Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Sólin skínur á HB. Støðutalvan sig­ ur, at nú fyrsti triðingurin av 2018 kappingini er av, eru tað trý stig frá oddaliðnum og aftur til teir næstu. HB hevur vunnið nógv meiri FM enn nakað annað felag. Men tað eru nøkur ár síðani, at støðutalvan vendi soleiðis, sum hon ger tað ídag. Tað skal leitast fimm ár aftur. Heilt aftur til tá ið ÍF var uppá sítt besta, og tað er langt síðani, nú ÍF leygar­dagin legði rygg til 6-1 tap á Toft­um – í næstbestu deildini. Í 2013 vann HB FM. Eftir 27 umfør vísti støðutalvan, at HB hevði 54 stig, og at ÍF hevði 49 stig. Síðani tá hevur HB ongantíð verið trý stig framman­fyri øll hini. Tað er HB nú, og harvið eru teir reyðu og svørtu favoritt­ar at vinna gull. Um talan verður um FM, ella um talan verður um FM og sigur í steypa­kappingini, fer tíðin at vísa. Í løtuni er ilt at ímynda sær, at nakað av hinum liðunum fer at megna at gera nakað við toppliðið. Tað er merkis­vert, tí fyri tveimum vikum síðani misti liðið besta spælaran, tá ið Teit Jacobsen sleit hælsinuna og harvið ikki fer at spæla fótbólt aft­ ur í ár. -Eg haldi, at hann var besti spælari av øllum í føroysku kapp­ ing­ini, so tað er ein øgiligur missur fyri okkum, og tað er meiri enn bara harmiligt fyri Teit sjálvan. Vit ar­beiða víðari við teimum, sum eru tøk­ir, og spælararnir eru væl fyri og vísa sera góðan hug­ burð, sigur HB venj­arin Heimir Guðjónsson. HB hevur í fleiri ár verið í tung­ um sjógvi. Úrslitini á vøllinum hava als ikki verið tey, sum tað altíð verður roknað við, at sigursvanda felag­ið skal megna, og fíggjarliga gongd­in hevur darvað ætlanum og møgu­leikum. Heimir Guðjónsson hevur vent skútuni, og tølini siga, at hann er nýggi gullfuglurin í HB. Sjey teir sein­astu dystirnar – seks í lands­ kapp­ingini og ein í steypa­kapp­ ingini – hevur HB vunnið við ræð­ andi málmuninum 19-1! Aleksandar Stankov var á vøllinum í átta minuttir ígjár. Sebastian Pingel er framvegis skadd­ur. Hetta eru teir, sum vóru ætlað­ir at skjóta HB málini – saman við Teiti Jacobsen. Teirra leiklutur hevur verið lítil, men tað gongur fínt. Í besta Bechham stíli er Adrian Justinussen við øgiligu frí­spørk­ unum nýtt álopsvápn, sum næstu vikur­nar fer at bera við sær, at mót­støðuliðini fara at hveppa við at takla, tá ið HB spælarar eru bara í nánd av brotsteiginum. Heimir Guðjónsson hevur vunn­ ið nógv meistaraheiti við FH á Hafna­firði. Nú hevur hann lagt HB á FM kós. Ein íslendingur hevur endur­reist HB, og tað sigst, at teir í summar fáa ein íslending aftrat, sum skal hjálpa til inni á vøllinum. At tað er í Gundadali, at tað nú gongur fyri seg, varð aftur stað­fest ígjár. B36 vann fyri fyrstu ferð í fýra ár á útivølli ímóti NSÍ, og árs­ tals­felagið er nú fremsti av­bjóðarin hjá HB. Tað kennist leingi at bíða eftir næstu grannauppgerðini, sum ikki verður fyrr enn 17. juni. Og kanska verður talan um granna­uppgerð í steypafinaluni. Við gongdini seinastu vikurnar í huga er tað fyrst og fremst luta­ kast­ið, sum kann leggja fótonglar fyri tí møguleikanum. Fjórðingsfinalurnar vera hós­ dagin. Tá eiga bæði HB