Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 139 - 22. juli 2000 gult cyan magenta svart RÚNAR REISTRUP Einki av teimum níggju virkjunum innan matstovu- og gistingarhúsvinnuna, sum Havnar Arbeiðs- kvinnufelag og Føroya Ar- beiðarafelag nevndu í yvir- lýsing síni týsdagin, hevur nakra sum helst skyldu at fylgja sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Yvirlýsingin hjá teimum tveimum arbeiðarafeløgun- um legði hart eftir teimum níggju virkjunum fyri ikki at vilja fylgja sáttmálanum, Ikki bundin at sáttmálanum Einans Hotel Vágar er bundið at sáttmálanum millum Føroya Abeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí bara Hotel Vágar er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið undirskrivaði sáttmálan. Sáttmálin fyri arbeiði á matstovum, gistingarhúsum og hotellum er ikki galdandi fyri restina av vinnuni men sum er, hava tey onga skyldu at løna starvsfólki sambært sáttmálanum ella veita teimum tær treytir, ið sáttmálin ásetir. Virkini eru nevniliga ikki limir í Arbeiðsgevarafelag- num, og starvsfólk teirra eru fyri størsta partin ikki limir í Arbeiðarafelagnum, og tí eru tey ikki umfatað av sátt- málanum fyri arbeiði á mat- stovum, gistingarhúsum og hotellum. Hetta staðfestir Jan Mort- ensen, stjóri á Føroya Ar- beiðsgevarafelag. Hann sigur, at einasta virki innan hesa vinnu, ið er limur í Arbeiðsgevara- felagnum er Hotel Vágar, og tískil er bara Hotel Vágar bundið at sáttmálanum. Gistingarhúsfelagið undir samráðingar Í gjár boðaði Gistingarhús- felagið frá, at tað fer at taka samráðingar upp við Føroya Arbeiðsgevarafelag beint eftir summarfrítíðina. Hetta verður eftir øllum at døma gjørt, tí Føroya Arbeiðara- felag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag hava megnað at lagt trýst á limirnar í Gist- ingarhúsfelagnum um at fáa skipaði starvsfólkaviður- skifti í lag innan vinnuøkið matstovur, gistingarhús og hotel. Jan Mortensen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag váttar, at Gistingarhúsfelag- ið hevur biðið um fund við Arbeiðsgevarafelagið, og sigur, at hesin fundur helst verður um miðjan august, tá fólk eru komin aftur úr feriu. Á fundinum fer Gisting- arhúsfelagið at gera vart við, hvørjar partar av sátt- málanum fyri arbeiði á gistingarhúsum og matstov- um, felagið ikki tekur undir við. Hvat síðan hendir, kunnu hvørki Jan Mortensen, ella formaðurin í Gistingarhús- felagnum, Jeffri Johanne- sen, siga nakað um, tí tað veldst alt um, hvat Gisting- arhúsfelagið velur at gera. Tað er tó hugsandi, at lim- irnir í Gistingarhúsfelag- num fara at gerast partur av Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum so kann taka samráð- ingar upp við Føroya Ar- beiðarafelag um eina end- urskoðan av sáttmálanum. RÚNAR REISTRUP Stríðið um lønir og arbeiðs- umstøður hjá starvsfólki innan gistingarhús og mat- stovur heldur fram. Síðan ellivu starvsfólk vórðu upp- søgd á Cafe Natúr týsmorg- unin, hava tíðindaskriv frá pørtunum streymað út til fjølmiðlarnar. Enn er einki ítøkiligt hent, annað enn tað, at ellivu fólk hava mist arbeiði sítt á Cafe Natúr. Hesi starvsfólkini siga seg ikki ætla sær at leggja forðingar fyri ar- beiðið hjá fyrrverandi ar- beiðsgevara sínum, men Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag hótta við at seta tiltøk í verk ímóti matstovum og gist- ingarhúsum, ið ikki vilja fylgja sáttmálanum, sum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag undirskrivaðu í fjør. Sambært Havnar Ar- beiðskvinnufelag, fer her- ferðin fyri betri arbeiðsvið- urskiftum á landins hotell- um, gistingarhúsum og mat- stovum ikki at steðga, fyrr enn hesi ganga undir treyt- irnar í verandi sáttmála. Hinvegin sigur Gistingar- húsfelagið, at tess limir ong- antíð fara at ganga undir treytirnar í verandi sáttmála, sum teir als ikki vilja kenn- ast við. Byrjaði týsdagin Seinnapartin týsdagin settu Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag hol á stríðið við einari yvir- lýsing, har níggju matstovur og hotel, átta í Havn og eitt í Runavík, beinleiðis vórðu løgd undir ikki at vilja virða vanliga rættin hjá starvs- fólki at arbeiða eftir skipað- um arbeiðs- og lønarviður- skiftum. Grundgevingin var, at hesi hotel og hesar matstovur, ikki vildu fylgja galdandi sáttmála. 