mánadagur 7. mai 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Tí elska
vit fótbólt
Í eina tíð hava vit sæð nakrar av teimum størstu
dystunum í heiminum givið okkum undirhald.
Eg fór at hugsa um tað, tá FC Bareclona og Real
Madrid í gjár spældu 2-2 á Camp Nou. Jújú, tað
er altíð eina rúgva av roksi, tá hesi bæði møtast
og menn sum Luis Suarez og Sergio Ramos eru á
vøllinum.
Tað er ongin loyna, at eg haldi við Liverpool og
búði í býnum, tá Rafael Benitez var venjari hjá
felagnum. Hann útmerkaði seg við at spæla
taktiskt og vinna dystir – mangan tepurt. Størsta
venjara navnið í heiminum tey árini var helst José
Mourinho. Hann útmerkaði áleið á sama hátt, men
hevði tó væl fleiri kreftir at arbeiða við.
Síðani 2008, tá Pep Guardiola koma til sum venjari
hjá FC Barcelona, og Spania vann EM, tók “Tiki-
Taka” fótbólturin yvir. Sjálvt Swansea prógvaði,
at tú kundi berjast við tey stóru, so leingi tú kundi
spæla bóltin runt tína millum.
Nú er eitt nýtt slag av fótbólti. Jurgen Klopp,
venjari hjá Liverpool, kallaði tað fyri “Heavy
Metal” fótbóltur, men rætti orðið er “kaos-
fótbóltur”. Vit síggja sjálvt Real Madrid og Bayern
Munchen spæla slíkan fótbólt til eina hálvfinalu
í Champions League. Og tá eri eg ikki komin til
hálvfinalurnar millum Liverpool og AS Roma.
Eg veit ikki um vit koma at síggja líknandi fótbólt
í Føroyum. Í løtuni er B36 undangongufelag við
ungum spælarum, sum leggja eitt høgt trýst. Vit
síggja framvegis botn fimm spæla hondbremsuni
uppi, men tað er eisini til at skilja. Tó, at ein dystur
sum EB/Streymur móti Skála endar málleysur.
Hinvegin, so síggja vit eisini NSÍ blíva revsað fyri
at spæla upp á kontra, hóast runavíkingar helst
henna seg óhepnar, tí teir hava havt møguleikar at
vinna flestu av dystunum. Spurningurin er so hví
teir ikki gera tað?
Ein klókur maður segði eina ferð, at tað nyttar
ikki at framleiða spælarar til dagsins spæl. Tú
mást framleiða spælarar til fótboltin um tíggju
til fimtan ár. Vit skulu tí framleiða fleiri spælarar
sum Meinhard E. Olsen, Hall Hansson og Teit
Jacobsen. Tá hugsi eg fyrst og fremst um týpuna,
teir hava ferð, orku, bóltførleika og eru proatktivir
í pressspælarinum.
Faktist kundi eg nevnd enn fleiri. Eg haldi vit hava
fatur á rætta endanum, men kanska enn fleiri
feløg skuldi koyrt hondbremsuna niður og meldað
seg í “kaos-fótbóltin”. Framrættaður fótbóltur við
nógvari ferð.
Men tað er so nemt at sita við eina teldu, og
forlanga!
trondur@sosialurin.fo
Karsten Hansen (Skála)
Hevur ein góða bjarging og spældi annars
væl, tá Skála vann 2-1 á 07 Vestur. Hevur
eisini eina styrki við beinspælinum, har
hann er góður at flyta bóltin runt.
Odmar Færø (B36)
Stóð aftur sterkur í myndini, tá B36
vann 2-0 á NSÍ. Hann hevur ein
ótrúliga stryki at vinna sínar tvídystir.
Tað krevur nógv av honum, at spæla
í verjuni á einum so framrættaðum
liðið, men hann loysir uppgávuna væl.
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Hóast KÍ tapti í gjár, so spældi
Jóannes Bjartalíð væl. Hann skoraði
málið og átti antin seinasta ella
næstseinasta fótin á, tá KÍ hótti.
Hann hevur evnini at gera sínar
viðspælarar betri, tá KÍ er í álopi.
Adrian Justinussen
(HB)
Skoraði tvey framúr fríspørk
móti AB í 5-0 sigrinum í
Gundadali. Er alvorliga í holt við
sítt gjøgnumbrot í ár. Spældi
eisini væl í sjálvum dystinum,
har bóltførleikin mangan kemur
HB til góðar. Er nú toppskjútti í
deildini.
Hans Jørgen
Djurhuus (Víkingur)
Hevði til uppgávu at bróta
niður spælið hjá KÍ. Nakrar
ferðir endaði tað eisini við
frísparki, men samanlagt var
talan um eitt gott avrik frá
verjukenda miðvallaranum,
sum megnaði at halda KÍ
miðvøllinum í tjekk.
