevnda tónleikaskrá við
fleiri hundrað sangum.
– Nú kenni eg tey og veit, hvat
tey vilja hoyra. Eg havi funnið
kjarnuna í hvørjum einstøkum,
greiðir Sigrið frá.
Tónleikur skapar gleði og ró
Ongin ivi er um, at tónleikurin
hevur ómetaliga stóra ávirkan á
búfólkini á røktarheimunum, har
Sigrið arbeiðir.
Hon greiðir frá um ein mann,
sum var blivin sera minnisveikur.
Hann fekk nógvan heilivág, men
eftir at Sigrið byrjaði at spæla tón
leik fyri honum, hevði hann ikki
longur fyri neyðini at fáa eins nógv
an heilivág.
– Hóast hann var minnisveikur,
so visti hann, at eg kom eina ferð
um vikuna at spæla tónleik, og at
eg var har allan dagin. Tað var heilt
ótrúligt at síggja. Starvsfólkini sóu
stóran mun, sigur hon.
Sigrið fortelur eisini um ein ann
an ússaligan mann, ið er songjar
lagstur og svevur nógv.
– Bara tað, at eg spæli, ger, at
hann vaknar og klappar. Kona
hansara sigur, at hatta hevur hann
ongantíð gjørt fyrr. Men soleiðis
ger hann vart við seg nú, greiðir
hon frá.
Tónleikurin kemur eisini væl
TÓNLEIKURIN
KVEIKIR
LÍVSNEISTAN
– Hetta er ein
sólskinssøga. Tað er so
ómetaliga lívsjáttandi
at síggja, hvussu eg
vaki fólk, sum eru langt
burturi í sínari egnu
verð, við tónleikinum.
Tónleikurin er framúr
skarandi heilivágur,
sigur Sigrið Rasmussen