týsdagur 8. mai 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52
psykiatriskum sjúklingum, og
bleiv assistentur á hesum øki.
Táið eg nú so ofta nevni
Jóannes, so er tað tí, at Hjørd
is og Jóannes, vóru altíð
saman. Eg haldi einasta tíðar
skeiðið tey vóru frá hvørjum
øðrum, var meðan Hjørdis var
niðri hetta eina árið.
Í nógv ár vóru vit nærum
grannar. Vit komu at búgva
í Hanusargøtu og tað varð
runnið ímillum húsini. Børn
ini hjá teimum og okkara
børn spældu saman, gingu í
skúla saman, svumu saman,
gingu til fimleik saman osfr.
Fyri okkum og børn okk
ara vóru mostir og onkil
(sum børn okkara kallaðu
Jóannes), tað heimið sum vit
høvdu mest við at gera. Tey
vóru altíð klár at vísa okk
um kærleika, og altíð klár at
hjálpa, tá ein hevði tað fyri
neyðini. Nina, dótturin, minti
meg á, at mostir altíð tók
fatt, táið hon kom til okkara
til føðingardagar o.s.fr. Táið
hon segði tað við mostir, svar
aði Hjørdis, stillisliga “Betri er
ein hjálpandi hond, enn ein
spillandi tunga”..
Hjørdis segði ikki so nógv,
men eg minnist einaferð hon
var í Danmark og vitjaði okk
um, og vit vóru boðin út til
nøkur vinfólk, sum høvdu
aðra
áskoðan
um
æviga
frelsu, tá var Hjørdis ógvu
liga avgjørd, hon líka sum
skar ígjøgnum og segði:
“Tað er synd fyri tykkum
at tit ikki trúgva upp á æviga
frelsu!” Tað bleiv tøgn, eingin
segði meiri um tað evnið.
Í oktobur 2017
doyði Jóannes,
82 – ára gamal
Valborg var sjúk í fleiri ár,
og Hjørdis var sjúk eina tíð.
Jóannes var veruliga, tann
sum passaði tær báðar. So
leingi Hjørdis orkaði, so gekk
Jóannes túrar við henni
hvønn einasta dag.
Vóru vit í Føroyum, so
fingu við ta gleði, at tey komu
inn á gólvið í Hanusargøtu, at
fáa sær ein drekkamunn, og
eitt prát, Jóannes dámdi altíð
væl at seta seg niður at práta
við Arna.
Eg kundi ikki skilja, at Jó
annes veruliga var so sjúkur,
sum hann var, at hann doyði
bara fýra mánaðir aftaná, at
Hjørdis var farin.
Vit fingu høvi til at vitja,
meðan hann lá á Ríkissjúkra
húsinum, og vit hoyrdu hann
ongantíð gremja seg, hann lá
tolin í songini, og dámdi væl
at práta við Arna um gaml
ar dagar vesturi í Vágum.
Jóannes lærdi til skipstimb
urmann hjá Dánjal Nielsen í
Vatnsoyrum. Tá brosaði hann
við tí eyðkenda smílinum, og
teir hugnaðu sær saman.
Maria kom niður við hon
um, og (lítli) Jóannes avloysti
Mariu. Í vikuskiftinum kom
abbadóttirin Gunhild, sum er
lækni, at vitja, og vit skiltu á
henni, at støðan var sera álv
arsom.
Nú stendur húsið á Heiða
vegi tómt, men tað er gott at
vita, at øll fýra børn teirra,
Annfinn,
Maria,
Unn
og
Jóannes, hava, eftir styttri
ella longri tíðarskeiði uttan
lands, øll búsett seg í Havnini.
Eg fari at nýta høvi til eisini
at takka Hjørdis og Jóannes
fyri tað, tey vóru fyri Valborg,
og fyri, tað tey hava verið fyri
okkum, Arna og meg, og børn
okkara: Ninu, Árna og Fróða.
Góða Unn! Tú hevur upp
iborið eina serliga tøkk fyri,
tað tú vart fyri Valborg tey
seinastu árini, takk fyri ta
gudgivna tol, tú hevði við
hana.
Eg fari eisini at nevna, at
táið Nina og eg við skundi
komu úr Grønlandi til Før
oyar í 1970, og hús okkara
í Brønshøj var leigað út, tá
bjóðaðu Hjørdis og Jóannes
okkum at búgva hjá teimum,
í eini íbúð, sum var í niðaru
hædd á Heiðavegi. Har búðu
vit ta fyrsta árið.
