Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Djóravæl­ferðar­lógin hevur fólk sum tala fyri og ímóti Flest øll eru samd um, at neyðugt var við einari nýggjari djóraverndarlóg, men fleiri finnast at avmarkingunum í lógini Árni Gregersen Gamla lógin um vernd av djórum er frá 1985, so neyðugt var at dagføra lógina. Í staðin fyri er ein nýggj djóra­vælferðarlóg komin í gildi, sum ný­mótansger alt tað, sum stóð í gomlu lógini. Fleiri grundgevingar eru fyri at gera eina nýggja lóg Nógvar stórar broytingar eru hendar í vinnuligum djórahaldi, mill­um annað. við aling og mjólk­ar­fram­leiðslu, uttan at hesi viður­skifti eru neyvari skipað í lógini. Mjólkneytafjósini eru vorðin færri, men talið av djórum í eins­tøku fjósunum er hækkað. Talið av høgum er hækkað, men hagarnir eru minkaðir í stødd og eru meira avstikaðir enn áður. Fiskaaling er vorðin ein týðandi vinna, og nøgdin av alifiski veksur støðugt. Alt fleiri fólk fáa sær kelidjór ella stuttleikadjór, eisini við aling og sølu fyri eyga. Arbeiðsbólkur Landsstýrismaðurin við vinnu­mál­um setti í 2016 ein arbeiðsbólk at koma við uppskoti til, hvussu ein nýggj djóraverndarlóg skal skipast. Í tilgongdini at endurskoða lóg­ina hevur arbeiðsbólkurin havt fundir við tey feløg, áhugabólkar og stovnar, sum á einhvønn hátt hava áhuga í málinum. Hesir hoyringarpartar hava havt høvi at gera viðmerkingar til uppskotið, áðrenn tað varð sent til almenna hoyring, eins og part­ arnir hava havt høvi at lata Utt­an­ríkis- og vinnumálaráðnum við­merkingar í sambandi við ta al­mennu hoyringina. Arbeiðsbólkurin hevur hugt at ymsari djóraverndar- og djóra­vælferðarlóggávu, men av­gjørdi skjótt at brúka ta norsku djóra­ væl­ferð­arlógina (Lov om dyre­velferd) frá 2009 sum høvuðs­grundarlag undir arbeið­ inum við nýggju djóra­væl­ferð­arlógini. Í dag halda tey flestu, at tað sjálv­andi skal bera til at hava og, sum part av at hava djór, eisini at avlíva djór. Samstundis verður hildið, at djór skulu ikki vera fyri til­vildarligari og óumhugsaðari av­líving, sum ikki hevur nakað endamál. Higartil galdandi djóravernd­ar­lóggáva, bæði í Føroyum og í øðrum evropeiskum londum, hevur lagt dent á, at djór skulu verjast móti skammfaring, vanrøkt og líðing. Sum úrslit av, at vitanin um djór er vorðin betri, og hug­burðs­broytingar eru farnar fram í sam­felagnum, hevur lóggávan lagt seg meira eftir at fremja djóravælferð og ikki bara at forða fyri líðingum. Av tí at endamálið verður broytt frá vernd til vælferð, verður skotið upp, at lógin verður nevnd løg­tings­lóg um djóravælferð. Við hesi broyting – frá vernd til vælferð – verður eisini staðfest, at djór hava eginvirði, sum ikki er treytað av tí virði, fíggjarligt ella á annan hátt, sum djór hava ella kunnu hava fyri fólk. Eginvirði í hesum høpi merkir eis­ini, at djór skulu viðfarast hósk­andi og við virðing uttan mun til, um tey hava fíggjarligt virði ella annað virði fyri fólk, stendur í við­ merkingunum til nýggju lógina. Serlig forboð Lógin ásetir nøkur serlig forboð. Summi av teimum eru heilt van­lig, sum at tað er bannað at vera harð­ligur ella fara illa við djórum og at koma djórum í eina