Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 Skal brúkast til at niðurgjalda skuld Fíggjarnevndin var samd um at gera nakrar broytingar í uppskotin um hjá landsstýriskvinnuni, men tók undir við uppskotinum Árni Gregersen Búskapargrunnurin hevur verið rættuliga nógv umrøddur í fleiri ár. Fyrst og fremst kanska tí summi halda, at grunnurin skal gera Før­ oyar búskarliga sjálvbjargnar og harvið rudda slóð fyri loysing frá Danmark. Nu er mestsum vent í holuni, tí tá ið seianstu broytingar vóru gjørd­ar í lógini um búskapargrunn tók eitt samt ting undir við upp­ skot­inum og broytingunum hjá fíggj­arnevndini. Nenvdin mælti til, at tá ið virðis­ brøv skulu innloysast, so kann pen­ ing­urin takast úr búskap­ar­grunn­ in­um heldur at at landið tekur nýggj lán. Hetta skal tó bert gerast, um grunnurin hevur so nógvan pen­ing, at hann framvegis heldur kravið um at hava 10 prosent av BTÚ í tøk­um peningi. Tað talið hækk­aði fíggj­ar­nevndin eisini úr 7.5 pro­ sentum. Samla so skal landskassin altíð hava minst 15 prosent av BTÚ í tøkum peningi. Viðmerkingar Fíggjarnevndin gjørt eitt samt álit, tá ið broytingarnar vóru til við­ gerðar, men Pauli Trond Pet­er­sen, Tjóðveldi hevði tó egnar við­merk­ ing­ar. Tá ið málið skuldi fara til at­ kvøðugreiðslu, ivaðust tingfólk í um tingmaðurin fór at atkvøða fyri uppskotinum, men tað gjørdi hann, hóast sínar viðmerkingar í álit­inum. Har sigur Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi: - Málið viðvíkjandi Búskapar­ grunni Føroya er eitt langtíðarmál fyri okkum í Tjóðveldi. - Hetta er startskotið til ta frælsu tjóðina, næst kemur fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina og tað síðsta er tann endaliga atkvøðan um sjálva loysingina. - Búskapargrunnurin skal verða eitt amboð til at lækka ríkis­veit­ ing­ina, so hon at enda verður heilt burt­ur úr føroyska búskapinum, vón­andi innan tey næstu fimm árini. - Sjálvstýrisrøddirnar í teimum ym­isku flokkunum eru um at tagna av teimum ramandi skuggakastandi sambandsrøddunum á tingi, sum av øllum alvi royna at niðurtýna frælsisrøddirnar. - Vit frælsisrøddir eiga nú at saml­ast og krevja, at vit sum land og fólk bera okkara egnu byrð­ar og tað kann ein sterkur búskap­ar­ grunn­ur verða við til at styrkja. - So hvørt búskapurin veksur, fær landskassin størri inntøkur. Fyri hvørja krónu eyka, ið lands­ kass­in fær inn, tá búskapurin veks­ur, átti helmingurin at farið til at minka blokkstuðulin og helm­ ing­urin til konsolidering og aðrar rað­festingar. - Vit trúgva sjálvandi fult og fast upp­á, at vit megna væl og virðuliga at skipa ein búskap uttan stuðul. Tað sóu vit, tá ið vit minkaðu blokkin við einum triðingi. Síðan er okkara búskapur nærum tví­fald­að­ ur,segði Pauli Trond Petersen í sín­ um viðmerkingum. Í viðgerðini í fíggjarnevndini kom greitt fram, at hóast limirnir hildu sjálvt uppskotið vera gott, so við­merktu Helena Dam á Neystabø, Javn­aðrflokkurin, Kristin Michel­ sen, Javnaðarflokkurin, Bill Justinussen, Miðflokkurin og Bárður á Steig Nielsen, Sambands­ flokk­urin, at teirra avgerð ikki bygdi á tað sama, sum hjá Paula Trond Nielsen: -Javnaðarflokkurin, Mið­flokk­ urin og Sambandsflokkurin eru av teirri áskoðan, at búskap­ar­grunn­ ur­in skal tryggja samhaldsfesti mill­um ættarlið og gera føroyska bú­skapin haldføran og tálma sveigg­ini í búskapinum. - Endamál okkara er ikki at spara pengar saman í ein grunn at fíggja loysingina, siga tey. Fíggjarnevndin tók til eftir­tekt­ ar, tað sum stendur í við­merk­ing­ un­um frá fíggjar­mála­ráðn­um: - Mett verður, at uppskotið hev­ur við sær fíggjarligar av­ leiðingar fyri landið. Bú­skap­ar­ grunnurin fæst nú at virka sum eitt konjunkturjavnandi bú­skap­ ar­amboð. - Uppskotið tekur topparnar av til­feingis­inntøkunum og javnar hes­ar yvir sjey ár. - Verða tilfeingisgjøldini hægri enn markavirðini í uppskotinum kom­andi árini, verða beinleiðis inn­tøkurnar til landskassan nakað lægri, enn um tilfeingisgjøldini ikki vóru javnaði í Búskapargrunninum. - Lækka tilfeingisgjøldini har­- aftur­ímóti niður um ásettu marka- virðini um nøkur ár, fær lands­kass­ in størri inntøkur. Tá syrg­ir javn­ ing­arskipanin fyri, at inn­goldnu upphæddirnar verða rind­aðar aft­ ur. Nýggja lógin um Búskap­ar­ grunn Føroya var lýst í Kunn­gerð­ ar­blaðnum 30.apríl í ár og er altso kom­in í gildi. Alivinnan skal gjalda inn í Búskapargrunnin Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, hevði sínar egnu viðmerkingar, sjálvt um hann tók undir við álitinum hjá fíggjarnevndini. Tilfeingisgjøld frá fiskivinnuni skulu eisini partvís í grunnin