Kitty
Á barnamyndini, sum Jó
hannes Fjallheim, hevur tikið
í 1944, stendur Kitty ímillum
meg og Valborg.
Kitty Poulsen, (móðir til
Páll Poulsen, sum er í Grøn
landi), er í veruleikanum syst
kinabarn okkara. Men Kitty
var tvíburi, og tá ið mamma
mín fór til Selatraðar at vitja
systir sína Elsu og at hjálpa
henni, hevði hon Kitty við
sær aftur sum trí ára gamla.
Mamma var komin úr
Danmark til Føroyar fyri at
passa húskið hjá bróður sín
um, Sámal Jákup, sum varð
vorðin einkjumaður á ung
um aldri. Mamma tók Kitty
við sær til Búðarnar, fyrst
til Sámal Jákup, og táið hon
seinni giftist við pápa okk
ara Valdemar, tók hon Kitty
við sær í hjúnalagið, og so
leiðis kom Kitty at vaksa upp
saman við okkum í Búðunum.
Táið eg var barn, var
Bumshamar, har Kitty og
Pollaba búsettust, nakað sum
lá langt burturi, so eg plagdi
at fara út á Bumshamar í
summarferiu. Tað vóru góðir
dagar, Kitty var løtt av lyndi
og stuttlig at vera saman við.
Tey høvdu kúgv, og eg slapp
við niðan í fjósið at mjólka
kúnni, og vit hoyggjaðu og
spældu úti. Har vóru altíð
nøkur børn, m.a. var Vilgerð,
systirdóttir Kitty ofta har,
so vit báðar komu at spæla
saman.
Táið vit blivu meira vaks
in og fóru at ganga túrar um
kvøldarnar, so endaði túrurin
ofta inni hjá Kitty og Pollaba.
Har var altíð so hugnaligt og
heimligt at koma inn á gólvið
hjá teimum.
Tey fyrstu minnini, eg
havi frá barnaárum, var tá ið
vit skuldu fara at taka mynd
ir hjá Jóhannes Fjallheim.
Mamma mín segði við Kitty,
at hon skuldi heinta eina
summardá, tá ið vit komu
til Biskupstøðbøin, og hon
skuldi seta summardáuna í
eitt lítið hol, sum var framm
anfyri á kjólanum hjá mær.
Eg trúgvi, at Kitty ofta
hevur ansað eftir mær, táið
eg var lítil, tí mamma kom
nærum ongantíð út við okk
um, hon hevði ov mikið at
gera heima.
Nú tynnist út í systkin
aflokkinum, bara Eivind og
eg eru eftir, men táið heimið
stendur tómt í Búðunum, so
er gott at vita, at heimið hjá
Eivind og Mariu altíð stend
ur opið.
Eg havi ta vón, at vit ein
dag heima í dýrdini skulu
møta okkara kæru systkjum
aftur og øllum okkara kæru,
sum eru farin undan okkum,
til okkara kæra frelsara, sum
so dýrt hevur leyskeypt okk
um við sínum dýrabara blóði.
Greve, á summarmála 2018
Ása Vitalis Hansen
EVNISKVØLD UM TILFEINGI Í REINSARÍNUM
Í sambandi við Umhvørvisvikuna í havn verður evniskvøld um tilfeingi í Reinsarínum í dag, mikudagin 9. mai kl. 19.00.
Á skránni verður: »Kann konseptið Veltan brúkast aðrastaðni í Føroyum?«. Fyrilestur við Katrin Petersen, Veltan.
»Avbjóðingar við altjóðagerðini av mati«. Fyrilestur við Leif Sørensen Somuleiðis verða brellbitar at fáa. »Alivøkstur
í Føroyum – møguleikar og fyrimunir«. Fyrilestur við Ragnheiður þórarinsdóttir (IS) leiðandi innan økið í Evropa.
Umhvørvisstuðulin verður latin og somuleiðis Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá Etika.
Livandi tónleikur verður við Guðrið Hansdóttir. Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.
nnað kemur...«
Her eru vit tríggjar systrarnar: Valborg, Hjørdis
og Ása, myndin er tikin í september 1944
Vit seks systkini og fostursystur okkara Kitty,
myndin er tikin sama dag í september í 1944
Hendan myndin er tikin í stovuni hjá okkum í barna
heiminum í Búðunum, 1956: Leivur, Valborg, Hjørdis, Eivind,
Meinar og Ása og foreldur okkara Frida og Valdemar