mánadagur 7. mai 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
FLESTU LEIKARARNIR SIGA seg hava havt tað trupult av at mótstøðumennirnir eru
størri, bæði í hædd og breidd. Helgi Hoydal sigur seg eitt nú hava verið noyddan at læra
seg at brúka kvikleikan heldur enn styrkina, fyri at fáa pláss í álopinum.
Aðrir siga seg eisini hava at finna nýggjar loysnir í álopinum. Um heldur smáu føroysku
leikararnir menna hendan partin, so kemur tað eisini landsliðnum til góðar.
summar tilboð um at spæla
í fremstu norsku deildini, og hann
tók av møguleikanum.
Liðið endaði á sætta plássi
í
landskappingini
og
rakk
fjórðingsfinaluni í evropeisku
Challenge Cup. Strandingurin
er ikki heilt nøgdur, eftirsum
at liðið hevði sett sær fyri at
komið í hálvfinalurnar í báðum
kappingum.
Hann er kortini nøgdur við per
sónliga avrikið hjá sær, har hann
móti endanum fekk sera nógav
spælitíð.
Venjarin gav serliga strandingi
num ábyrgd í evropesisku dyst
unum, orsakað av royndunum, ið
hann hevur frá landsliðshondbólti,
Í Eliteseriuni eru teir flestu
yrkisleikarar, og hetta hevur verið
ein stór avbjóðing hjá føroying
inum. Hann vísir á, at teir venja
tvær ferðir um dagin, og at hetta
hevur gjørt at hann hevur tikið seg
nógv fram kropsliga.
Kjartan Johansen hevur
ikki tikið avgerð um hann
heldur fram næsta ár, men hann vil
viðmæla øðrum at taka av at spæla
í Noregi um teir hava møguleikan.
Áki Egilsnes – Pláss:
Høgri bakkur – Felag:
KA – Deild: Næstfremsta
Íslendska deildin.
21 ára gamli vestmenningurin
hevur havt eitt gott kappingarár
í
næstfremstu
íslendsku
deildini. Liðið flutti upp, og Áki var
alt árið týðandi partur av liðnum,
har hann ofta gekk undan við
málskjótingini.
Skotsterki bakkurin heldur at
støðið er nakað hægri enn í Føroy
um, og hann tekur til, at leikararnir
eru øgiliga væl fyri kropsliga.
Hetta hevur ment vestmenn
ingin væl, og hann er til reiðar at
taka næsta fetið, tá ið hann
næsta ár skal spæla í fremstu
íslendsku deildini.
Har er vónin at fáa eins nógva
spælitíð sum í ár, og at halda fram
at mennast á hægri støðnum.
Yvirhøvur er føroyingurin follin
væl til á Akureyri, og hann hevur
longt sáttmálan hjá sær til tvey ár.
Komandi kappingarár fær hann
vinmannin Allan Norðberg sum
liðfelaga, og hann vónar at liðið fer
at standa seg væl í bestu deildini.
sjurdur@sosialurin.fo
Helgi Hoydal
Helgi Hoydal
Kjartan Johanesen
Rói Berg Hansen
Niklas Simonsen