Heðin Hansen
(Víkingur)
Heldur fram við at menna
seg hetta kappingarárið, eftir
miseydnaða skiftið til HB.
Hevur í fleiri dystum verið
eyðsýndur. Soleiðis var eisini
í gjár, har hann eisini skoraði
avgerandi málið.
Salmundur Bech
(Suðringar)
Miðvallarin skoraði eitt framúr
vakurt mál, tá hann meddaði
til úr 25 metrum móti EB/
Streymi. Avrikini hava bæði
í ár og í fjør verið góð. Kann
í framtíðini blíva munurin
millum niðurflyting og ikki.
Atli Gregersen (Víkingur)
Hevur ikki heilt verið at kent aftur, sum
høgri av teimum í miðverjuni, men er
nógv á bóltinum. Tað var hann eisini í
Klaksvík, har hann eisini kvittaði við at
leggja upp til avgerandi málið, tá hann
púra kaldur spældi liðfelagan leysan.
Kaimar Saag (B36)
Tað hevur tikið sína tíð hjá nýggja
framherjanum hjá B36 at vísa, hvør dugur er
í honum. Tað sóu vit í gjár, tá hann skoraði
til 2-0 móti NSÍ. Hann er sterkur í lítlu
økjunum, men nú vísti hann eisini, at hann
kann koma til stóru málmøguleikarnar.
Adrian Cascaval (Víkingur)
Er eitt sindur ringur at avlesa, men tykist
sum Víkingur hevur rakt væl við honum.
Stóð eisini sterkur í myndini í Klaksvik í gjár,
sjálvt um KÍ fekk eitt mál. Hevði møguleikan
við beinleiðis frísparki, men rakti illa. Loysti
annars uppgávurnar í verjuni væl.
Meinhard E. Olsen (B36)
Hevur staðið sterkur í myndini, síðani hann
kom til B36 á sumri í fjør. Aftur í gjár var
hann ágangandi og legði upp til mál. Hann
gevur B36 nógv, so tað er einki at siga til,
at felagið ger alt fyri at fáa hann at halda
fram restina av árinum.
Jákup á Borg (B36)
Tað stendur millum venjaran hjá B36 og
Maurice Ross úr Víkingi. Tað verður aftur Jákup
á Borg, sum verður venjarin hesa vikuna. B36
vinnur sannførandi 2-0 á NSÍ í Runavík, og B36
hevur nú vunnið fimm dystir upp í slag. Hartil
hevur hann nógvar ungar spælarar á liðnum.
Liðið hesa vikuna:
VÍKINGUR OG B36 EIGA
FLESTU SPÆLARARNAR
Fýra spælarar úr Víkingi og triggir spælarar úr B36 eru úttiknir til “Liðið
hesa vikuna”. Hartil hava Skála, HB og Suðringar fingið ein í part
Tað eru serliga Víkingur og
B36, sum seta sín dám á liðið
hesa vikuna hjá Ítróttar
Sosialinum. Kanska er tað
eisini merkt av, at dystirnir
hjá teimum báðum liðunum
eru dystirnir hesa vikuna,
sum ÍtróttarSosialurin hevur
verið til.
Víkingur vann 2-1 í Klaks
vík móti KÍ, meðan B36 vann
2-0 á NSÍ við Løkin. Tað eru
tveir stórir sigrar fyri tey
bæði feløgini. Fyri Víking
koma ikki færri enn fýra
spælarar á liðið, og tá eru
enn fleiri boð. Atli Gregersen
og Adrian Cascaval spældu
báðir væl í miðverjuni. Atli
Gregersen átti eisini stóran
lut í avgerandi málinum, sum
Heðin Hansen skoraði. Á
miðvøllinum vóru sami Heð
in Hansen og Hans Jørgen
Djurhuus eyðsýndir. Hans
Jørgen Djurhuus legði nógv
fyri í dystinum og steðgaði
fleiri álopum hjá KÍ.
Í Runavík var Odmar
Færø enn eina ferð í serflokki
í verjuni hjá B36. Hann er
eftirhondini fastur maður
á liðnum hesa vikuna. B36
hevur
eisini
málskjúttan
Kaiar Saag við á liðnum og
Meinhard E. Olsen. Hann
legði upp til 2-0 málið og
spældi sum heild avbera væl.
Skála vann 2-1 á 07 Vestur.
Karstin Hansen spældi væl í
málinum hjá Skála og er á
liðnum hesa vikuna, saman
við suðringinum, Salmundi
Bech. Hann skoraði eitt
framúr vakurt mál í 3-2
sigrinum á EB/Streymi. Við
tveimum framúr fríspørkum
og einum sannførandi av
rikið í Gundadali, er Adrian
Justinussen aftur á liðnum
hesaferð.
trondur@sosialurin.fo