7-mannabólkurin, ið um- boðar 32 av landsins fak- feløgum, boðaði so hós- morgunin frá í eini yvirlýs- ing, at hann stuðlar Havnar Arbeiðskvinnufelag og Før- oya Arbeiðarafelag í krøv- um teirra til gistingarhús og matstovur um at fylgja galdandi sáttmála. Seinni hósdagin sendi Gistingarhúsfelagið eina yvirlýsing út, har víst verður aftur, at sáttmálin fyri ar- beiði á gistingarhúsum og matstovum ar galdandi fyri limirnar í felagnum. Í yvir- lýsingini frá Gistingarhús- felagnum verður sagt, at gistingarhúsini og matstov- urnar ikki eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og tí- skil heldur ikki hava verið við í sáttmálasamráðingun- um millum Føroya Arbeið- arafelag og Føroya Arbeiðs- gevarafelag. Út frá hesum verður staðfest, at mat- stovu- og hotelfyritøkurnar ikki hava skyldu at virka sambært sáttmálanum. Frontarnir eru uppteknaðir Bakgrund: Málið um arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá starvsfólki í hotel- og mat- stovuvinnuni, fekk eina harða byrjan og hevur tikið eina løgna vend. Nú snýr málið seg ikki longur bert um umstøðurnar hjá starvsfólkunum, men eins nógv um verandi sáttmáli er tað, sum hann gevur seg út fyri at vera. Frontarnir uppteknaðir Hvørgin av pørtunum legg- ur lok á, at teir ígjøgnum brátt farnu vikuna hava lagt seg eftir at tekna frontarnar upp við feitari skrift. Ar- beiðarafeløgini hava hótt við tiltøkum ímóti teimum matstovum og gistingar- húsum, ið ikki arbeiða eftir sáttmálanum. Á hinari síðuni hava gistingarhúsini og matstovurnar sagt seg ikki kunna geva fólki ta kravdu lønina, uttan at koma í svára fíggjarliga kreppu. Millumloysnin er longu farin at hómast og líkist í løtuni einum sáttmála í broyttum líki. Gistingarhús- felagið hevur sagt seg fara at taka samráðingar upp við Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir summarfrítíðina, og í Sosialinum í gjár ásannaði formaðurin í Gistingarhús- felagnum, at ein sátmáli, ið kann virka fyri skipaðum starvsfólkaviðurskiftum, hevði verið tað besta fyri báðar partar í hesi heldur starvsfólkafløkjasligu vinnu. Hvar er Cafe Natúr Men hvar liggur Cafe Natúr málið í øllum hesum. Hóast tað kundi sæð so- leiðis út, so vóru tað ikki hópuppsagnirnar á Cafe Natúr týsmorgunin, ið fingu Arbeiðarafeløgini hava hótt við tiltøkum ímóti teimum matstovum og gistingarhúsum, ið ikki arbeiða eftir sáttmálanum. Á hinari síðuni hava gistingarhúsini og mat- stovurnar sagt seg ikki kunna geva fólki ta kravdu lønina, uttan at koma í svára fíggjarliga kreppu Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag at taka svørðini niður av vegg- inum og leggja eftir mat- stovu- og gistingarhús- vinnuni. Hendan herferðin hevur sambært Havnar Arbeiðs- kvinnufelag verið í umbúna leingi, og skuldi ætlandi byrja síðst í hesari vikuni. Men Cafe Natúr málið var eitt ítøkiligt og sjónligt dømi um hvussu illa stendur til við arbeiðs- og lønarvið- urskiftunum í hesi vinnuni, og tí nýttu fakfeløgini høvið til at bróta ígjøgnum fyrstu girðingina og hótta mat- stovurnar og gistingarhúsini við tiltøkum. Tað er vorðin ein fastur táttur, at Sosialurin gevur út eitt serblað eina lítla viku undan ólavsøkuni. Í vár og í summar hevur blaðhúsið eisini gjørt fleiri smærri stevnubløð, ið hava ligið í vanliga So- sialinum, men eins og ólavsøkan er nakað væl meira umfatandi enn hinar stevnurnar á æarinum, er Ólavsøkublaðið so um- fatandi í vavi, at tað kemur út sum eitt blað fyri seg. Greinarnar í Ólavsøku- blaðnum eru nakað øðrvísi enn tær, ið vanliga eru at síggja í Sosialinum. Allar hava á ein hátt tilknýti til ólavsøkuna, men tær spenna kortini vítt frá por- trettum til hugleiðingar og so til meira dagsaktu- ellar greinar. Tað eru blaðfólkini, ið vanliga skriva Sosialin, sum hava høvundað grein- arnar í Ólavsøkublaðnum. Góða ólavsøku og góð- an lestrarhug. Ólavsøkublaðið útkomið Í gjárkvøldið og í morgun varð Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum borið út í hvørt hús í landinum. Minni enn eitt sam- døgur eftir, at stjór- in á Cafe Natúr bað ellivu av starvsfólk- um sínum um ikki at koma aftur til arbeiðis, segði dagligi leiðarin á cafeeini sítt starv upp RÚNAR REISTRUP Dagligu leiðararnir, ið eru komnir og farnir av Cafe Natúr, eru eftir hondini nógvir í tali. Tann seinasta í røðini er Florentze Skipagøta, sum týskvøldið segði starv sítt sum dagligur leiðari á Cafe Natúr upp, bert nakrar tímar eftir at stjórin hevði sagt ellivu av starvsfólkunum á Leiðarin á Cafe Natúr sagt upp cafeeini upp týsmorgun- in. Sosialurin skilir, at orsøkin til at dagligi leiðarin segði starv sítt upp, var ónøgd við ar- beiðsviðurskiftini. Tað eru bert hálvur fjórði mánaður síðan Flo- rentze Skipagøta varð sett at taka sær av dagliga rakstrinum á Cafe Natúr.