Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá ið eg seinastu tíðina, líti aft­ur um bak, so koma orð­ini hjá Salomo kongi í Præd­ik­ar­ anum mær í huga: “Eitt ætt­ ar­lið fer, og annað kemur.....”. Vit kenna kanska hetta orð­ið, menx tú skilur tað ikki til fuln­ar, fyrenn tað rakar teg bein­leiðis. Eg havi mist fimm av mín­ um kæru – fýra systkin, og ein­asta svág – og ætl­an­in við hesum orðum er at skriva eitt stutt minni um míni kæru, sum øll, á ein ella ann­an hátt, hava sett dám á mítt lív. Tey verða her nevnd í tí rað­fylgju, tey eru farin burt­ ur í. Meinar doyði í mei 2012 - 73 ára gamal Vit vóru tøtt, bara hálvt­ann­ að ár í mill­um okkum. Mein­ ar kom at ganga eitt ár und­ an mær í skúlanum, tað bar við sær, at eg ongantíð fekk nýggj­ar lærubøkur (tá í tíð­ini skuldu foreldrini sjálvi gjalda fyri læru­bøk­ur­nar hjá børn­u­ num), tað sig­u­r seg sjálvt, at yngru syst­k­ini arv­aðu bøk­ urnar frá teim eldru, um tær kundu nýt­ast aftur. Meinar hevði sera góð evnir, lærdi væl, eg kann ikki minnast at hann nakr­an­tíð gjørdi “lek­ti­ur”, tað var held­ur ikki neyðugt hjá hon­um, með­an eg sat og terpaði, so kundi hann, aftaná, at hava ar­beitt nakrar tímar á mjólka­virk­i­ num hjá “Kemma”, fara út at spæla bólt ella okkurt annað spæl. Tað vóru nógv børn nær­hend­is, so tað manglaði ong­an­tíð nakran at spæla við. Meinar møtti Inger Aaby Niel­sen, frá Nr. Asmindrup, Sjæl­land, með­an hon eitt skifti ar­beiddi, sum sjúkr­a­ syst­ir á Klaks­víkar Sjúkra­ húsi. Meinar arbeiddi á skriv­ stov­uni hjá Kjølbro, og bleiv bók­hald­ari. Í 1965 giftist hann og Inger og búsettust í Bal­le­ rup. Tey fingu børnini Rúni og Randi. I 1986 fóru Inger og Mein­ ar á bíbliuskúla í Brande, og eftir hetta arbeiddi Mein­ar, nøkur ár sum und­ir­vís­ari, á Fredensbo Re­ha­bi­l­i­ter­ing­ cent­er (inntil centrið varð nið­ur­lagt, orsaka av mangl­ andi stuðli). Tey fluttu til Bramming, og blivu ein partur av samkomuni í Mølleparken, Esbjerg, har Meinar var aktivur, inntil heilsan fór at bila, og hann kom á røktarheim. Inger livir enn, hon flutti til Svend­borg, har dóttirin Randi býr, og har Meinar eis­ ini er grivin. Eg havi ta gleði, framvegis at hava samband við Inger, Randi og Rúna, sum nú býr í Jyl­landi. Leivur, doyði í august 2012 – 81 ára gamal Leivur gjørdist lærlingur á Klaks­víkar sleipistøð – bed­ ing­ini, sum vit søgdu. Lærdi til mask­in­meistara, og sigldi nøkur ár við Jóannes Pat­ur­ syni, og seinni við Skálabergi. Hann fór eitt skifti til Dan­ markar fyri at taka el-in­stal­ la­tør­royndina. Í samkomuni í Thorsgade, á Nør­re­brúgv, sum nógvir før­oy­ingar komu í, møtti hann Betty, sum er ættað úr Pork­eri, og í 1956 giftust tey og bú­settust í Klaksvík. Leivur arbeiddi seinastu mongu árini sum leiðari á El­verki­num á Strond, sam­ stund­is sum hann undirvísti á Tekn­iska skúla í Klaksvík. Tey fingu børnini Birgit og Pet­ur. Leivur var elstur av okk­ um systkj­unum, 10 ár eldri enn eg. Av tí, at pápi, sum flestu fiskimenn, var nógv burt­ur heimanífrá, so skuldi Leiv­ur m.a., hjálpa mammu við at ansa eftir okkum yngru systkjunum. Eg minnist, táið hann var lærl­ingur, at eg sat og bíðaði eft­ir honum til hann kom til døg­urða, tí hann hevði súklu og setti súkkluna frá sær við svart­a­hjall. So skundaði eg mær at taka súkkluna, fyri at læra meg at súkkla “undir stong­ini”. Svartihjallur lá fyri end­an av bønum, niðanvert hús­ini í Búðunum. Tað var lætt­ari at seta súkkluna frá sær við hjallin, og ganga sein­asta petti niðan, tí hann skuldi avstað aftur aftaná døg­urða. Eg slapp eisini, táið veðr­ið var til tað, at vaska ar­beiðs­ klæð­ini hjá honum í ánni, tey blivu skúraði við grønsápu á ein­um stórum steini. Áin rann tætt við húsini hjá Sám­ al Jákup, bróður mammu, og tað var ikki langt harfrá til