hjálparleysa ella vandamikla støðu. Lógin sigur eisini greitt, at tað er bannað at hava kynsligt samband við djór ella fremja kynsligar gerðir við djórum. Tað stendur eisini, at tað er bannað at brúka livandi djór til fóður ella til agn. Eitt annað forboð er, at tað er ikki loyvt skjótta til máls eftir liv­andi djórum. Lógin sigur eisini, at tá ið djór skulu avlívast, so skulu tey fyrst doyv­ast so nógv, at tey missa vitið, áðrenn tey verða dripin. Und­an­takið er um djórið verður avlivað á ein slíkan hátt, at tað missir vitið bein­anvegin. -Samanumtikið kann sigast, at hetta lógaruppskotið hevur til endamáls at áseta reglur um, hvussu fólk skulu fara við djórum so­leiðis, at djórini eru vard. -Djórini fáa tó ikki onnur rætt­indi enn hetta, eins og henda lóg­in ikki hevur beinleiðis virknað fyri støðu djóranna eftir aðrari lóg­gávu. Djór fáa ikki egin løg­frøði­ lig rættindi, verður skrivað í við­merk­ing­ unum til uppskotið um nýggju djóra­væl­ ferðarlógina. Nýggja lógin byggir á nógvar kunngerðir Politiska viðgerðin vísti, at samgongan og andstøðan eru ikki samd um allar broytingar í lógin Árni Gregersen Nýggja lógin um djóravælferð byggir á norsku lógina um tað sama, men í føroysku lógini eru nógvar kunngerðir yvirlatnar til lands­stýrismannin at gera. - Í 26 førum skal landsstýris­mað­urin gera kunngerðir, sum skulu gera at lógin fer at virka. Tað vil siga, at Løgtingið í veurleikanum ikki veit, hvussu lógin og kunngerðirnar fara at síggja út, tá ið alt er komið í gildi, segði Jørgen Niclassen, for­ maður í Fólkaflokkinum. Hann mælti til ikki at atkvøða fyri lógaruppskotinum, tá ið orðaskiftið var undir 2.viðgerð. Tá ið lógin fekk viðgerð í ting­in­ um, kjakaðust fólk um hetið á lógini og tildømis fanst Magnus Ras­mussen, Sambandsflokkurin at, at tað ikki longur er nóg gott at kalla tað umhvørvisvernd og djóra­vernd. - Hví ikki kalla ein spaka fyri ein spaka, spurdi hann. Í sambandi við atfinn­ing­ar­nar um at so nógv av lóg­ini eru kunn­gerðir, segði lands­ stýris­mað­ur­in við vinnumálum, at hetta er eitt mál, sum gera tað betri at arbeiða við, kann tað stýrast við kunngerðum. Hann helt, at uppskotið frá minni­lut­anum í vinnunevndini um nakr­ar broytingar var skilagott og at tær fara at gera tað møguligt at um­sita lógina. Jacob Vestergaard, Fólka­flokk­ur­in, fanst at avmarkingunum um at taka lívið av djórum. Hann helt, at tað br væl til at halda fast um gamlan føroyskan máta at taka lívið av djórum – tildømis við at kippa fugl. - Eg óttist fyri, at tá ið nýggj ættar­lið fara at gera lunngerðir, so fara tey at hyggja eftir rákinum, sum er uttanlands og tað hóskar ikki til føroyskt siðbundið djóra­hald, segði Jákup Vestergaard. TAð er landsstýrismaðurin við vinnumálum, Poul Michelsen, sum umsitir lógina um djóravælferð. Jøren Niclassen, Fólkaflokkurn, fanst at, at lógin og lógarverkið skal skipast við 26 kunngerðum. Hetta ger, at tingið ikki veit,hvat tað í veruleikanum samtykkir. Fleiri tingfólk og onnur halda, at tað er óneyðugt at gera seg inn siðnumdmam føroyskan máta at hava djór uppá. Kortini taka tey undir við, at djórini skulu hava eina góða vælferð.