mánadagur 7. mai 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51
8
Sosialurin
HALDA FRAM Í RÍÐISAMBANDINUM
Nevndin í Ríðisamband Føroya. F.v. Zacharias R. Jacobsen næstformaður, Brandur í Dali,
formaður og Símun Skaalum, nevndarlimur. Á aðalfundi í ÍSF húsinum leygardagin, var øll
leiðslan í Ríðisamband Føroya endurvald. Tað eru tey trý reiðfeløgini Vága Ríðingarfelag,
Føroyskt Íslandsrossafelag og Føroya Ríðingarfelag, ið eiga hvør sítt umboð í nevndini. Nevndin
hevur skipað seg soleiðis at Brandur í Dali er formaður, Zacharias R. Jacobsen næstformaður og
Símun Skaalum nevndarlimur.
Pimmi lagt árarnar
inn fyri seinastu ferð
Tað varð ein heldur buldraslig útpurring í morgun, tá ið Jákup Mikkelsen
(Biggi) ringdi, og fortaldi mær, at okkara kæri Pimmi var farin
So seint sum mikudagin
høvdu vit tríggir ein fyrireik
andi fund vegna Norðoya
Fólkafloksfelag, tí vit eftir
ætlan skuldu halda ein al
mennan fund í Klaksvík í
komandi viku og sum so ofta,
løgdu vit hetta til rættis við
einum kaffifundi hjá Jákup.
Fundurin var góður og tað
var so avgjørt ikki okkara
fatan, at hetta var seinasta
løtan vit høvdu saman við
Pimma.
Sum formaður í Norðoya
Fólkafloksfelag, so havi eg
sjálvandi samskifta nógv við
Pimma, tí hann var okkara
formaður í eitt drúgt tíðar
skeið, og tá ið Pimmi ynskti
at halda seg eitt sindur
meiri aftur í 2015, ynskti eg,
sum
nývaldur
formaður,
at Pimmi helt áfram sum
nevndarlimur, tí hansara
vitan og hegni til menning av
fólkaflokshugsjónini, kundu
vit ikki verða fyri uttan.
Hann var mín veingjamaður
og mentor, tí hansara vitan
um so at siga øll viðurskiftir,
og hansara opinleiki til altíð
at verða til reiðar við einari
vegleiðing og svarið, kann
ikki samanberast við nakað
annað.
Absalon
í
Buð,
ella
Pimmi sum vit øll kenna
hann, er ímyndin av fólka
flokshugsjónini og var fólk
afloksmaður um ein háls.
Ein fyrimynd og sum for
maður í Norðoya Fólka
floksfelag í mong ár, arbeitt
sum slóðbrótari og stremb
ari fyri okkara hugsjón.
Hansara serkøna vitan og
serliga nærlagni innan so
at siga øll økir, hevur ríkað
okkara felagslív og er tann
veruliga ímyndin av, at tú
við serligum hegni og vitan,
kanst siga nógv í stuttum
setningum. Pimmi var ein
sera vitugur maður, og tá ið
talan er um samfelagsvið
urskiftir, so vóru hansara
eyðgleiðingar sera beinrakar.
Hann var gløggur og dugdi
væl at lýsa støðurnar, sum
tær vóru og hevði serliga
góðan førleika tá ið talan
var um tøl og hagtøl. Vit
kundu altíð lættliga venda
okkum til Pimma, fyri at
fáa skilagóða ráðgeving og
vegleiðing, tí hann var dag
førdur og fylgdi sera væl
við í øllum, sum fyrifórst.
Hann var ein persónur sum
fylgdi serstakliga væl øllum
samfelagsviðurskiftum
og
serliga
fiskivinnan
hevði
hansara áhuga, og innan júst
hetta øki, kundi Pimmi met
ast at vera ein av teim heilt
serkønu.
Vit fara øll at sakna
Pimma ómetaliga nógv og
ynskja at lýsa frið yvir minn
ini av okkara kæra floksfel
aga Absalon í Buð, vanliga
nevndur Pimmi.
Símun Gullaksen, formaður.
Norðoya Fólkafloksfelag
– Absalon í Buð, ella Pimmi sum vit øll kenna hann, er ímyndin av fólkaflokshugsjónini og var fólkafloksmaður um ein háls,
skrivar formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag um Pimma, sum brádliga doyði um vikuskiftið
30 ára starvsdagar
hjá Atlantsflog
Atlantsflog hevur
fylt 30 ár – og sum
vera man eru fleiri
starvsfólk, sum
hava starvast hjá
tjóðarflogfelagnum
síðani byrjan
– Í ár fyllir Atlantic Air
ways 30 ár, og vit eru so
heppin, at tað eru fleiri,
ið hava starvast hjá fel
agnum øll hesi 30 árini,
skrivar Atlantsflog:
Afturat teimum eru
eisini uppaftur fleiri, ið
hava nógv ár á baki hjá
tjóðarfelagnum.
Hesi
eru heiðrað í sambandi
við starvsdagar teirra.
Tey sum vóru heiðrað
í dag, hava starvast hjá
Atlantic Airways í til
samans 267 ár.
Hesi vóru heiðrað í
dag:
30 ára starvsdag:
Marius Davidsen, fíggj
arstjóri
Bergtóra Nielsen, flog
terna
Hanna Svabo, fyrisiting
og kundatænasta
Heini Davidsen, teknisk
deild
25 ára starvsdag:
Arngerð Davidsen, flog
terna
20 ára starvsdag:
Hans
Erik
Jakobsen,
tyrluleiðari
(22
ára
starvsdag)
Andreas
Mouritsen,
tyrluskipari
Anfinn
Frederiksen,
tyrluskipari
Páll Joensen, teknisk
deild
Elspa Egilstoft, kunda
tænasta
William Smith, teknisk
ur leiðari
– Atlantic Airways ynsk
ir teimum hjartaliga til
lukku og takkar teimum
fyri trúgva tænastu.
Ingrid Bjarnastein) Hesi fýra hava verið í starvi heilt
frá byrjan. Fv. Marius Davidsen, Bergtóra Nielsen,
Hanna Svabo, Heini Davidsen, avmyndað saman við
Jóhonnu á Bergi
Andreas Mouritsen, Anfinn Frederiksen og Hans Erik
Jakobsen, Páll Joensen, Elspa Egilstoft, Arngerð Dav
idsen og William Smith avmyndað saman við stjór
anum, Jóhonnu á Bergi, og fíggjarstjóranum, Mariusi
Davidsen Mynd: Ingrid Bjarnastein