Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR tøkan er trý stig í trimum javn­leik­ um. -Í Trongisvági var avrikið ikki gott í fyrra hálvleiki, og tað kost­ aði nógv, hóast vit løgdu okkum fram­um beinanvegin, tá ið mið­ verjin Oddur Højgaard skoraði eftir horna. Hóast leiðslumálið so taptu vit allar nærdystirnar, og tað ber ikki til. Fyrstu løtuna eftir steðgin var tað frægari, og innskifti Marni Djur­huus javnaði, men so mistu vit alt á gólvið, sigur EB/Streyma venjar­in Heðin Askham. -Nú ræður um at vinna ein dyst og at lyfta okkum frá niður­flyt­ ingar­strikuni, sum síðstu vikurnar er komin alt ov nær, sigur EB/ Streyma venjarin. Í leguni hjá Suðringum er lagið gott. 3-2 sigurin var triðja ferð­in á rað, at Suðringar fóru av vølli­num við úrtøku – fyrst var tað steypa­ sigurin ímóti KÍ, so var tað málleysi javn­leikurin í Gøtu, og nú vunnu teir á EB/Streymi: 5-1-3-1 uppstillingin ber boð um, at Glenn Ståhl nú hevur lært før­ oyskan fótbólt at kenna, og at hann syrgir fyri, at tað verður bundið fyri í verjupartinum, uttan at liðið grevur seg niður í verjustøðu: -Vit gjørdu ikki mistøk í verju­ parti­num, og vit royndu at kroysta teir frammarlaga á vøllinum, og so var tað hugaligt, at vit megnaðu at vinna úrtøku úr møguleikunum. Eftir steðgin vóru vit eina løtu undir meiri trýsti, men vit megn­ aðu í stóran mun at halda teim­um burtur frá málinum, sigur mið­vall­ arin Stefan Radosavljevic. Í fjør var Búi Egilsson stóri mál­ skjúttin hjá Suðringum. Higartil í ár hevur hann havt møguleikar, men tað hevur ikki eydnast at skjóta mál. Í gjár glapp tað, tá ið hann javnaði til 1-1, og so skoraðu Sal­ mund­ur Bech og Ibrahim Arifovic. Skála á sætta plássi Skála – 07 Vestur 2-1 Tølini siga, at talan oftast ikki er um so nógv mál, tá ið Skála er annar part­urin. Samlaði málmunurin hjá skálamonnum eftir fyrsta triðing av kappingini er 7-8. Tað eru stigini, sum eru avgerandi, og har sær væl út hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum, sum eru á sætta plássi við ellivu stigum. Brian Jakobsen skoraði bæði í triðja og fjórða umfari, men síðani hevur verið turkur. Í gjár glapp aftur, tá ið hann eftir fínt álop í høgru og undan vindinum setti hol á. Skála var omaná undan vindi­ num, men í einum føri stórbjargaði Karstin Hansen í Skála málinum, tá ið Gilli Samuelsen royndi seg. Eftir steðgin javnaði Gilli og skoraði fyri fimtu ferð í ár. Sigursmálið skoraði innskifti Heðin Klakstein, eftir at Edvin Jakob­sen hevði lagt innfyri úr høgru. -Hetta var sera týdningarmikil sigur. Vit eru á sætta plássi, og vit kunnu ikki siga annað, enn at vit eru nøgdir við gongdina fyrsta trið­ingin, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen. -Vit høvdu møguleika ímóti vindi­num, og undan vindinum vóru vit betri við. Avbjóðingin er, at vit ikki taka av, tá ið møguleikarnir eru har. Tað býr meiri í hesum liðnum enn bara tað eina stigið, sum vit higar­til hava fingið, so vit arbeiða víðari, sigur 07 Vestur venjarin Pauli Poulsen. Skála – 07 Vestur 2-1 (1-0) 1-0: Brian Jakobsen 22. 1-1: Gilli Samuelsen 65. 2-1: Heðin Klakstein 76. Dómari: Petur Reinert Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic, Bárður Danielsen – Niels Pauli Danielsen, Pætur Dam Jacbobsen, Edvin Jakobsen - Jannik Olsen (Ólavur Mikkelsen, 73.), Brian Jakobsen (Teitur R. Joensen, 85.), Andri Benjaminsen (Heðin Klakstein, 65.) Gult kort: eingin Venjari: Eyðun Klakstein 07 Vestur: Ivan Stojkovic – Niels Mouritsen (Tór-Ingar Akselsen, 80.), Dan Fróðason, Martin Tausen, Jóannis á Steig – Gilli Samuelsen, Janus Svabo Samuelsen, Sølvi Egilsson, Høgni Egilstoft Nielsen, Kyrylo Silich (Jón Krosslá Poulsen, 72.) – Ken Fagerberg Gult kort: Niels Mouritsen, Dann Fróðason, Martin Tausen Venjari: Pauli Poulsen HB – AB 5-0 (0-0) 1-0: Adrian Justinussen 71. 