Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51 Týskvøldið klokkan 19 fer Helena Samuelsen at siga frá Steingrími Niclasen og yrk­ ingum hansara á Bóka­savn­in­ um í Nes kommunu. Henrik Old og Landsverk á vitjan í Sunda kommunu - Vit ynskja eitt trygt og hóskandi vegakervi til allar bygdir í okkara kommunu, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu Vilmund Jacobsen Hósdagin 3. mai vitjaði landsstýris­ maðurin í samferðslumálum, Henrik Old, í Sunda kommunu. Tað var borgarstjórin, Heð­ in Zachariasen, sum hevði boðið lands­stýrismanninum og Lands­ verki norður at um­røða bráð­neyð­ ugar ábøtur á Tjørnu­víkar­vegnum.  - Landsstýrismaðurin og Lands­ verk fingu á ástaðarfundi neyva frá­greiðing um tørvin og ynsk­ini hjá Sunda kommunu og tjørnu­vík­ ing­um. Tað vita tey í Sunda kommunu at siga. Ein miljón krónur Á fíggjarlógini fyri 2018 eru ein miljón krónur raðfestar til vegin, og í Sunda kommunu halda tey, at hetta er eitt stig á rættari leið. Landstýrismaðurin ásannar tó, at tøvur er eisini á at fáa fleiri størri víkipláss og at hampað verður um bilverjuna, og hetta fegnast tey í Sunda kommunu um. Hóskandi vegakervi Borgarstjórin, Heðin Zachariasen, leggur dent á, at kommunan ynskir eitt trygt og hóskandi vegakervi til allar bygdir í kommununi. - Eg fegnist um, at lands­stýris­ mað­urin var positivur og tekur hetta mál í álvara, eins og hann hev­ ur í hyggju at gera munandi ábøtur á vegin til Tjørnuvíkar í ár, sigur borg­arstjórin eftir vitjanina hjá lands­stýrismanni og Landsverki í komm­ununi. Ross gingu leys Vilmund Jacobsen Sambært løgregluni var júst farna vikuskiftið stak frið­ arligt. Einasta uppkall, sum sam­ bært løgregluni er nevnivert, er ein fráboðan, sum kom sunnu­kvøldið um, at trý ross gingu leys í Havn. - Vit ringdu til eigaran, sum lovaði at fara og taka sær av rossunum. Meiri verður ikki gjørt við tað málið, segði vakt­ hav­andi í morgun. Annars hevur løgreglan ikki verið úti til nakað stórvegis um vikuskiftið. SEINFYLGJUR: Bólkurin fyri fólk við seinfylgjum eftir sjúku og viðgerð av krabbameini skipar fyri hugnaløtu mánadagin 14. mai klokkan 19 á Grønlandsvegi 58 í Havn. Endamálið við bólkinum er at kunna hittast og tosa við fólk í somu støðu. Nýtt búmerki avdúkað Tað er grafiski sniðgevin, Sjúrður Højgaard, sum hevur teknað nýggja búmerkið hjá Føroysku Sjómansmissiónini Vilmund Jacobsen Í samband við 100-árahaldið hjá Føroysku Sjómansmissiónini er nýtt búmerki avdúkað, sum Sjúrð­ ur Højgaard, grafiskur sniðgevi, hevur teknað. - Vit síggja ein bjargingarring við tveimum aldum aftanfyri. Í bjargingarringinum er kross­ merkið, men á sama hátt, sum tað er í føroyska flagginum. Krossurin sæst klárt í tí reyða og ljósabláa litinum í bjargingarringinum, sjálvt um krossurin er opin inn­ ast. Í sínum viðmerkingum til bú­ merkið, sigur teknarin, at boð­ skap­urin er, at Føroyska Sjó­mans­ missiónin kemur sjófólkinum nær og lyftir upp bjargingarringin fyri teimum. Haraftrat kann sigast, at reyði liturin er Jesu blóð, og ljósa­ blái liturin er himmalin. Sjúrður Højgaard sigur, at Guðs andi eisini sæst í búmerkinum. - Í ovaru helvt av ringinum til høgru brennur ringurin út í hvítt. Tað hendir, tá eitt bjart, hvítt ljós er til steðar. Yvir ringinum er soleiðis eitt bjart ljós, sum er hvítusunnuljósið, ljósið sum skein á Saul á veg til Damaskus, og flamman yvir arbeiðnum er Guðs andi, sigur grafiski teknarin í sínum viðmerkingum. Umboð fyri Landsverk, Sunda kommunu og Føroya landsstýri í Sunda kommunu, har serliga hevur verið hugt upp á Tjørnuvíkarvegin Mynd: Sunda kommuna