Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Tvær ungar føroyskar gentur vunnu um vikuskiftið DM fyri lið í amboðsfimleiki. Telvarin, Helgi Dam Ziska, er millum 100 teir bestu í heiminum í snartalvi, og so hevur aðalfundur verið hjá ÍSF, har eitt nú nevndarval var á skránni Pætur Albinus FIMLEIKUR Hetta vikuskiftið hevur verið kapp­ast í DM fyri lið í amboðs­fim­ leiki. Aldursbólkarnir Youth og Juniorar hava kappast í Kastrup leygar­dagin. Tær báðar føroysku genturnar, Rebekka Ingadóttir Rein og Astrið Breckmann, venja við einum donskum liði einaferð um mánaðin og umboðaðu tí, saman við trimum donskum liðfeløgum, sítt danska felag, KG66, í liðkappingini fyri juniorar. Rebekka og Astrið eru eisini ávikavist á danska juniorlandsliðnum og regiónsliðnum fyri Sæland. Fimm feløg vóru umboðað, og tilsamans 25 gentur kappaðust í øllum fýra amboðunum, sum eru lop, barr, biti og gólv. KG66 vann, og kunnu Rebekka og Astrið nú kalla seg danmarksmeistarar í liðkapping kappingarárið 2018. Tær høvdu eina góða kapping. Rebekka bleiv nr. 5 tilsamans í øllum amboðunum og nr. 3 í bita av 25 gentum. Astrið fekk eitt flott 4. pláss á gólvinum. Føroysku genturnar høvdu soleiðis sín stóra leiklut í, at KG66 aftur hesuferð megnaði at vinna eina amboðskapping í Danmark. Hetta má sigast at vera eitt fantastiskt úrs­lit fyri ungu íðkararnar og før­ oyskan amboðsfimleik, sum hevur ment seg nógv síðstu árini. FR. ÍTRÓTTUR Á aðalfundinum hjá ÍSF leygar­ morgunin var leisturin at handa per­sóni, sum á serstakan hátt hevur viðvirkað til menningina av ítróttagrein, heiðursskjal Poul E. Peter­sens, tikin upp aftur eftir at hava ligið stillur í meira enn 10 ár. Heiðurs­skjalið varð givið einum av okkara fremstu rennarum, Guttorm Søren­sen. Í grundgevingini hjá nevnd Poul E. Petersens at tilluta Gutt­ormi heiðursskjalið varð sagt, at Guttorm Sørensen hevur verið drív­megin í Treystinum, síðani tað varð endurstovnað í 1998, eins og hann hevur verið tað sama í Frælsur Ítróttur Føroya síðani stovnan­ina í 2002. Guttormur hevur verið við í starvsnevndini síðani stovnanina, eins og hann hevur verið kassameistari í sam­ full 16 ár. Renning hevur í hes­um tíðarskeiðinum ment seg til at verða ein tann størsta ítrótta­ grein­in í Føroyum, og sjálvbodna ar­beiðið hjá Guttormi er ein av­ger­ andi orsøk til hetta. Tí er tað ein samd nevnd, sum letur Guttormi Søren­sen heiðursskjal Poul E. Peter­sens. Guttorm hevði ikki møgu­leika at verða til staðar, og tí var tað forsetin í Frælsum Ítrótti Før­oya, Hallur Holm, sum tók móti heiðurs­skjalinum vegna Guttorm. ÍTRÓTTUR Á aðalfundinum hjá ÍSF var eisini val av nevnd á skránni. Tríggir av nevndarlimunum í starvsnevndini stóðu fyri vali á aðalfundinum í ár. Hesi vóru Elin Heðinsdóttir Joen­ sen, forseti, umframt Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen, nevnd­ ar­limir. Einki mótvalevni var til formanssessin, og tí varð Elin Heðins­dóttir Joensen afturvald. Við hesum situr Elin sum forseti næstu fýra árini. Elin takkaði fyri álitið og segði, at hon gleðir seg at arbeiða víðari við teimum mongu spenn­andi ætlanunum, sum starvs­nevndin hevur fyri ítróttin í Føroyum. Einki mótvalevni var til nevndarlimirnar, sum stóðu fyri afturvali. Tí vórðu teir báð­ir Schan­ dorff Vang og Sigurd Ras­mus­sen afturvaldir. RÍÐING Á ársaðalfundi í ÍSF-húsinum leygar­dagin varð øll nevndin í Ríði­sambandi Føroya afturvald. Tað eru tey trý reiðfeløgini, Vága Ríðingar­felag, Føroyskt Íslands­ rossa­felag og Føroya Ríðingarfelag, ið eiga hvør sítt umboð í nevndini. Nevndin hevur skipað seg soleiðis, at Brandur í Dali er for­maður, Zacharias R. Jacobsen næst­for­ maður og Símun Skaalum nevndar­ limur. TALV Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í heiminum í kviktalvi. Á nýdagførda styrkilistanum hjá FIDE, altjóða talv­samgonguni, stendur Helgi numm­ar 90 í heiminum við styrki­ talinum 2664. Í kviktalvi - á enskum rapid chess - hevur telvari stytri umhugsunartíð enn í vanligum talvi. Ásetta tíðin í kviktalvi er ikki altíð hin sama. Reglugerðin hjá FIDE ásetur, at í kviktalvi hevur telvari í mesta lagi 60 minuttir, og í minsta lagi tíggju minuttir til talvið. Í føroyskari telving hevur verið van­ligt, at tú fær hálvan tíma í alt. Í HM-kappingini í kviktalvi fær hvør telvari fimtan minuttir umframt tíggju sekund fyri hvønn leikin. Í Føroy­um eru tað kappingarnar í Grand prix-røðini, sum verða av­ greidd­ar sum kvikkappingar. Her hevur Helgi verið einaráðandi. Helgi hevur altíð staðið seg væl, tá telvast skal við knappari tíð, bæði í kvik­talvi og snartalvi. Kortini kom tað óvart á føroyska talvheimin, nú FIDE um mánaðarskiftið apríl/mai kunngjørdi dagførda styrkilistan, at okkara stórmeistari hevur otað fram í topp 100 í heiminum. Helgi er eisini um reppið at vinna seg upp á topp 100 listan í snartelving - á enskum blitz chess. Í løtuni er hann eini tjúgu ratingstig ov stutt­ur. Helgi Dam Ziska er ikki so frammarlaga í vanligari telving - standard chess - sum í kviktalvi og snartalvi. Nýggja styrkital hans­ ara er 2552. Tað merkir, at hann er millum 500 teir fremstu í heimi­ num í vanligari telving. Í norður­ londum telist hann mill­um teir fremstu. Í Noregi hevði okkara stórmeistari verið nummar fimm, í Svøríki nummar trý, í Dan­mark nummar fýra, í Íslandi numm­ar trý, og í Finnlandi nummar tvey. Í kviktalvi er bara ein norður­lend­ ingur fremri enn Helgi. Tað er heims­meistarin Magnus Carlsen úr Noregi. Hann er ovast á øllum trim­um styrkilistunum hjá FIDE - í vanligum talvi, kviktalvi og snar­ talvi. Vunnu DM fyri lið F.v.: Astrið Breckmann og Rebekka Ingadóttir Rein