okk­ara hús. Betty og Leivur vóru altíð sera blíð at koma inn til. Tey vistu ongantíð alt tað góða tey skuldu gera, fyri at vit skuldu føla okkum væl­ kom­in inni hjá teimum. Betty livir enn, hon býr á Norðoya Røktarheimi. Valborg doyði í ok­tob­ ur 2016 – 84 ára gomul Valborg bleiv ongantíð gift, og fekk eingi børn. Hon keypti barnaheimið í Búð­unum, har hon búði inn­til hon, stutt áðrenn hon doyði, mátti fara á sjúkra­hús­ið. Valborg fór sum ung til Havn­ar at arbeiða á Hotel Før­oy­um, seinni fór hon til Dan­mark­ar, um ta tíðina, tá ið Leivur og Betty vóru har. Havi ofta hoyrt Betty og Val­ borg tosað um ta tíðina, táið tær vóru í Webersgøtu, har før­oyingar ofta samlaðust, og ann­ars um samanhaldið mill­um føroyingarnar í samkomuni í Thorsgade. Hon kom aftur til Klaksvíkar um tað mund­ið táið nýggi klædna­handilin hjá Kjølbro opn­aði og arbeiddi hon har í mong ár. Seinasta arbeiðspláss henn­ara var á Klaksvíkar Bý­ráð, har hon arbeiddi á fólka­yv­ir­litinum. Valborg var sera fam­ilju­ kær, hon hevði ikki nógvar kenn­ing­ar, men helt seg til fam­ilj­una, serliga var hon nógv saman við Hjørdis og Jó­annesi. Tey seinastu árini var hon ofta sjúk, og hevði fyri neyð­ ini at fara til Danmarkar at fáa hjálp, og Jóannes (svág­ ur) fór við henni, so vítt eg veit hvørja ferð, onkuntíð var Hjørd­is við, men sum oftast fór Jó­annes fleiri ferðir einsa­ mallur við Valborg til Da­n­ mark­ar. Hjørdis, doyði í mai 2017 – 82 ára gomul Hjørdis var 6 ár eldri enn eg, og fekk ta uppgávu, altíð at hava meg við sær, eisini táið hon fór út í Brekkuna at spæla við Michaelu, dóttir lítla Heina, og Ruth Isaksen, og aðr­ar. Hjørdis arbeiddi á Før­oya­ bók/Jógvan Tróndheim, og seinni í handlinum hjá Kjø­ lbro, á Stongunum. Í 1956 flutti hon til Havn­ar og arbeiddi í klæd­n­a­handl­i­ num hjá Hans Joensen. Umleið hetta mundið møtti hon Jóannes Hansen úr Søld­arfirði. Tey fluttu til Helsingør, har Jóannes lærdi til verkfrøðing. Hjørdis arbeiddi í Helsingør fyrst á ein­um bakaríið, men lærdi so til sjúkrahjálpara, tað sum í dag kallast social-og sund­ heds­hjælper. Hon flutti við Jóannesi, sum ar­beiddi á ymiskum skipa­smiðjum: Roskilde, Nak­ skov og í Odense. Í 1969 fluttu tey heimaftur til Før­oyar. Jóannes arbeiddi nú sum leiðari fyri Norske Ver­i­tas í Føroyum. Tey keyptu húsini á Heið­ a­vegi 7. Hjørdis arbeiddi sum hús­móð­ir. Samstundis hjálpti hon til á skrivstovuni hjá Nor­ske Veritas, sum var í nið­aru hæddini í húsunum á Heið­a­vegi. Tey fingu børnini Ann­finn og Mariu, meðan tey búðu í Danmark og seinni fingu tey Unn og Jóannes. Tá ið Jóannes fór at ar­ beiða sum stjóri á Fjar­hita­ fel­ag­num , fór Hjørdis at ar­beiða sum sjúkrahjál-pari á psykiatrisku deild á Lands­ sjúkr­a­húsinum. Hon flutti til Danmarkar í eitt ár við “lítla” Jóannes fyri at fáa sær meiri kunnleika við VÁRKONSERT Í FUGLAFJARÐAR KIRKJU Í KVØLD Í kvøld, mikukvøldið 9. mai klokkan 19.00 hevur Fuglafjarðar Sangkór sína árligu várkonsert í Fuglafjarðar kirkju. Í løtuni venur kórið til ein kórfestival í Ørsta/Volda í Noreg í døgunum frá 16. til 21. mai í ár saman við kór­i­num í Christianskirkjuni og fer kórið at taka okkurt av tí tilfarinum á hesi konsertini. Eins og undanfarin ár syngur kórið blandaðan kórtónleik, alt frá Felix Mendelssohn-Bartholdy, C.V. Stanford til Waagstein og Kára Bæk. Kórleiðari: Heðin Kambsdal. Urguleikari: Petur Martin Johannesen. Solistar: Eileen Hansen & Linda Toftegaard. »Eitt ættarlið fer, og an Ása Vitalis Hansen hugleiðir um fimm av sínum kæru – fýra systkin og einasta svág hennara – sum farin eru seinastu tíðina: Meinar Vitalis, sum doyði í 2012. Leivur Vitalis, sum eis­ini doyði í 2012. Valborg Vit­alis, sum doyði í 2016. Og Hjørdis og Jó­annes Hansen, sum doyðu í fjør Hjørdis og Jóannes. Myndin er tikin í 1962