Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Jónas Gunnarson Djurhuus – pláss: Miðja – Lið: HØJ – Deild: Danska 1. deild Jónas Djurhuus og HØJ byrjaðu kapp­ingarárið væl, men sum kappingarárið leið, gekk longur og longur millum sigrarnar. Teir endaðu í niðurflytingarstríðnum, har tað eydnaðist teimum at bjarga sær á seinasta leikdegi. 21 ára gamli hoyvíkingurin hevur verið rímiliga nøgdur við spæli­tíðina, men var leingi darv­ aður av einum akslaskaða. Hóast hetta, stríddi hann seg aftur og var týðandi partur av umráðandi niður­flytingarstríðnum. Spælskiparin kennir seg serliga hava ment taktiska partin av spæli­ num, og hann vísir á, at spælið í Dan­mark er meira skipað enn í Føroy­um. Avtalurnar eru fleiri og greiðari, eins og váðin í spælinum er eitt sindur minni, eftirsum at villur vera revsaðar harðari. Yvirhøvur kennir hann seg ment­an bæði kropsliga og sálarliga, har tað hevur verið sera mennandi at spæla undir einum størri trýsti enn hann var vanur við í Føroyum. Jónas Djurhuus hevur fingið bjóð­að eitt ár afturat í HØJ, men hevur ikki tikið av enn. Rói Berg Hansen – Pláss: Vinstri vongur – Felag: FIF – Deild: Danska 1. deild. FIF hevði ikki eitt gott kappingarár og endaði greitt á aftasta plássi í kapp­ingini. Hóast truplu gongdina hjá lið­ num, er 22 ára gamli fyrrverandi Neista­maðurin nøgdur við sína per­són­ligu menning. Rói Berg Hansen er helst tann føroy­ingurin, ið hevur fingið mestu spæli­tíðina í næstbestu donsku deild­ini, har hann eftir jól spældi so at siga fulla tíð. Hetta hevur ment unga vongin. Hann vísir á høgu góðskuna í venj­ ing­unum sum avgerandi fyri hes­ um. Tað hevur nevnliga kravt nógv tol og nógva venjing at gera seg galdandi á hesum støði, og Rói Berg Hansen hevur trivist væl í deildini. Hetta ger eisini, at vongurin ætlar sær at verða verandi í felag­ num, hóast komandi kapp­ingar­ár verður í donsku aðru deild. Vón­ irnar eru góðar og Rói Berg Hansen ætlar sær, at liðið flytur upp aftur alt fyri eitt. Helgi Hildarson Hoydal – Pláss: Strika - Felag: Odder – Deild: Danska 1. deild Odder endaði á fimta plássið í næstbestu donsku deildini, og var leingi ein partur av upp­flyt­ingar­ stríðnum. Hetta er sera góðkent fyri liðið, ið hevði sum mál at sleppa und­an niðurflytingarstríðnum hetta kappingarárið. 22 ára gamli hoyvíkingurin gjørd­ist so við og við fastur partur av liðnum. Hann fekk sera nógva spælitíð upp undir jól, men í januar mánaða breyt hann fótin, og tað gjørdist longri millum spælitíðina eftir skaðasteðgin. Hann spældi tó meira í av­ gerandi kappingarendanum, men var aftur óheppin at fáa ringan knæ­skaða, áðrenn næstseinasta lands­kappingardystin. Hóast nógvu skaðarnar er strikuspælarin yvirhøvur nøgdur við kappingarárið, og hann kennir seg hava ment seg nógv, bæði krops­liga og sálarliga. Hann vísir á at hann hevur lagt spælið hjá sær um, og hevur tikið seg fram bæði í álopi og verju. Helgi Hildarson Hoydal hug­ savnar seg í løtuni um skaðan hjá sær, men væntar at spæla í Odder kom­andi kappingarár. Nicklas Selvig – Pláss: Høgri vongur – Felag: