mánadagur 7. mai 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51
6
Sosialurin
JÓHAN 30 ÁR Í SVIMJIHØLLLINI
Í samfull 30 ár hevur Jóhan Jacobsen
starvast í Svimjihøllini í Gundadali. Í
sambandi við runda dagin var lítil hátíðar
løta í svimjihøllini, har Jóhan eisini fekk eina
heilsan og gávu fyri nógvu árini í starvi hjá
Tórshavnar kommunu.
JAN CHRISTIANSEN SEKSTI
Í gjár fylti fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Jan
Christiansen, 60 ár. Í 28 ár – frá 1985-
2013 – var hann býráðslimur í Havn
og harvið tann, sum hevur sitið trið
longst í Tórshavnar býráð. Hann var
borgarstjóri frá 2001-2004.
Frælsi 4.000
kr frá Lions
Viðgerðarheimið Frælsi á Eiði
hevur fingið 40.000 krónur frá
Lions Club í Føroyum, sum var
ágóðin frá ársins stórsteypa
dysti í fótbólti millum Víking
og NSÍ
Stórsteypadysturin er eitt
felags átak hjá Lions Club
í Føroyum og Fótbóltssam
bandi Føroya, sum hevur
til endamáls at fáa avgreitt
stórsteypadystin sum tann
fyrsta í kappingarárinum,
samstundis sum pengar
verða samlaðir inn til eitt
gott endamál, og hesaferð
var tað Frælsi á Eiði, ið
fekk ágóðan.
Martin Kúrberg, leið
ari á Frælsi, kundi tí í
vikuni taka ímóti ein
um kekki upp á 40.000
krónur, ið helst muna
væl hjá viðgerðarheimi
num, sum er fyrsta við
gerðartilboð her á landi
til ungfólk millum 18 og
24 ára aldur, sum hava
rúsevnistrupulleikar.
Sjálvur greiddi Mart
in frá, at tey við heimi
num vóna, at tey kunnu
lofta ungum misbrúk
arum, áðrenn teir koma
ov langt út í misbrúk og
áðrenn »søgan verður
ov gomul«, sum hann
tók til, tí skjótari hond
verður tikin um trup
ulleikarnar, lættari eru
teir at basa.
– Tá eg sjálvur hevði
brúk fyri tí, var einki
sovorðið heim, men tað
kanska var ein meining
við tí allíkavæl, tí hørðu
royndirnar frá lívsins
skúla kunnu nú brúkast
til at hjálpa øðrum, sum
hava verið líka illa og
verri fyri, enn eg sjálvur
var, greiddi Martin Kúr
berg frá.
Um
sjálvan
stór
steypadystin, sum var á
Tórsvølli leygardagin 3.
mars, er annars at siga,
at Víkingur vann 5-3 á
NSÍ eftir brotssparks
kapping, tí tað eftir teir
90 minuttirnar stóð á
jøvnum 1-1. Hetta var
sættu ferð á rað, at Vík
ingur spældi stórsteyp
adystin og sigurin var
tann fimti hjá teimum
ljósabláu.
Martin Dam Jacobsen 75
ár og still going strong
Ein av undangongumonnunum í bilavinnuni í Føroyum, Martin Dam Jacob
sen, fylti fríggjadagin 75 ár. Hann er framvegis til arbeiðis hvønn dag á
verkstaðnum hjá Norðbil við Oyggjarvegin í Havn
Eirikur Lindenskov
Fríggjadagin fylti Martin
Dam Jacobsen í Havn 75 ár.
Martin er kendur úr bila
vinnuni, sum hevur fylt alt
vaksnamannalívið hjá hon
um.
Hann er sonur Frits Jac
obsen úr Havn og Lilly Dam
Jacobsen úr Skopun. Hon
var dóttir Óla Kristian Dam
úr Kollafirði og Sáru Mariu,
sum var av Heygum í Vest
mann. Lilly var systir Petur
Mohr Dam, løgmann.
