týsdagur 8. mai 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BÚSKAPARGRUNNUR
SKAL TRYGGJA
JAVNARI BÚSKAP
Áðrenn tingið fór
heim, vóru broytingar
gjørdar í lógini um
búskapargrunn
Árni Gregersen
Búskaprgrunnurin skal nú tryggja,
at føroyski búskapurin verður
meira støðugur og at vit sleppa
undan stóru sveiggjunum.
Áðrenn tingið fór heim samtykti
tað fleiri broytingar í lógini um
búskapargrunnin, sum ger grunnin
til eitt betri amboð at brúka at
stýra búskapinum við.
Í endamálsgreinini stendur nú:
§ 1. Búskapargrunnur
Føroya skal stuðla undir
langtíðarhaldføri í einum
sjálvberandi føroyskum
búskapi við at virka fyri:
a) búskaparligum sjálvbjargni,
b) búskaparligum støðufesti/
konjunkturjavning og
c) samhaldsfesti millum
ættarlið
Tað mest eyðsýnda í nýggju orð
ingini er, at grunnurin skal virka
fyri samhaldsfesti millum ættar
liðini. Við øðrum orðum skal grunn
urin eisini vera eitt av amboðunum,
sum skal tryggja langtíðarhaldbari
í føroyska búskapinum.
Inntøkurnar
Tað ber sjálvandi ikki til at seta
ein grunn á stovn, uttan so at
inntøkurnar verða eyðmerktar.
Í nýggju orðingini stendur, at
av teimum fyrstu 200 milljónunum
sum landskassin hevur í avlopi
skulu tær 40 milljónirnar í búskap
argrunnin og helvtyin av yvirskot
inum omanfyri 200 milljónir krón
ur.
Í lógini stendur eisini, at verða
ognir hjá landinum einskildar, so
skulu inntøkurnar beinleiðis í bú
skapargrunnin.
Tað er soleiðis, at landið ofta
hevur pening á bók og inntøkurnar
av hesari kapitalrøkt fer eisini í
grunnin umframt tilfeingisgjøld
frá fiski-, ali- og kolvetnisvinnuni.
Í 2016 samtykti Løgtingið nakr
ar broytingar í lógini um Búskap
argrunn Føroya, soleiðis at partar
av avlopi landskassans verða fluttir
grunninum.
Í viðmerkingunum til lógar
uppskotið um broytingarnar í Bú
skapargrunninum frá 2016 verð-
ur harumframt staðfest, at áset
ingarnar um útgjald skulu broytast,
um Búskaparagrunnur Føroya skal
gerast eitt virkið búskaparamboð.
Við hesum uppskotinum er ætl
anin at gera ymiskar tillagingar og
broytingar í endamálinum, í inn
tøkupartinum og við útgjaldsskip
anini í lógini um grunnin, soleiðis
at Búskapargrunnur Føroya fæst at
virka samsvarandi ætlanum sam
gongunnar.
Í broytingaruppskotinum skriv
ar landsstýriskvinnan við fíggjar
málum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi,
at við nýggju ásetingunum í lógini
fær Búskapargrunnur Føroya við
tíðini eitt stórt og munagott fæ.
Fæið skal nýtast sum búskap
aramboð, tá arbeiðast skal fyri at
røkka endamálunum í lógini.
Tá landskassin hevur avlop,
verður 20 prosent av avlopinum
niðanfyri 200 miljónir krónur og
50 prosent av avlopinum omanfyri
200 miljónir krónur flutt úr vanliga
gjaldføri landskassans og spart
saman sum partur av fænum í Bú
skapargrunni Føroya.
Harvið verður hesin parturin
ikki tøkt gjaldføri til íløgur og
nýtslu í góðum tíðum.
Hetta kann virka tálmandi fyri
virksemið í góðum tíðum, og harvið
javnandi fyri búskapin yvir tíð.
Tá landskassin hevur inntøku
minking, sum tá lágkonjunkturur
er, kann realavkast av fænum í Bú
skapargrunni Føroya rindast inn á
fíggjarlógina.
Tá landskassin hevur inntøku
vøkstur, verður onki realavkast
rindað
úr
grunninum
inn
á
fíggjarlógina. Harvið kemur ein
nýggj inntøka inn á fíggjarlógina,
tá aðrar inntøkur minka, og hetta
kann virka javnandi fyri virksemi
landsins og harvið eisini fyri
búskapin.
Inntøkur frá einskiljingum og
kolvetni, umframt av avlopi lands
ins, gerast partur av fænum í Bú
skapargrunni Føroya heldur enn
at fara inn á fíggjarlógina.
Hetta er við til, at hesar inntøkur
ikki koma at ávirka nýtsluna, og
harvið búskapin, brádliga.
Heldur fer realavkastið av hes
um inntøkum at kunna nýtast javn
andi fyri virksemi landsins, tá aðrar
inntøkur minka.
Tilfeingisinntøkur frá fiskivinnu
og alivinnu kunnu sveiggja nógv.
Til tess at tryggja javnari
inntøku frá hesi inntøkukeldu inn
á fíggjarlógina, verða inntøkurnar
javnaðar umvegis Búskapargrunn
Føroya.
Allar inntøkurnar verða fluttar
í Búskapargrunnin, ið síðan virkar
sum eitt filtur, har ein fastur part
ur av inntøkunum fer inn á fíggj
arlógina, meðan allar hækking
ar omanfyri henda partin, verða
spardar saman í Búskapargrunn
inum.
Inntøkurnart verða so býttar í
sjey partar, og rindaðar inn á fíggj
arlógina í sjey eins stórum pørtum
komandi sjey árini.
Harvið fer ein framtíðar vøkstur
í tilfeingisinntøkum ikki at ávirka
fíggjarlógina brádliga, men heldur
líðandi og javnt sum ein meira
støðug inntøkukelda.
Hetta fer at virka javnandi fyri
inntøkur landsins, og harvið eisini
fyri virksemið og búskapin eisini.
Landsstýrið og allir politisku flokkarnir eru samdir um, at Búskapargrunnur Føroya skal gerast til eitt búskaparamboð
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmállum,
legði uppskotið um broytingar fram.