og B36 heima­vøll – HB er stórfavorittur ímóti B71, og B36 er favorittur ímóti Skála. Triðja fjórðingsfinalan verður á Argjum mikukvøldið, har EB/Streymur verður gestur. Tann fjórða verður í Gøtu, har Suðringar hós­dagin enn einaferð fara at vitja Maurice Ross. Sorin og Símun sóu ikki tað sama HB – AB 5-0 Talvan vísti 5-0, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í Gunda­ dali ígjár. So trivaligan sigur hevur HB ikki vunnið síðani jóansøkudag í 2016, tá ið B68 fór úr Gundadali við 6-1 tapi. Úrslitið í gjár var merkisvert, tí tað var málleyst, inntil talvan vísti 70 minuttir. -Tá ið Adrian Justinussen hevði lagt teir framum við fínum frí­ sparki, mistu vit ein mann, og so skolaðu málini ígjøgnum. Eg vildi hava mínar menn at halda fram við at spæla fótbólt. Tað hevði ivaleyst verið skilabetri bara at vart síðstu løtu­na, tí so høvdu vit ikki tapt so stórt, heldur AB venjarin Sorin Ang­hel, sum rósar sínum monnum fyri avrikið, meðan teir vóru eins nógvir og mótstøðumenninir. HB veteranurin Símun Samuel­ sen fegnast um stórsigurin og gongdina higartil. -Vit vóru á bóltinum nógv størsta partin av tíðini. Áðrenn vit fingu hol á, høvdu vit tvær ferðir bóltin á træverkinum, og Heðin Stenberg í AB málinum hevði í fleiri førum bjargað væl, áðrenn vit fingu hol á, men so gekk skjótt. Hvat sigur tú um fríspørkini hjá Adrian Justinussen? -Hann hevur í fleiri ár vant og vant at skjóta fríspark, og nú glapp tað í dysti. Vónandi verður hetta eyka vápn hjá okkum í framtíðini, heldur Símun Samuelsen. Nú sær ljósari út í Suðuroy Suðringar – EB/Streymur 3-2 Loksins eydnaðist tað Suðring­ um at lyfta seg uppum niður­flyt­ ingar­strikuna. Tað gjørdu teir við 3-2 sigri ímóti EB/Streymi. Sundalagsmenn eru vónbrotnir um tapið og gongdina seinastu ferðir­nar. Burtursæð frá sigrinum í steypakappingini ímóti Undrið FF hevur EB/Streymur ikki vunnið seks tær seinastu ferðirnar. Úr­ FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: 70 minuttir javnur dystur, og so skramblaði alt saman. Tillukku við fm HB. Frens forever alíkavæl. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Sá ikki dystin vegna arbeiði. Ikki gott nokk høvdu uppiborði minst javnleik. Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Hetta er raðuligt, vit mugu taka okkum saman og spæla fótbólt, tað er bara gypp gypp og tilfeldigheitir. For hundun takið tykkum saman, havi bóltin niðri á jørðini og spæli fótbólt. JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Hatta kunnu vit ikki brúka til ein skid. Á heimavølli mugu og skulu vit vinna. Óansæð hvør mótstøðan er. Annars rós til B36-áskoðararnar. Tað er betri at vísa seg tá yvirtíðin er byrjað, enn slett ikki at vísa seg. Nú má gongd koma á hjá okkum! Góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Sá ikki dystin í dag. Gott at vinna og fáa 3 stig. Flott dreingir. Go Skála. ÍSLENDINGURIN HEVUR ENDUR­ REIST HB Hóast seks sigrar á rað við málmuninum 19-1 bera boð um, at sigursvanda felagið aftur er í gamla lagnum, so verður lítið tosað um FM og møguleikan at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð í fjúrtan ár