TMS Ringsted – Deild: Danska 1. deild Í ár hevur Nicklas Selvig helst verði tann føroyski spælarin, ið hevur havt besta kappingarárið. Hann var fastur og týðandi partur av liðnum, ið greitt vann deildina, og skal tí spæla í bestu deildini komandi kapp­ingarár. Hetta verður tó uttan føroyska lands­liðsleikaran, tí hann vendir, av persónligum ávum, aftur til før­oyskan hondbólt komandi kapp­ingarár. Fyrrverandi KÍF og VÍF-leikarin væntar eina betri útgávu av sær enn seinast hann var í Føroyum. Hann vísir á, at so at siga alt fer fram í hægri ferð í donskum hondbólti, og yvirhøvur eru allir partar av spælinum á hægri støði. Nicklas Selvig hevði sjálvsagt havt hugt at roynt seg í fremstu donsku deildini, og hann ásannar, at eitt skifti aftur til Føroya helst verður eitt fet niður í støði. Men nú hevur landsliðsleikarin víst seg fram í donskum hondbólti, og hann afturvísir ikki at hann eina­ferð fær hug at royna seg har aftur. Hvat føroyskt felag fær ágóðan av høgra vonginum komandi kapp­ ingarár, er ikki heilt greitt enn, men hann er sum skilst nær við at fáa eina avtalu í lag. Niklas Simonsen – Pláss: Málverji – Felag: Skjern – Deild: Danska 2. deild (og fremsta deildin) Tað er eingin ivi um at Niklas Simon­sen er knýttur at einum betri liði enn hinir leikarar, ið verða um­ røddir her. Skjern liggja í løtuni væl fyri í kappingini um danska meistara­ heitið, eins og liðið kom heilt í fjórð­ings­finaluna í Champions League. Sjálvur spælir Niklas fyri eyka­ liðið hjá Skjern, ið endaði á øðrum plássi í donsku aðru deild. Har fekk Niklas nógva spælitíð, og hevur fingið víst seg fram í donsk­um hondbólti. Eisini hevur Niklas snoddað eftir fremsta liðnum, og hevur fleiri ferð­ir verið við til venjingar saman við stóru stjørnunum. Orsakað av skaðum til mál­verj­ ar­nar á fyrsta liðnum, slapp Niklas eisini at vera við til ein Champions League dyst móti Dynamo Bucuresti, har hann fekk lovað at sleppa á vøllin tá ið rumenska stór­lið fekk brotskast. Tíverri fyri vest­menningin fekk mótstøðuliðið einki brotskast í dystinum, og vit sóu ongan føroying í Champions League hesaferð, men føroyingurin var glaður fyri upplivingina at vera partur av einum slíkum dysti. Eftir tvey ár á eykaliðnum hjá Skjern, kennir málverjin nú at tíðin er komin at skifta, og hann sóknast í løtuni eftir nýggjum felagi. Kjartan Johansen – Pláss: Høgri bakkur – Felag: Fyllingen – Deild: Eliteserien í Noregi 21 ára gamli bakkurin fekk seinasta FØROYSKU HONDBÓLTS­ ÚTISETARNIR HAVA MENT SEG NÓGV TVEIR FØROYSKIR LEIKARAR hava í ár spælt evropeiskan hondbólt. Kjartan Johansen rakk fjórðingsfinalunum í Challenge Cup, meðan Niklas Simonsen sat á bonkinum í Champions League bólkaspælinum, har hann tíverri ikki kom á vøllin. Liðið hjá Niklasi rakk eisini fjórðingsfinalunum í fremstu evropeisku kappingini. HONDBÓLTUR Fleiri føroyskir hondbóltsleikarar enn nakrantíð áður, eru farnir at royna seg á hægri støði í grannalondum okkara. Allir sum ein kenna seg mentan sum hondbóltsleikarar, nú kappingarárið er av Kjartan Johansen Áki Egilsnes Jónas Djurhuus