týsdagur 8. mai 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52
Fríggjadagin 18. mai skipar Bygma Balslev fyri
hand verkara messu síni, sum verður hildin annaðhvørt
ár. Eins og undanfarin ár verða stór tjøld sett upp
norðanfyri bygningarnar í Hoyvík.
Ikki færri enn 37 veitarar eru umboðaðir í ár, og
er tað tað mesta higartil. Merkini umboða tað besta
av tí, sum Bygma Balslev hevur at bjóða fakfólki í
byggivinnuni. Talan er um tilfar, amboð, maskinur og
klæðir, gólv, vindeygu og annað. Hesir 37 veitararnir
umboða yvir 200 vørumerki.
Tá messa var fyri tveimum árum síðani, vitjaðu
meira enn 1000 fólk. Eins og tá, bjóða vit í ár bæði mat
og drekka, sum Bovlinghøllin stendur fyri at borðreiða.
Eisini skipa nakrir leverandørar fyri kappingum á básum
sínum.
Nógv spildurnýggj amboð og nýtt tilfar verður
at síggja á teimum 720 fermetrunum í tjøldunum. Hetta
er ein gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesi
tól í hondini, eins og tað eisini er ein fínur kjansur at hitta
starvsfelagar úr øllum landinum.
Vit síggjast
Handverkaramessan
18. mai 2018
Handverkaramessan í ár verður sett av borgar
stjóranum í Havn fríggjadagin 18. mai klokkan 14
í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma
Balslev í Hoyvík. Messan er opin til klokkan 20.
www.balslev.fo