týsdagur 8. mai 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ása Olsen, aðalskrivari í MEGD, sigur, at meginfelagið bert hevur fingið positivar afturmeldingar at bera Smyril
Line í samband við fylgjarakortskipanina. - Ja, vit mugu staðfesta, at afturmeldingarnar eru framúr góðar, sigur
aðalskrivarin
Vilmund Jacobsen
Mánadagin varð nýggj avtala um
fylgjaraskipan undirskrivað mill
um MEGD og Smyril Line. Undir
skrivingin fór fram á brúnni um
borð á Norrønu, og tað vóru tvey
umboð fyri hvørjar av pørtunum,
sum skrivaðu undir avtaluna.
Umboðini fyri MEGD vóru for
kvinnan, Tóra við Keldu og aðal
skrivarin, Ása Olsen. Vegna Smyril
Line undirskrivaðu Sveinur í Heið
unum, tænastu-og góðskuleiðari og
Martin Dam Joensen, sølumaður
hjá Smyril Line í Føroyum.
Skiparin á Norrønu, Petur av
Vollanum, var eisini hjástaddur, tá
avtalan varð undirskrivað.
Fylgjaraskipanin hevur nú verið
virkin í trý ár og nógv fólk, ið bera
brek, hava havt stóran ágóða av
skipanini.
Ása
Olsen,
aðalskrivari
hjá
MEGD, sigur, at avtalan við Smyril
Line hevur við sær, at fólk, ið bera
brek og hava fylgjarakort, fáa ein
persón við sær at ferðast uttan
kostnað.
Í nýggju avtaluni, sum partarnir
nú hava undirskrivað, stendur, at
øll, sum eru limir í MEGD ella í ein
um av undirfeløgunum hjá MEGD,
eru fevnd av avtaluni, sum er gald
andi frá 1. mai 2018 at rokna.
Góðar afturmeldingar
Ása Olsen sigur, at afturmeldingar
nar frá limafeløgunum í MEGD eru
ógvuliga góðar, og hon vísir eitt nú
á, hvat felagið Javni sigur.
- Javni hevur nevniliga skipað
fyri tí tey rópa “Javnacruise” annað
hvørt ár síðan 2007. Á seinasta túri
vóru tey 75 fólk í ferðalagnum, har
av 28 vóru hjálparar.
Aðalskrivarin vísir á, at Smyril
Line gjørdist partur av skipanini í
januar 2015, og á tveimum teimum
seinastu cruise-ferðunum hava
hjálparar tí ferðast við Norrønu
uttan eykakostnað.
- Javni hevur víst á, at skipanin
javnstillar øll ferðandi, og tað gleð
ast Javni og feløgini í MEGD um.
Ása Olsen sigur, at tey hava bert
fingið positivar afturmeldingar
at bera Smyril Line í samband við
fylgjarakortskipanina.
- Ja, vit mugu staðfesta, at aft
urmeldingarnar um skipanina eru
framúr góðar, sigur aðalskrivarin.
Leiðreglur fyri kortið
MEGD hevur greiðar leiðreglur fyri
fylgjarakort til fólk, ið bera brek og
soleiðis eru fevnd av avtaluni um
fylgjaraskipan.
Fylgjarakortið hevur til enda
máls at tryggja, at fólk, ið bera brek
og sum tískil hava tørv á fylgjara, tá
tey ferðast ella luttaka í ymiskum
tiltøkum, hava rætt til at taka
fylgjaran við sær - uttan, at goldin
verður ferðaseðil ella atgongu
merki fyri fylgjaran.
Ása Olsen vísir á, at fylgjarakort
verður útflýggja fólki, ið bera brek
og sum orsaka av sínum breki hava
tørv á fylgjara.
- Tørvurin á fylgjara kann
snúgva seg um bæði likamligt og
sálarligt brek og er ikki treytaður
av aldursmarki, og tað er MEGD,
sum hevur um hendi alla umsiting
av fylgjarakortinum.
Aðalskrivarin leggur aftrat, at
fylgjarakortið er galdandi í trý
ár, og tá henda tíðin er farin, skal
kortið endurnýggjast við at senda
inn nýggja umsókn saman við hald
góðum skjalprógvi.
- Tann, sum hevur fylgjarakort,
hevur skyldu til at boða MEGD
frá, um broytingar eru í viður
skiftunum, sum hava týdning fyri
fyritreytirnar, ið vóru galdandi, tá
kortið varð útflýggjað, sigur Ása Ol
sen, sum saman við Tóru við Keldu,
forkvinnu í MEGD, fegnast um
nýggju avtaluna við Smyril Line.
FYLGJARASKIPAN
JAVNSTILLAR ØLL
FERÐANDI VIÐ
NORRØNU
Myndin er tikin umborð á Norrønu á einari “Javnacruise” í 2015. Fylgjaraskipanin
javnstillar øll ferðandi, og tað gleðast bæði Javni og feløgini í MEGD annars um
Her skriva forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu og aðalskrivarin í meginfelagnum,
Ása Olsen, undir nýggju fylgjaraavtaluna millum MEGD og Smyril Line