Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Teitur M. Gestsson, HB Tað stóð millum málverjan hjá HB og málverjan hjá Suðringum. Her fellur valið á málverjan hjá HB, sum millum annað bjargaði tveimum brotsspørkum í grannauppgerðini móti B36. Hann hevur verið stinnur tað mesta av kappingarárinum og er á liðnum. Deni Pavlovic, KÍ Stóð sera sterkur í myndini fyrstu umførini, tá Kí helst málið reint og vann sínar dystir. Hann er eitt sindur av einum kúlli í sínum spælistíli, men er hartil eisini góður. Hann hevur verið á liðnum hesa vikuna tríggjar ferðir. Adrian Justinussen, HB Er blomstraður í hesum kappingarárinum. Øll vita, at hann hevur eitt stórt talent og tað hava vit eisini sæð í løtum undanfarnu árini, men í ár hava avrikini verið støðug og góð. Hann er liðnum hesa vikuna fyri fjórði ferð í dag. Er eisini toppskjútti í deildini við sjey málum. Árni Frederiksberg, NSÍ Hevur verið fimm ferðir á liðnum hesa vikuna, og tað er tað mesta av øllum í kappingini higartil. Tað prógvar eisini, at upplegg og mál hava nógv at siga. Hóast NSÍ ikki hevur klárað seg so væl, so hava avrikini hjá vonginum verið góð. Semir Hadzibuliz, KÍ Kemur við upp á góðu byrjanina, men eisini upp á tey lítlu tingini, sum hann áhaldadi ger rætt á vøllinum. Sjáldan verða mótstøðumenninir revsaðir, tá teir upp í saman sparka miðvallaran niður. Hevur tó ikki spælt líka væl seinastu umførini. Heðin Hansen, Víkingur Hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og tykist bara blíva betri fyri hvørt umfar. Avgjørdi dystin í gjár, men hevur í fleiri førum verið sannførandi á miðvøllinum hjá Víkingi. Jóannes Bjartalíð, KÍ Hóast KÍ seinastu dystirnar hevur havt tað trupult, so er tað ein spælari, sum heldur fram við sínum góðu avrikum. Tað er Jóannes Bjartalíð, sum hevur verið tríggjar ferðir á liðnum hesa vikuna. Hann er avgerandi við bæði uppleggum og málum – hartil skapar hann nógvar vandastøður. Hevur skotið seks mál higartil. Odmar Færø, B36 Liðskiparin hjá B36 hevur aftur í ár staðið sterkur í myndini. Onkrar dystir sær hann nakað einsamallur út í verjuni hjá B36, men seinastu umførini hevur sæð heilt gott hjá bæði honum og B36. Serliga er hann óvanliga sterkur í tvídystunum. Meinhard E. Olsen, B36 Við seks málum og fleiri av teimum avgerandi, er hann eisini á liðnum. Hevur verið sannførandi í flestu av dystunum hjá B36, og tykist vera betri fyri enn flestu av hinum spælarunum. Hevur góðan bóltførleiki, men hevur eisini orku og ferð, sum ger hann til ein vandamiklan spælara. Adrian Cascaval, Víkingur Fekk sítt gjøgnumbrot, tá hann skoraði upp á tvey beinleiðis fríspørk móti B36. Er tann av verjuspælarunum, sum er ytst á liðnum, tí fleiri onnur góð boð eru. Hann fær tó munin, tí avrikini eru blivin meiri og meiri sannførandi við tíðini. Teit Jacobsen, HB Hesin kemur ikki á “Ársins lið”, tá kappingarárið er liðugt. Heldur ikki, tá vit seta liðið aftur í summarsteðginum. Skaðin ger, at hann ikki spælir aftur í ár, men við seks dystum og einum máli, so var hann helst besti maður á vøllinum í flestu av hasum dystunum. Hann er í serflokki við orku og ferð. Heimir Guðjónsson, HB Tað er torført at koma uttanum Heimir Guðjónsson, venjara hjá HB, tá liðið skal setast. Hann hevur flutt HB 12 stig fram í mun til sama tíðspunkt í fjør. Tá endaðu teir 13 stig aftanfyri nummar, so tað er ikki smávegis broyting, ið HB hevur verið fyri. Ársins lið higartil: HB SETIR SÍN DÁM Á LIÐIÐ Nú er ein triðingur spældur av landskappingini í Betri deildini hjá monnum. Eftir níggju umfør er tíðin komin til at seta ársins lið higartil. Liðið partvís útgangsstøðið í táttinum “Liðið hesa vikuna”, men eisini í heildarmyndini Tróndur Arge Eins og undanfarnu árini, so seta við á ÍtróttarSosialinum ársins lið higartil, tá ein triðingur er farin av landskappingini. Í ár hevur ÍtróttarSosialurin roynt seg við táttinum “Liðið hesa vikuna”. Tað er sjálvsagt ein góður mátistokkur fyri avrikini fyrstu níggju umførini. Tá tað er sagt, so er liðið hesa vikuna ikki einasti mátistokkurin, tí onkuntíð er gáttan høg, meðan hon til aðrar tíðir er lág, alt eftir hvussu avrikini hava verið júst tað umfarið. Sum sæst á liðnum, so er tað HB, um setir sín dám á liðið. Teir hava tríggjar spælarar og venjaran. Hetta er ein staðfesting av, at HB hevur gjørt tað avbera væl fyrsta triðingin og liggur nummar eitt. Í kjakinum um hvør skal á liðið, so hava fleiri boð verið nevnd. Teirra millum eru hesir: Milos Budakovic (Suðringar), Ari Olsen (2), Jóhan Troest Davidsen (3), Atli Gregersen (1), Tróndur Jensen (2), Jákup B. Andreasen (3), Símun Samuelsen (3), Klæmint A. Olsen (3) 3 3 3 4 4 4 3 3 3 3 5 2