týsdagur 8. mai 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KUNNA UM NÝGGJU KIRKJUNA Á ARGJUM Í KVØLD
Arbeitt verður við at byggja nýggja kirkju á Argjum. Í hesum sambandi skipar kirkjuráðið fyri
kunnandi fundi í skúlanum á Argjahamri mikukvøldið 9. mai kl 1930. Jógvan Fríðriksson,
biskupur, fer at greiða frá mannagongdini viðvíkjandi kirkjubygging, og Brim-arkitektar fara at
greiða frá projektinum og vísa fram model av kirkjuni. Høvi verður eisini at seta spurningar.
Ólavur Højgaard fer at luttaka við sangi. – Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sigur
kirkjuráðið.
Føddur 21. 09.
1929 - deyður.
08. 01. 2016
Eg vil við hesum lýsa góð
minnir um vinnulivsmannin
Jákup í Lopra. Skilmaðurin
Jákup var mær ein góður
reiðari og skipari.
Eg slapp at vera í reiðarí
num í nógv ár. Har kom eg til
mans saman vid pápa Jákup,
Poul hjá Marsilju, beiggja
Jákup, Poul J Joensen, og
svágri
hansara,
Valberg
Thorsteinsson.
Tað, sum eg sá í Jákupi,
var, at hann var ein maður,
sum sá langt inn í framtíðina
viðvíkjandi skipum.
Eg hugsi um, tá Akraborg
fór til Norra at verða bygd
um frá línu til at blíva kraft
blokkaskip i 1966.
Man var ein partur av
tí heila at vera við Jákupi í
Norra, tá ið skipið var um
bygt.
Jákup tók sjálvur lut í øll
um.
Tá okur komu heim við
Akraborg og til Havnar, vísti
tað seg, at stórur áhugi var
at síggja tað nýggjasta innan
fyri sildafiskiskap, og millum
hesi var sildapumpan. Jákup
var tann fyrsti, sum fekk
sildapumpu til sítt skip í
Føroyum, eingin var i Íslandi.
Akraborg var eisini fyrsti
skip, ið fekk ísett kølitangar
við at brúka ís.
Hann var frammanfyri
altíð. Eitt annað dømi um
hetta var Nýborg, sum varð
bygd í Havn og fór av bakka
stokki í 1971. Har sá man,
hvussu hann sá inn í fram
tíðina. Nýborg var útgjørd
sum nóta/trolskip og bleiv
mest brúkt sum nótaskip,
men kundi eisini fiska vid
flótitroli eftir sild/makreli
longu tá ið seinna parti av
70-unum. Nyborg hevði mest
framkomnu køling við RSV
tangum.
Jákup hjá Paulu var ein
framúrskarandi vinnulívs
maður saman við sínum
partamonnum. Saman við
reiðarínum kundi eg byggja
mina framtíð, sum vóru nógv
góð ár.
Eitt tað týdningarmesta
avrikið hjá Jákupi var, tá ið
hann stóð á odda fyri bygg
ingini av flakavirkinum, Pol
arfrost, í Vági. Hetta hevði
alstóran týdning fyri Vágs
bygd og skaffaði arbeiði til
mangar hendur. Hetta virk
ið hevði neyvan staðið í dag,
um Jákup ikki var. Nú kem
ur tað aftur til æru og verd
igheit, nú Bakkafrost fer at
brúka tað til virki í laksa
framleiðslu. Tað kunnu okur
takka Jákupi fyri.
Kanska ganga tað nógv
ár, áðrenn okur síggja ein so
stóran vinnulívsmann aftur
í sunnaru helvt av Suður
oynni?
Undirritaði hevður bara
góð minnir um Jákup hjá
Paulu (Jákup í Lopra).
Takk fyri alt, hvíl í friði
Aalborg tann 26/04-18
Petur M Jensen
Minningarorð um Jacob Joensen
– nevndur Jákup hjá Paulu
Danjal av Rana
Heimasíðan Opinionatedabout
dining.com, sum er ein heimasíða
fyri matfjepparar, metir Koks at
vera 46. bestu matstovu í Evropa.
Heimasíðan hevur júst kunngjørt
listan yvir bestu matstovurnar í
Evropa.
– Vit eru sera fegin um at verða
nevnd á einum slíkum lista, og
ikki minst um tað framgongd vit
hava havt á listanum síðani í fjør,
sigur Poul Andrias Ziska, høvuðs
kokkur í Koks.
Koks lá í fjør nummar 78. Før
oyska matstovan er altso farin 32
pláss fram á listanum.
– Slíkir listar skapa altíð eitt
sindur av uppmerksemi og eitt
gott úrslit ger eisini at vit fáa fleiri
kundar, sigur hann og nevnir, at
okkurt um 70 prosent av borðum
teirra í ár eru bíløgd higartil, so
enn eru nøkur pláss eftir.
Nógvir slíkir listar verða gjørd
ir hvørt ár, tann kendasti er sjálv
andi tann hjá Michelin. Poul Andr
ias Ziska sigur, at júst hesin listin
hjá opinionatedaboutdining er
kanska ikki tann, sum ber mest
vekt í matumhvørvinum, men at
enda á slíkum listum skapar sjálv
andi uppmerksemi og betrar um
møguleikarnar eisini at enda høgt
á øðrum listum, sum Michelin ella
World’s 50 best.
– Opinionatedaboutdining er
eitt sindur annarleiðis enn aðrir
listar, eitt sindur demokratiskari
sum so. Her kunnu øll fara inn at
greiða atkvøðu, men kortini verða
atkvøðurnar vektaðar eftir, hvør
tú ert. Tað vil siga, at atkvøðan hjá
kendum fólkum innan matstovu
heimin telja meiri enn atkvøður
nar hjá vanligum vitjandi, greiðir
Poul Andrias Ziska frá.
Hyggja vit nærri at listanum, so
er Koks sjeynda besta matstovan
í Norðurlondum og tann besta í
útnorðri.
Besta matstovan í Evropa er
sambært hesum listanum Andr
eas Caminada – Schloss Schauen
stein í Fürstenau í Sveis. Svenska
Fäviken í Järpen í Svøríki er
nummar tvey og Etxebarri í Ax
pe í Spania nummar trý. Besta
danska matstovan er Geranium
í Keypmannahavn, á 11. plássi.
Ein íslendsk matstova er sloppin
á listan. Dill í Reykjavík liggur
nummar 166.
Koks hevur nú verið opið
Frammi við Gjónna í Leynum í
ein lítlan mánað og Poul Andrias
Ziska sigur, at tað riggar heilt væl.
– Vit hava fingið mannagongd
irnar upp á pláss, so eg haldi, at
tað sær heilt gott út nú, sigur
hann.
KOKS millum 50 tær bestu í Evropa
– Slíkir listar skapa altíð eitt
sindur av uppmerksemi og eitt
gott úrslit ger eisini at vit fáa
fleiri kundar, sigur Poul Andr
ias Ziska og nevnir, at okk
urt um 70 prosent av borðum
teirra í ár eru bíløgd higartil,
so enn eru nøkur pláss eftir