Martin, sum er uppvaksin
í Hornabø í Havn, fann
sær konu úr heimbygdini
hjá mammuni, í Skopun.
Hann er giftur Sannu, fødd
Lognberg. Hon er dóttir
Sámal Petur og Jóhonnu
Lognberg í Skopun – systir
fyrrverandi løgtingsmannin
Gerhard Lognberg.
Martin lærdi til bilmek
anikara hjá Vilhelm Nielsen
í Jónas Broncksgøtu í Havn.
Nakað eftir at hann var út
lærdur fekk hann sær verk
stað í kjallaranum í húsum
sínum í Hornabø, og síðst í
sekstiárunum fór hann at
selja BMW-bilar.
Fyrst í 70'unum fekk hann
eisini umboð fyri Skoda og
Honda. Við bilasølu, verk
stað og eykalutagoymlsu
helt fyritøkan til í Hornabø
til 1984, tá flutt varð niðan í
nýggja bygningin við Oyggj
arvegin.
Tá
bygnaðarbroytingar
vórðu framdar millum BMW
og Honda í Danmark í 1989,
læt Norðbil BMW-umboðið
frá sær, og Bilfríðkan hjá
Ludvík Petersen tók yvir.
Tað hevur helst ikki dámt
Martini, sum var ímyndin
av BMW í Føroyum, at hann
mátti lata BMW frá sær.
Men tað gingu nøkur ár, so
kom BMW í Føroyum aftur
á slóðina, tá Norðbil keypti
Bilfríðkan, sum síðani hevur
itið Nordcar.
Hóast Martin Dam Jacob
sen nú er sjeytifimm, so er
hann enn til arbeiðis hvønn
dag, hóast synirnir Birgir og
Frits hava tikið yvir verk
støðini og bilasølurnar.
Og fyrsti maður á verk
staðnum hvønn dag er Mart
in. Tá klokkan er hálvgum
átta, so situr hann har og
kannar
post
og
annað.
Hann fer frá húsum um
sjeytíðina á morgni. Leiðin
gongur niðan á Posthúsið,
har hann heintar sær postin
– og fær eitt hugnaligt prát
við hinar morgunmenninir,
sum eisini heinta postin
so tíðliga á morgni. So fer
hann framvið hjá Magn á
Ringvegnum, keypir sær eitt
smurt rundstykki við osti og
ein kaffimunn, áðrenn hann
koyrir niðan á Oyggjarvegin.
Hóast hann ikki er stjóri
longur, so røkir hann nógvar
uppgávur, sum fyri synirnar
eru gullverdar – samstundis
sum hann hevur høvið at
hyggja til bátin niðri á Skál
atrøð og at práta við fólk,
hann hittir. Martin og Sanna
eiga fýra synir: Birgir, Frits,
Sólfríður og Jeann.
Tveir trúgvir kundar hjá Martini vóru systkinabørnini hjá honum, børðurnir Atli Dam og Signar
Dam. Teir koyrdu í BMW, so leingi Martin seldi BMW. Hendan bilin á myndini keypti Signar Dam,
kommunulækna á Tvøroyri, frá Martini í 1974. Martin Heinesen í Hoyvík keypti hendan nú 44
ára gamla BMW'in frá Signari og setti hann í stand, so hann er sum spildurnýggjur
Bilavirksemið hjá Martini Dam Jacobsen byrjaði við verkstaðnum í kjallaranum í heimi hansara í Hornabø fyri umleið 50
árum síðani. Nú fevnir tað um tvær bilasølur sum selja níggju bilmerki
Forsetin í Lions Club Tórshavn, Leif Ellingsgaard,
handaði leiðaranum á Frælsi, Martin Kúrberg,
kekkin við teimum 40.000 krónunum, ið vóru ágóðin
frá ársins stórsteypadysti í fótbólti