týsdagur 8. mai 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Talið av fólki, sum hava
hoyfepur, hevur verið nógv
veksandi tey seinastu árini.
Hetta er serliga galdandi fyri
børn og ung.
Hoyfepur kann viðføra
eina verri lívsgóðsku og økta
sjúkrafráveru og er ofta sam
bundin við astma og mat
vøruovurviðkvæmi.
Tað eru ikki øll, ið hava
hoyfepur, sum vita tað. Við
hvørt verða sjúkueyðkennini
av ávikavist hoyfepuri og
krími blandað saman.
Sjúkueyðkennini av hoy
fepuri kunnu eisini vera
ymisk frá persóni til persón,
og tað kann eisini vera
ymiskt, hvussu nógv hoy
fepur órógvar tann einstaka
- og í hvussu langa tíð eyð
kennini plága.
Hjá nógvum hevur hoy
fepur eina keðiliga ávirkan á
tað sosiala, skúla og arbeiðs
lív.
Men,
sleppast
kann
undan hesum.
Tey flestu, ið hava hoy
fepur, hava nevniliga møgu
leikan at liva eitt vanligt lív
uttan stórar trupulleikar.
Hetta letur seg gera við
røttu viðgerðini og vitanini.
Hoyfepur ella krím
Hoyfepur, sum eisini verð
ur nevndur “allergisk rhini
tis”, er tá tú ert ovurvið
kvæm/-ur fyri eitt nú pollen
(blómusáði)
og
kann
tí
verða treytaður av árstíðini.
Tað eru nógv ymisk sløg
av pollen, men í Føroyum er
tað gras-pollen, sum serliga
er orsøk til hoyfepur hjá
fólki.
Hoyfepur
kann
eisini
standast
av
innandura
andelvi sum eitt nú djóra
hárum,
dustmottum
ella
blámusoppi og kann tí geva
sjúkueyðkenni alt árið.
Tað kann tí vera torført
at kenna mun á, nær talan er
um hoyfepur ella krím.
Sjúkueyðkenni av hoy
fepuri eru –
• Eyguni gerast reyð, og tú
fært skriða. Tað rennur
úr eygunum, sum eru
viðkvæmari fyri ljósi, og
eygnalok og slímhinna í
eygunum hovna.
• Nøsin verður tipt,
og tú kanst fáa klárt
nasaútflot. Tað skríðir í
nøsini, og tú nýsir ofta.
Er talan um krím og ikki
hoyfepur, verður nasaút
flotið tjúkt, óklárt og gult,
og onkurtíð fylgir fepur við
kríminum. Tú nýsir bert
av og á, og eyðkennini vara
sjáldan meira enn eina viku.
Hvørji eru ráðini?
Heimasíðan
www.apotek.
fo hevur nøkur góð ráð um,
hvat tú kanst gera - alt eftir,
hvørjum tú er ovurviðkvom
ella ovurviðkvæmur fyri:
• Finn røttu heilivágsvið
gerðina júst til tín
• Lat onkran annan sláa
grasvøllin
• Sov ikki við opnum
vindeyga
• Lat vindeygu aftur, tá
nógv grassáð er í luftini
• Brúka sólbrillur, tá tú er
úti
• Vaska ella skola hárið,
áðrenn tú fert í song fyri
at fáa pollen úr hárinum
• Hav vindeygu aftur, tá tú
koyrir í bili
• Ikki heingja vaskiklæði
út á snór, tá nógv
grassáð er í luftini
• Innrætta bústaðin væl
og brúka ikki teppir ella
annað, ið elvir til dust
• Dustsúgv ofta og ger
javnan reint
• Eingi pelsdjór
• Skola eyguni og
nøsina við isotoniskum
saltvatni, um tú hevur
verið, har pollen er
Roykur ger verri
Lagt verður aftrat, at sjúku
eyðkennini kunnu gerast
verri, um tú eitt nú er, har
tubbaksroykur er, os frá
stearinljósi, parfuma ella
roykur frá báli. Tí er skilagott
ikki at útseta seg fyri slíkum.
Á apotekunum í Føroyum
eru útbúgvin starvsfólk til
reiðar at kunna og hjálpa
tær, um tú skuldi havt fyri
spurningar um hoyfepur og
viðgerð.
Hyggja vit eftir, hvat
danska apoteksverkið sigur,
verður víst á, at talið av fólki,
sum seinastu 20 árini eru
rakt av hoyfepuri, er vorðið
tvey ella trífaldað.
Mett verður, at millum
10 og 25 prosent av dønum
í tíðarskeiðum eru raktir av
hoyfepuri.
Tað er eitt sindur meira
vanligt, at menn verða raktir
enn kvinnur, og tað er ofta
í familjum, at hoyfepur ger
um seg. Líða bæði foreldrini
av hoyfepuri, er kjansurin
fyri, at børnini eisini fáa for
treð av hesum eini 50 pro
sent - og 20-30 prosent, um
annað av foreldrunum líða
av hoyfepuri.
Hevur tú astma, er kjans
urin fyri, at tú í tíðarskeiðum
fært hoyfepur, eini 60-80
prosent.
Øll kunnu fáa hoyfepur,
men tað eru serliga yngru
fólk, sum líða av hesum, og
gjarna gongur fepurin burt
ur, tá fólk eldast.
Kelda: www.apotek.fo/ www.apotek.dk
- EG HAVI HOYFEPUR
Hjá nógvum hevur hoyfepur eina keðiliga ávirkan á tað sosiala, skúla og arbeiðslív. Men, sleppast
kann undan hesum, tí flestu, ið hava hoyfepur, kunnu liva eitt vanligt lív uttan stórar trupulleikar
ATJÚÚ...!
Talið av fólki, sum seinastu 20 árini vera rakt av hoyfepuri, er vorðið tvey ella trífaldað
Tú fært hoyfepur, tá tú ert ovurviðkvæm/-
ur fyri eitt nú pollen - blómusáði - og tí kann
hoyfepur verða treytaður av árstíðini