mánadagur 7. mai 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51
við, um okkurt av búfólkunum
ikki vil koma upp ella lata seg í. Tá
biðja starvsfólkini Sigrið fara inn at
spæla tónleik fyri viðkomandi.
– Tá verður búfólkið ein heilt
annar persónur, og so er ongin
trupulleiki at koma í klæðini. Tón
leikurin fær tey at hugsa um okkurt
annað, tónleikurin sissar tey, og
hann gevur tryggleika, sigur hon.
Brúkt sum amboð
– Tey siga við meg, at tað er so dei
ligt, tá eg eri í húsinum. Tey siga, at
tað gevur ró í húsinum, og at bú
fólkini eru betri at fáast við, sigur
Sigrið.
– Tey brúka meg sum eitt amboð.
Tá búfólk eru ómøgulig, ørkymlað
og bangin, sissar tónleikurin tey,
sigur Sigrið, sum gongur frá hurð
til hurð og spælir fyri búfólkunum.
Hon hyggur, um onkur situr einsa
mallur, og so fer hon inn at spæla
og syngja fyri teimum.
Hon skipar somuleiðis fyri
felagssangi, har tey, sum eru betri
fyri, kunnu syngja við. Eisini savn
ar hon búfólkini, sum eru so illa
fyri, at tey einki kunnu, og tað sæst
beinanvegin, at eisini tey hava gleði
av tónleikinum.
– Tey fylgja við og verða rólig,
greiðir Sigrið Rasmussen frá.
– Onkur starvsfólk hava eisini
spurt meg, um eg ikki bara kann
vera har hvønn dag, tí tað er so
góður friður yvir húsinum, tá eg
eri har.
Dámar best
harmonikutónleik
Tá Sigrið byrjaði at spæla tónleik á
røktarheimunum, spældi hon klav
er og violin. Men tá hon fyri hálvum
ári síðani fekk í boði at keypa eina
harmoniku frá einari eldri konu,
tók hon av, hóast hon als ikki dugdi
at spæla upp á harmoniku.
– Eg havi ofta hugsað um at
keypa eina harmoniku, tí pápi mín
hevur altíð tosað um harmoniku, og
so keypti eg hana bara, sigur hon.
Sigrið legði beinanvegin til
merkis, hvussu glað búfólkini
vórðu, tá tey hoyrdu tónar úr har
monikuni.
– Hóast eg als ikki dugdi at spæla
upp á harmonikuna, so sá eg bein
anvegin, hvussu tey gleddust, og tá
visti eg, at harmonikan var eitt sera
gott amboð at gera tað spennandi
fyri tey eldru.
– Klaverið rakar tey ikki upp á
sama máta sum harmonikan. Tey
minnast harmonikutónleikin, sum
var fyrr í tíðini. Tað var eisini altíð
onkur, sum spældi violin, tá tey
vóru yngri, og violintónleik dámar
nógvum eisini sera væl, greiðir hon
frá.
Nú liggur væl fyri hjá Sigrið at
spæla upp á harmoniku, og hon
spælir einar 200 ymiskar sangir á
harmonikuni. Hon sigur, at tað, at
búfólkini hava havt so gott tol og
hava verið takksom og glað fyri tað,
sum hon hevur spælt fyri teimum,
hevur havt við sær, at hon nú dugir
at spæla upp á harmoniku.
– Tolið, smílini og gleðin hjá bú
fólkunum hava verið mín harm
onikulærari, sigur hon.
Øðrvísi áhoyrarar
Sigrið Rasmussen hevur verið virk
in tónleikari í nógv ár. Hon hevur
givið út fløgu, spælir við fleiri
orkestrum í Aalborg, hevur nógvar
kirkjukonsertir, spælir violin til
konfirmatiónir og er eisini við í
fleiri ymiskum tónleikaverkætlan
um.
Hon sigur, at áhoyrararnir á
røktarheimunum kunnu als ikki
samanberast
við
áhoyrararnar,
sum eru til konsertirnar, ið hon
hevur á palli.
– Tey eru heilt serlig á røktar
heimunum. Tey eru so hjartalig og
atfinningarleys. Alt er kærkomið,
og tey døma teg als ikki. Tey verða
glað, bara tú kemur inn og floytar
og syngur, og tey eru so takksom,
sigur Sigrið Rasmussen. Hon held
ur, at tað er har, sum tann størsti
munurin er.
– Tá eg spæli konsertir, so lurta
áhoyrararnir við krevjandi og
kræsnum oyra. Tey hava goldið og
vilja hava nakað fyri pengarnar.
Tað er fullkomiliga hvør sítt, og tað
kann ikki samanberast.
– Á røktarheimunum havi eg
fingið eitt starv, har tað er frítt hjá
mær at gera og vera, sum eg eri. Eg
eri fullkomiliga nátúrlig og geri tað
heimligt hjá búfólkunum. Á einum
palli skal tú venja og venja, og tón
leikurin skal vera neyvur, greiðir
Sigrið frá.
Einasti
røktarheimstónleikari
Sigrið Rasmussen er tann einasti
røktarheimstónleikarin, sum er í
fulltíðarstarvi hjá Aalborg komm
unu.
Talan er um eitt heilt nýtt
starv, sum varð skipað til Sigrið,
tí tónleikurin hevði so stóra jaliga
ávirkan á búfólkini teir mánaðirnar,
hon var í royndarstarvi.
– Kommunan hevur eina játt
an til trivnað og heilsu á røkt
arheimunum.
Niðurstøðan
hjá
kommununi er, at tónleikurin betr
ar lívsgóðskuna hjá búfólkunum,
og tí valdi hon at skipa eitt starv
til mín sum røktarheimstónleikari,
sigur hon.
Sigrið heldur, at tað var ein
framúr góð avgerð at seta hana í
felagsstarv á fimm røktarheimum.
Hon spælir tónleik ein dag um vik
una á hvørjum heimi.
– Mær vitandi eri eg tann ein
asta, sum arbeiði fulla tíð sum tón
leikari á røktarheimum í Aalborg.
Nógvir starvsfelagar hjá mær
spæla tónleik einar tveir tímar
umleið tvær ferðir um vikuna á
røktarheimum, men hjá mær er ar
beiðið fulla tíð og er meira skipað,
sigur hon.
Hon leggur afturat, at tað tykist
sum um, at fleiri og fleiri eru farin
at lata eyguni upp fyri, at tónleikur
er eitt øgiliga gott amboð, sum
hjálpir øllum.
– Hetta er í øllum førum ein sól
skinssøga, og tað er so ómetaliga
lívsjáttandi at síggja, hvørja ávirk
an tónleikur hevur. Tónleikur er
fantastiskur heilivágur, sigur Sigrið
Rasmussen.
N