2-0: sjálvmál 75. 3-0: Adrian Justinussen 85. 4-0: Jógvan Rói Davidsen 88. 5-0: sjálvmál 92. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Thillitz Andersen, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson (Ari Mohr Olsen, 89.), Símun Samuelsen (Daniel Johansen, 87.) – Dan í Soylu, Jógvan Skeel Nolsøe (Aleksandar Stankov, 82.) Gult kort: Jógvan Rói Davidsen, Símun Samuelsen Venjari: Heimir Guðjónsson AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli Breckmann, Sørin Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Mikkjal T. Hentze - Bjarki Nielsen, Jobin Drangastein (Bjarni Skála, 83..), Tóki á Lofti (Filip í Liða, 80.) – Rasmus Dan Sørensen (Bartal Petersen, 80.) Gult kort: Árni G. Olsen, Mikkjal T. Hentze Reytt kort: Mikkjal T. Hentze 72. (tvey gul) Venjari: Sorin Anghel Suðringar – EB/ Streymur 3-2 (2-1) 0-1: Oddur Á. Højgaard 3. 1-1: Búi Egilsson 18. 2-1: Salmundur Bech 42. 2-2: Marni Djurhuus 74. 3-2: Ibrahim Arifovic 75. Dómari: Rúni Gaardbo Suðringar: Milos Budakovic – Rani Johansen, Dennis Rasmussen Nielsen, Teitur J. Olsen, Eirikur Magnusarson, Ibrahim Arifovic – John Villi Wøldike Leo – Teitur Krosslá Mortensen (Ari Krosslá Poulsen, 53.), Salmundur Bech, Stefan Radosavljevic – Búi Egilsson Gult kort: Dennis Rasmussen Nielsen, Stefan Radosavljevic, Salmundur Bech Venjari: Glenn Ståhl EB/Streymur: Rói Zachariassen - Ragnar B. Danielsen, Oddur Á. Højgaard, Andras Olsen, Gestur B. Dam - Arnar Dam, Rógvi Egilstoft Nielsen - Leif Niclasen (Marni Djurhuus, 56.), Ari Ó. Ellingsgaard (Arnbjørn Hansen, 73.), Hans Pauli Samuelsen - Pætur J. Petersen (Petur Zachariasen, 90.) Gult kort: eingin Venjari: Heðin Askham Betri deild menn støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 9 7 1 1 18 6 +12 22 2 B36 9 6 1 2 17 9 +8 19 3 KÍ 9 6 1 2 16 8 +8 19 4 Víkingur 9 5 2 2 14 9 +5 17 5 NSÍ 9 5 1 3 15 9 +6 16 6 Skála 9 3 2 4 7 8 -1 11 7 EB/Streymur 9 2 4 3 11 11 0 10 8 TB/FCS/Royn 9 2 1 6 5 14 -9 7 9 AB 9 1 2 6 5 17 -12 5 10 07 Vestur 9 0 1 8 7 24 -17 1 Adrian Justinussen HB 7 Jóannes Bjartalíð KÍ 6 Meinhard E. Olsen B36 6 Gilli Samuelsen 07 Vestur 5 Máltindurin: REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR: Nú byrjar at blíva kritiskt.. onkur ljóspunkt eru tó at hóma, millum annað Gilli. Gev honum langtíðarsáttmála! LISSI MOURITSEN B36: Kalla seg serfrøðingar vivíkandi tipping ... Hihihi hví ikki bara spyrja meg TÍ HATTAR VISTI EG VÆL!! Okkara menn vísa so sannuliga hvat teir vilja og tað er einki minni enn FANTASTISKT! Einaferð og Altíð. JANUS KJÆRBO SUÐRINGAR: Nú eru okur byrjađir at skjóta mál. So koma úrslitini eisini. Flottur innsatsur av hvørjum einasta manni. Takk fyri perluna, Salmundur! SUĐRINGAR. JOHN REID NYBO VÍKINGUR: Højt at flyve, dybt at falde. Onki annað enn klassi, vit lótu teir sjálvútnevndu FM vinnararnar úr á teirra heimavølli, sorry KÍ, tað verður heldur ikki í ár. WLYV TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB: Altíð stuttligt at vinna 5-0 og tað ger tað ikki verrið at tað er í eini grannauppgerð! Nú er bara at innstilla kanónina frá fyrsta bríksli tí tað vera neyvan nógvir dystir har vit hava ráð at missbrúka so nógvar kjansir áðrenn vit fáa hol á! Koyr á HB!!