leygardagur 22. juli 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 139 - 22. juli 2000
gult cyan magenta svart
DIA MIDJORD
Teir trettan býráðslimirnir
í Hava hava allir fingið
teldupost frá hollending-
inum Cor van de Water. Í
teldupostinum heitir hes-
in hollendingur á føroy-
ingar, um at steðga við
grindadrápi.
Eg kann ikki góðtaka,
DIA MIDJORD
Øll greinin í hollendska
vikublaðnum Nieuwe Revu
er skrivað við einum sera
ironiskum
penni.
Hollendski journalisturin, ið
var við umborð á Ocean
Warrior, førir fram sjónar-
mið hjá báðum pørtum.
Nieuwe Revu, ið er eitt av
størstu vikubløðunum í
Hollandi og Belgien, hevði
grindagreinina í mikudags-
blaðnum.
Journalisturin skrivar eitt
nú, um einsemið umborð,
tí bert ein hvalur er sæddur
eina heila viku. Kortini
rennur pressutalsmaðurin
hjá Sea Shepherd, Frank
Trinkle, runt sum eitt ørt og
fráboðar bæði eitt og annað:
Tyrlur eru yvir skipinum,
loyndarfullir, skjóttgang-
andi bátar nærkast. Vit
verða nú jagstraðir av
einum kavbáti osfr.
Selja grind til ES
Paul Watson verður endur-
givin í greinini fyri at siga,
at einans gomul fólk uttan
fyri Havnina eta grind og
spik. Hetta vísir journalist-
urin aftur, tí hann hevur
spurt tjúgu ungfólk á gøtuni
og flestu teirra eta grind.
Síðan førir Watson fram,
at so nógv verður dripið, at
tað er ógjørligt hjá 45.000
fólkum at eta hesar nøgdir.
Journalisturin svarar, at
sambært grindahagtølunum
etur hvør føroyingur á leið
20 kilo av tvøsti um árið.
– Watson skammast slett-
is ikki, tá hann svarar aftur,
Ólóglig grindasøla til ES
Fleiri hundrað grindahvalir verða
dripnir og seldir ólógliga til ES-lond.
Hetta er bara ikki við í almennu
grindahagtølunum, sigur Paul
Watson til hollendskt vikublað
at 100 tals hvalir verða
dripnir og hildnir uttan fyri
hagtølini. Hesar nøgdir
verða seldar ólógliga til ES-
marknaðin.
Grindauppskrivt
Journalisturin hjá Nieuwe
Revu ger nærum grin burtur
úr øllum hóvastákinum um-
borð við komikarum, sjón-
leikarum og pressufólki.
Í landi hevur journalist-
urin gjørt samrøður við eitt
nú Olaf Nielsen og Óla Ja-
cobsen. Og onkur føroying-
ur hevur bjóða honum ein
grindabita. Greinin endar
við uppskrivtini „hvalur á
borði“, og journalisturin
hevur eisini fingið eina
grindalykkju við sær aftur
til Hollands.
Hesin maðurin nýtir ikki Fair-play. Hann brúkar bein-
leiðis lygnir fyri at fáa fleiri í sín part
Sum tað sæst á
myndini, so er tann
eini hvalurin farin
eystur um Føroyar.
Spurningurn er, um
Mads Petur finnur
aftur til Jónhild og
Katrinu, ið eru sam-
an við restini av
bólkinum. Ísak
hevur framvegis ikki
ringt og sagt, hvar
hann er staddur. Tað
var tíðliga á leyg-
armorgni fyri viku
síðan, at sendarar
vórðu festir á fýra
hvalir í Sandavági.
Mads Petur farin til stroks
Grindapostur
til politikarar
Limirnir í býráðnum í Havn hava
fingið teldupost úr Hollandi
at dýr slaktast til stutt-
leika. Um tit gevast og
finna ein annan hátt at há-
tíðarhalda uppá, so verða
tit aftur vird, skrivar
hollendingurin.
Onkur av býráðslimun-
um hevur svarað teldu-
postinum og víst til
grindaheimasíðuna hjá
landsstýrinum.
Politistabókin liðug
Fyrst í komandi viku kemur bókin um føroysku løg-
regluna í handlarnar. Politiið fyrr og nú er heitið á
bókini, sum fyrrverandi politisturin Hjartvard Skála-
garð hevur skrivað. Hann hevur seinastu tíggju árini
arbeitt við bókini, sum altso nú kemur í bókhandlarnar.
Hedvig í Smiðjuni
Hetta vikuskiftið eru nakrir og tjúgu oljumálningar og
tekningar at síggja í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Hedvig
Johansdóttir Høgnesen, ið stillar út. Seinasta hálva
árið hevur pápabeiggin Kári Svensson lagt lag á hjá
henni. Framsýningin endar í morgin.
Elin fer í Smiðjuna
Frá 9. til 14. august hevur Elin Josefina Smith lista-
framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. 43 oljumálningar og
tekningar eru at síggja, harímillum eisini nakrar
erotiskar myndir. Áður hevur Elin havt framsýningar
bæði í Danmark og í Føroyum. Men hetta er fyrsta
ferðin, at hon hevur sína egnu framsýning í Føroyum.
Skulu bara frá landi
Seinnapartin í gjár lá Ocean Warrior framvegis í
Lerwick í Hetlandi. Skipaeftirlitið hevur verið umborð,
og Paul Watson hevur fingið frítt at fara. Seinastu
boðini, havnaskrivstovan í Lerwick hevur fingið, er at
Ocean Warrior fer frá bryggju. Einki verður upplýst
um, hvaðar leiðin gongur. Men mest sannlíkt verður
kósin sett í føroyskan sjógv.