mánadagur 7. mai 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Setningurin hjá Víkingi undan
dystinum móti KÍ sunnudagin var
greiður. Skuldi felagsliðið úr Gøtu
og Leirvík hava nakran møguleika
fyri at gera seg galdandi í FM-
stríðnum hetta kappingarárið, var
ein sigur móti KÍ í Klaksvík eitt
krav, soleiðis at frástøðan upp til
ovastu plássini ikki skuldi gerast
ov stór. Og sum so ofta fyrr,
slerdu royndu Víkingarnir til, tá á
stendur. Uppgerðin millum KÍ og
Víking endaði við at Víkingur vann
dystin 2-1, har miðvallarin, Heðin
Hansen, skeyt sigursmálið eftir
deyðbóltsstøðu tá 85 minuttir av
dystinum vóru leiktir.
Maurice Ross hevur
gjørt meg betur
Júst Heðin Hansen, sum sunnu
dagin skeyt sigursmálið fyri Víking,
hevur í ár á fyrsta sinni av álvara
bitið seg fastan í liðuppstillingini
hjá Víkingi. Gamaní hevur Heðin
Hansen verið fastur partur av lið
num hjá Víkingi í ógvuliga nógv
ár og fingið fitt av spælitíð, men
felags fyri øll tey árini hevur verið,
at Heðin Hansen hevur verið
úti og inni á liðnum, og ongan
tíð orduliga hevur verið fastur
partur av teimum fyrstu 11 hjá
felagsliðnum. Men higartil í ár
hevur Heðin Hansen verið millum
teir leikararnar hjá Víkingi, sum
hevur fingið mest spælitíð. Heðin
Hansen hevur byrja inni allar
níggju dystirnar hjá Víkingi í
Betri-deildini hetta kappingarárið,
og nógva spælitíðin hevur gjørt,
at Heðin Hansen í ár hevur verið
millum mest eyðsýndu leikararnar í
føroysku kappingini. Heðin Hansen
sigur, at álitið frá venjaranum,
Maurice Ross, hevur lyft hann nógv
sum fótbóltsspælara.
Síðani Maurice Ross byrjaði í
Víkingi føli eg, at eg havi fingið ógvu
liga stórt álit frá Maurice Ross, og
tað hevur givið nógv til sjálvsálitið
hjá mær. Eg havi vant ógvuliga hart
í vetur til at blíva stammspælari í ár
og kenni meg væl fyri, og tí er tað
eisini deiligt at eitt avgerandi mál
í dag fylgir við sum løn fyri stríðið,
sigur ein fegin Heðin Hansen.
Sigurin kundi verið størri
Heðin Hansen var sum vera man
fegin eftir dystin, og helt at sigur
in hjá Víkingi móti KÍ var fult
uppiborin. Í opna spælinum helt
Heðin Hansen, at Víkingur hevði
ógvuliga gott tamarhald á dysti
num.
Tað kennist sjálvandi ógvuliga
gott at skora avgerandi málið. Og at
vinna, høvdu vit brúk fyri. Vit vistu
áðrenn dystin, at vit máttu vinna
dystin fyri at fáa samband aftur við
topp 4, soleiðis at vit kundu taka
stig frá KÍ og innheinta eitt sindur í
kappingini. Um sjálvan dystin haldi
eg annars, at vit høvdu ógvuliga
gott tamarhald á. KÍ vóru farligir
uppá deyðbóltar, men í opna spæli
num skapa vit klárt meira enn teir,
og koma eisini fram til eina rúgvu
av málmøguleikum, so sigurin var
uppiborin, sigur Heðin Hansen.
Vit eru ikki nóg avgjørdir
At Víkingur vann móti KÍ ger, at KÍ
nú er í einari keðiligari gongd, tá
hugsað verður um úrslit. Ósigurin
móti Víkingi var annar ósigurin á
rað í Betri-deildini, tí KÍ tapti eisini
fyri viku síðani móti B36
í Gundadali. Og telur
man steypakappingina
við, tá KÍ tapti á
útivølli móti TB/FCS/
Royn, var talan um
triðja ósigurin á rað
hjá KÍ samanlagt í
øllum kappingunum.
KÍ liðskiparin, Páll A.
Klettskarð, helt eftir
dystin, at KÍ í løtuni
manglar
avgerandi
neyvleika í báðum endum
av vøllinum.
Vit hava ikki verið nóg
avgjørdir í seinastuni og líða
undir tí. Fyri tað fyrsta eru vit
ikki nóg avgjørdir tá vit verja.
Vit plaga ikki at lata mál inn
uppá deyðbóltsstøður, og hava
gjørt tað nú tveir dystir á rað, so
tað skulu vit til at arbeiða við.
Eisini í álopspartinum mangla vit
neyvleika. Tað er sum um, at vit
mugu stríðast meira fyri at fáa
málini nú í mun til byrjanina av
kappingini, og eru vit heldur ikki
nóg neyvir tá farligu støðurnar
koma, sigur Páll A. Klettskarð,
liðskipari hjá KÍ.
Bæði kunnu vinna FM
Men hóast KÍ í løtuni er í einari
ringari gongd tá hugsað verður
um úrslit, kunnu klaksvíkingar
onkursvegna allíkavæl vera nøgdir
við fyrsta triðingin av kappingini.
Felagið hevur fingið 19 stig í teimum
fyrstu níggju dystunum, og er
tað saman við fyrsta triðinginum
í fjør, tað hægsta stigatalið sum
KÍ yvirhøvur hevur fingið aftaná
níggju dystir síðani 1999, tá KÍ hevði
22 stig eftir níggju dystir.
Fyri tvífaldu føroya
meistararnar úr Víkingi, hevði
sigurin ímóti KÍ í Klaksvík ófatuliga
stóran týdning. Sigurin ger, at
Víkingur nú aftur liggur millum
fýra tey ovastu liðini í deildini,
og ikki hevur serliga langt upp
til fyrsta plássi. Og soleiðis sum
ka p p i n g i n
hevur verið tey
seinastu tvey árini, er tað
serliga í teimum báðum seinastu
triðingunum av kappingini at
felagsliðið úr Gøtu og Leirvík, fær
tey flestu stigini.
andre@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Miðvallarin hjá Víkingi, Heðin Hansen, sum sunnudagin
avgjørdi grannauppgerðina móti KÍ sigur, at álitið frá Víkinga
venjaranum, Maurice Ross, hevur givið honum betri
sjálvsálit og gjørt hann til ein betri fótbóltsspælara
STATUS QUO HJÁ BÁÐUM LIÐUM Í MUN TIL Í FJØR
Felags fyri bæði KÍ og Víking er, at tey í ár standa á
sama stigatali aftaná fyrsta triðingin sum tey gjørdu fyri
einum ári síðani. Tá hevði KÍ 19 stig og Víkingur 17 stig,
og tað gera tey aftur í ár. Tá endaðu liðini ávikavist sum
nummar 1 og 2, men ábendingar eru um, at tað helst
skulu fleiri stig til, at enda ovast hetta kappingarárið.
MEINHARDT FEKK HEILASKJÁLVTA
Tá Víkingur javnaði til 1-1 í Klaksvík
sunnudagin, mátti KÍ málverjin, Meinhardt
Joensen, lata seg útskifta. Meinhardt Joensen
fekk eitt slag í høvdið tá málið kom, og var í
ørviti løtuna aftaná. Sum skilst er alt, ið bendir
á, at KÍ málverjin fekk ein heilaskjálvta í støðuni.
ÁLIT GEVUR
MÆR SJÁLVSÁLIT